Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-02, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 2. juli 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 124 - 30. juni 2006 Ísrael – hvat nú! Tað vóru góð tíðindi, altjóða pressan hevði at bera, tá tað frættist, at Hamas loksins er sinnað at viðurkenna Ís­rael sum stat. Nú skuldi man so trúð, at glið kom á frið­arsamráðingarnar og at ljós var fyri framman fyri bæði ísraelsfólk og palestinar. Men nei. Fáar dagar seinni er aftur eldur í. Víðgongdir palestinar hava rænt ein ungan ísraelskan hermann og hótta við at taka hann av døgum. Hetta fær øði í ísraelsmenn, sum alt fyri eitt svara aftur við allari síni megi. Síðani hava ísraelskar deildir tikið seg inn í Gaza og hava oyðilagt elveitingina til gazabúgvar og hava bumbað vegir og brýr. Støðan er kaotisk, og palestiner biðja altjóða samfelagið um hjálp. ST-aðalskrivarin Kofi Anan heitir á Ísrael um at vera varið. Hann skilur ísraelar, sum ikki góðtaka, at ein av teirra hermonnum verður rændur, men vísir samtíðis á, at tiltøkini hjá ísraelska herinum mugu ikki raka civilfólkið í Gaza. Hesum leggja ísraelsku leiðararnir eftir øllum at døma einki í og hava tvørturímóti hert tiltøkini við eitt nú at taka og seta fastar fleiri av stjórnarlimunum hjá Hamas. Støðan er sera álvarslig, og uttan at taka partí við palestinum ella ísraelsmonnum, so mugu vit kortini ásanna, at ísraelski herurin ber seg ikki rætt at, tá hann fer fram sum hann ger. Hetta lovar heldur ikki væl fyri nýggju ísraelsku stjórnina. Aftur og aftur síggja vit, at hevndin gerst kjarnin í konfliktini og sum heldur lív í henni. Aftur og aftur síggja vit boðini í Gamla Testamenti útint: eygað fyri eygað! Tað ringasta, ið kann henda, er, um ísraelsk hevnd gerst so ógvuslig, at teir hóvligu palestinarnir taka hond sam­an við teimum víðgongdu Hamasfólkunum. Ein støða, sum nærkast í hvørjum og sum gerst veruleiki, um ikki Ísrael gevst við sínum ógvusligu tiltøkum móti sivilum palestinum. Sjálvandi kann Ísrael ikki liva við, at víðgongdir palestinar skjóta rakettir úr Gaza og inn í Ísrael og drepa sivil. Hinvegin má Ísrael skilja millum tær víðgongdu og oyðandi kreftirnar og so sivila fólkið. At oyðileggja undirstøðukervið, elveitingina ol. og harvið gera gerandisdagin hjá vanligum palestinum til eitt sætt ”helviti” er einki annað enn primitivur maktlogikkur, og hesin tænir ongum av pørtunum. Tíðin er komin til, at altjóða samfelagið krevur at gerast aktivur partur til tess at loysa konfliktina. At Hamas vann valið í Palestina ger tað nettupp enn meira átrokandi enn nakrantíð, at altjóða samfelagið, eitt nú ST fer beinleiðis inn í málið við eitt nú friðardeildum. Sosialurin Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónssekreterur: Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Nullhugsjónin er nú sam­tykt í løgtinginum, men skal tað málið náast er alneyðugt, at vit gera eina Landsvirkisætlan um ferðslutrygd í Føroyum. Jón Kragesteen, leiðari á Ferðslutrygd SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar P/F Poul Michelsen hev­ur gjørt avtalu um at lata proviantin til boripallin Stena Don, sum fer at bora á landgrunninum í summ­ar Oljuboring Jan Müller jan@sosialurin.fo Boripallurin Stena Don, sum í summar skal royndarbora eftir olju í Brugduøkinum á føroyska landgrunninum, hev­ur gjørt avtalu við P/F Po­ul Michelsen um at levera prov­iantin. Hetta er ein rætt­i­ liga stórur og krevjandi sátt­ máli, tá hugsað verður um, at ikki færri enn 300 fólk verða knýtt at boringini í tríggj­ar mánaðir í heyst. Leveringarnar skulu veit­ast um oljuhavnina í Runavík. Tað er Statoil, sum stendur fyri boringini. Trinity International í Aberdeen er høv­uðs­veit­ ari av øllum mann­ing­ar­ tæn­astum so sum rein­gerð og mati.Tað er sum und­ ir­leverandørur hjá Trinity International, at P/F Poul Michelsen kemur inn í mynd­ina. - Hjá P/F Poul Michelsen eru vit sera fegin um av­tal­ una og spent uppá at bjóða hesi nýggju upp­gávu av. Krøvini til pro­v­i­ant­ar­ings­ veit­anina til boripallar eru størri enn vanligt, men ikki størri enn at uppgávan væl kann klárast sigur Poul Mic­ helsen, stjóri í eini við­merk­ ing. Fólk frá PM havi seinastu dag­ar­nar verið í Aberdeen hjá Trinity International, sum er ein heimsfyritøka. Har hava tey kunnað seg um mannagongdirnar í sam­ band við veitingarnar til bor­i­pallin Stena Don. Føroyingar lata proviant til boripall Tónleikalig stór­ hend­ing verður við Gjógv leygardagin 1. juli kl. 17.00. Tá fer sjónleikarin Ann­ finn­ur Heinesen og tón­leik­a­bólkurin Ald­ u­báran, at framføra verk­ið “Søgan um ein sol­dát” eftir russiska tón­a­skaldið Igor Stra­ v­insky KONSERT Verkið snýr seg um stremb­anina eftir ungdómi og eydnu, um at pantseta sálini fyri mammon. Hetta er tað klassiska temaið, ið vit eisini kenna frá Goethe: Faust, ið selir sál sína til Mefisto. Tónaskaldið Stravinsky verð­ur roknaður sum stóri ný­skaparin í 20. øld. Hann breyt upp úr nýggjum. Stra­v­ insky var í útlegd í Sveis, tá ið hann skrivaði tón­leikin. Hóast hetta, so er verkið á tremur við russ­isk­um fólkatónleiki. Sam­stund­is blandar Stravinsky al­heims­ tónleikin uppí: hann nýtir el­e­mentir úr jazz, ragtime, tango, Bach-koralir, pas­o­d­ oble, wienarvals og mar­s­j­ tón­leiki. Tað kann tykjast løgið, at Gjá­argarður er staðið, har ið hetta verður framført, men verkið er júst skrivað, so til ber at ferðast við tí: Tíðirnar vóru ringar í 1918, fyrri veraldarbardagi leikaði á, so ráðini vóru ring, og nógv skuldi fáast burturúr lítlum. Aldubáran og Tjóðpallur Før­oya, eru farnir í samstarv um hetta tiltak. Hans Tór­ garð hevur stjórnað. Tekstin til verkið skrivaði Charles- Ferdinand Ramuz og Dánial Hoy­dal hevur týtt leikin til føroyskt. Sjónleikari: Annfinnur Hein­e­sen Tónleikarar: Anna E. Klett, klarinett. Christina And­er­s­en, fagott. Anders Ny­qvist, kornett. Andras Ol­sen, trombon. Øssur Bæk, violin. Ditlev Dam­ kjær, kontrabass. Rúni K. Mouritsen, slagverk Framførslan er liður í Summ­ar­tónum og verður í Gjáargarði leygardagin 1. juli kl. 17.00. Tónleikalig stórhending við Gjógv