Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-02, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 2. juli 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 124 - 30. juni 2006 11 xxxxxxxx Jógvan á Lakjuni, lands­ stýrismaður í menta­mál­ um, hevur sett sær fyri at seta eina nýggja mið­náms­ skúlaskipan í verk frá august 2007, t.e. um eitt ár. Nýggj skipan Fyri umleið einum hálv­um ári síðani setti lands­stýris­ mað­urin eina nevnd mann­ aða við trimum umboðum frá mentamálaráðnum og skúlastjórunum/rektar­un­ um í miðnámsskúlunum, til­samans átta limum, at greina verandi skipan og at koma við tilmæli til eitt ítøkiligt uppskot um, hvussu tær gymnasialu mið­námsútbúgvingarnar skulu skipast í framtíðini. Afturat nevndini varð sett­ ur ein sonevndur tilvís­ing­ ar­bólkur, sum um­framt for­mann og skriv­ara hev­ ur tólv limir umboð­andi yrkisfeløgini hjá lærar­un­ um, næmingar, Fróð­skapar­ setrið, skúlarnar og Vinnu­ húsið. Verandi skipan Sum er, hava vit eina skipan á miðnámsøkinum, sum fevnir um studentaskúla, HF, HIF (í fiskivinnuskúlanum), HH (í handilsskúlanum) og HT (í tekniska skúla), við øðrum orðum eru tvær alment gymnasialar og tríggjar yrkisgymnasialar út­búgvingar. Viðgerð Ein stórur partur av ung­ dóminum gongur styttri ella longri tíð á einum ella fleiri av hesum skúlunum. Broytingarnar, sum menta­ málaráðharrin hevur stung­ið út í kortið, verða tí sera avgerandi fyri ein stóran part av fólkinum. Tí kann tað undra, at so lítið ítøkiligt hevur verið at hoyrt alment um, hvat ætlanin er, og hvørjar hugsanir hon byggir á. Á heimasíðuni hjá MMR ber til at lesa arbeiðs­setn­ ingin hjá nevndini, sum skal tilevna uppskotið um nýggjan bygnað. Til­mælið hjá nevndini skal vera liðugt 23. januar 2007, í januar/februar verð­ur aðal­ orðaskifti í løgting­inum, og skipanin verður sett í verk frá august komandi ár. Tað er neyðugt støðugt at dagføra skipanir á skúla­ økinum, eingin ivi um tað. Men fyri at tryggja at broytingarnar verða til tað betra, er umráðandi, at t.d. lærarar á økinum eru við í tilgongdini. Tað er ikki seriøst at fara undir so stórar broytingar, sum talan her er um, uttan frammanundan gjølla at hava kannað tað kvalitativa innihaldið í út­búgvingunum. Bygnaður Eftir tí nýggju ætlanini skulu allar miðnámsútbúgvingar skipast eftir sama leisti. Tær taka trý ár, byrja við einum felags støðisári og halda fram tvey ár á ymiskum breytum. Støðisárið endar við próvtøku á c-stigi í ymiskum lærugreinum. Til ber at steðga á eftir lokið støðisár, tó at meginreglan eigur at vera, at næmingurin heldur fram og tekur fult prógv. Henda skipanin er í dag galdandi í Handilsskúlanum (FHS+HH), Tekniska skúla (SIT+HT) og Fiski­ vinnuskúlanum (SIF+HIF). Í Studentaskúlanum er eitt samanhangandi 3 ára nám umframt HF, sum tekur tvey ár. Støðisár Eitt endamál við felags støðis­ári er, at allir næm­ ingar skulu fáa eitt felags grundarlag, og at tað skal gerast lættari enn í dag at skifta breyt. Tá ið næmingar hava gingið 9 ella 10 ár í fólkaskúla, hava tey so ikki eitt felags grundarlag? Eru tey ikki komin hartil, at tey gleða seg at sleppa at