sunnudagur 2. juli 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 124 - 30. juni 2006
9
tíðindi
aði okkum undan vanlukkuni
andi likamligt mein av til
burðinum.
Pínan kom seinni
– Hjørdis hevði – og
hevur enn – blá merkir á
kroppinum av seðlunum,
og eg havi havt ilt í beinum,
knøum og ørmum.
Hendrik heldur, at air
baggið í róðrinum gjørdi, at
hann ikki fekk nøkur serlig
merkir av seðlunum, men
í staðin boygdi airbaggið
brillurnar, eins tað trýsti
armarnar til síðis.
– Eg bløddi eitt sindur í
øðrum arminum, helst av
brotna rútinum, men tað
hevði ikki nógv upp á seg.
Sum seinnaparturin leið,
hevði eg ilt ymsastaðni í
kroppinum, og eg hevði
eisini ógvuliga ilt í knøun
um.
Hann sigur, at Hjørdis
ber framvegis merkir av
trygdarseðlunum, og sjálvur
hevur hann ilt ymsastaðni i
kroppinum enn.
– Lítli sonur okkara hevur
onkur smávegis blá merki,
har seðlin hevur ligið um.
Langur grátur
Hendrik sigur, at tey bæði
tóku so hjartaliga synd í
dreinginum,
sum
græt
illa eftir tilburðin. Tá ið
kanningarnar vóru lidnar,
blíðkaðist hann og kundi
aftur smílast, eisini til starvs
fólkið á sjúkrahúsinum.
– Vit vóru hjá honum
alla tíðina, eisini meðan vit
vóru til kanningar á Lands
sjúkrahúsinum. Drongurin
vildi bara vera hjá okkum.
Tá ið pápi mín kom, smítist
lítli Harald til hansara, men
hann vildi beinanvegin aft
ur til okkum.
Hann vísir á, at eitt var
ógvusliga hendingin í bil
inum – og annað var, at
drongurin undir hesum
umstøðum varð tikin út úr
bilinum av manni, hann
ikki kendi. Haraftrat vóru
nógv fremmand fólk á
Landssjúkrahúsinum, sum
kannaðu dreingin.
– Øll vóru blíð og fyri
komandi, og soleiðis mátti
tað bara vera.
Hendrik heldur tó, at
drongurin hevur tað hampi
liga gott nú nakrar dagar
eftir hendingina.
Altíð í seðlum
– Eg trúgvi, at tað hevði
verið rættiliga illa vorðið
hjá okkum trimum í tunlin
um hendan dagin, um vit
ikki øll sótu væl íbundin.
Ilt er at siga, hvussu eg
sjálvur hevði komið burtur
úr hesum. Í besta føri hevði
eg brotið meg sundur,
og óhugsandi er ikki, at
Hjørdis hevði verið slongd
fram ígjøgnum rútin. Hvat
hevði hent soninum, um
hann ikki sat í stóli og væl
íbundin, tori eg slett ikki
at gera mær nakrar tankar
um.
Hendrik leggur dent á, at
tey altíð sita í trygdarbelti,
tá ið tey eru í bili, og
hendingin sunnudagin ger,
at tey ongantíð fara at ivast
í, at hetta er besta trygdin,
um illa vil til.
Men hvussu hava tey
so havt tað sálarliga síðan
tilburðin sunnudagin?
– Vit hava tosað nokso
nógv um tað, sum hendi, og
eg vil siga, at tað nú gongur
hampiligt. Lagið hevur tó
verið eitt sindur upp og
niður.
Sálarhjálp
Hendrik
viðgongur,
at
hann hevur verið ein túr
hjá sálarfrøðingi, har tosað
hevur verið um hendingina,
og hann heldur, at hetta
hevur verið gevandi.
– Tá ið vit dagin eftir fóru
suður aftur til Sands, vildi
eg sjálvur sleppa at koyra,
og eg havi eisini verið
onkran túr aftur, síðan vit
komu suður aftur. Eg haldi,
at tað gongur hampiligt,
hóast skelkurin enn situr
í, sigur Hendrik Egholm
at enda.
– Tað hevði verið rættiliga illa vorðið hjá
okkum trimum í bilinum hendan dagin,
um vit ikki øll sótu væl íbundin. Ilt er at
siga, hvussu eg sjálvur hevði komið burtur
úr hesum. Í besta føri hevði eg brotið meg
sundur, og óhugsandi er ikki, at Hjørdis hevði
verið slongd fram ígjøgnum rútin. Hvat hevði
hent Harandi, um hann ikki sat í stóli og væl
íbundin, tori eg slett ikki at gera mær nakrar
tankar um, sigur Hendrik Egholm
Mynd: Jens Kr. Vang
– Tað fóru nógvir tankar gjøgnum høvdið
á mær, til bilurin steðgaði aftur á breytini.
Sekundini kendust long – og eg hugsaði í
fyrsta lagi um tey bæði, sum aftanfyri vóru.
Tað ”melur” skjótt - og nógv - undir slíkum
umstøðum, ásannar Hendrik Egholm
Mynd: Jens Kr. Vang