velja ta leiðina, sum hugurin stendur til? Umleið 60% av einum árgangi fara undir miðnámslestur. Tey hava hvørki sama áhuga ella somu førleikar at læra. Sum er, kunnu tey velja millum eitt alment ella eitt yrkismiðnám. Læru­grein­ irnar í studentaskúlunum eru teoretiskar og alment búgvandi. Í yrkisskúlunum eru harumframt lærugreinir, sum peika beinleiðis fram móti ymiskum vinnu­grein­ um. Skúlarnir hava hvør sítt eyðkenni, ikki bara á pappírinum, men eisini í verki. Tað er ein styrki, og tað er sera vandamikið at undirmeta týdningin av hes­ um. Tað hevur ofta verið ført fram, at talan er um parallelskipanir, sum eru óneyðugar í einum so lítlum samfelagi sum okkara. Eftir mínum tykki er hetta ikki rætt. Í einum lítlum samfelagi er brúk fyri líka nógvum funktiónum sum í einum stórum. Tað er neyðugt at útbúgva fólk við atliti at øllum táttum í samfelagnum, og tí eigur tað valið, næmingarnir gera, at síggjast aftur í innihaldinum í undirvísingini frá fyrsta degi. Fyrr farið verður til verka, dygdarbetri verður úrslitið. Støði Á øllum miðnámsút­búgv­ ingunum eru lærugreinirnar á A-, B- ella C-støði. Tað verður av summum tulkað soleiðis, at so eru innihaldið og støðið eisini tað sama. Men so er ikki. Tað sigur seg sjálvt, at studentaskúlarnir, í t.d. føroyskum við hægri tímatali og við fleiri ástøði­ ligum lærugreinum sum stuðli, eiga at vinna upp á eitt hægri støði enn yrkis­ skúlarnir og HF. Gera teir ikki tað, gera lærararnir ikki sítt arbeiði nóg væl. A- støði í føroyskum er tí ikki tað sama í teimum ym­isku miðnámsskúlunum. Tað sama er galdandi í stødd­ frøði og øðrum ástøðiligum lærugreinum við. Tað er ikki góður tóni at siga so, tað veit eg. Men eg haldi, vit eiga at síggja hetta øðr­ vísi. Næmingar, sum hava stað­ið próvtøku í einum mið­námsskúla, hava somu møguleikar at sleppa inn á allar hægri lærustovnar. Sum Handilsskúlin eina­ ferð lýsti við, so ber væl til at lesa til prest við HH-prógvi í hondini. Ja, men tað skal skiljast á ein ávísan hátt. Tað ber væl til at lesa til prest við HH- ella HIF-prógvi. Tað ber væl til at lesa til lækna sum nýmálsligur studentur. Tað ber væl til at lesa til jurist við HF-prógvi. Tað ber væl til at lesa til grannskoðara við HT-prógvi. O.s.fr. Men tað er bara ikki tann beina leiðin. Tann, sum velur soleiðis, veit, at hann ella hon fær kjansin, men at tað kostar eyka arbeiði sum t.d. ískoytisskeið av ymiskum slagi. Men hann/ hon er motiverað, tí ber tað til. Og tað er gott, at okkara skipan er so liðilig. Men fyri tey flestu hevur tað týdning, hvussu tey velja frá byrjan. Vilt tú lesa støddfrøði, er tað skilagott at fara í studentaskúla. Vilt tú lesa til búskaparfrøðing, er mest upplagt at velja Handilsskúlan. Vilt tú vera fiskifrøðingur, vel tá Fiskivinnuskúlan. O.s.fr. Altso: A-støði í teimum ymisku miðnámsskúlunum er ikki tað sama, men skipanin er soleiðis gjørd, at ein næmingur við ein­ um A-støði í hondini hev­ur atgongd til hægri út­búgv­ ingarstovnar. Hetta merkir væl at merkja ikki, at ein skúli er betri enn nakar av hinum. Tað merkir heilt einfalt, at skúlarnir hava sína styrki á ymiskum økjum, og tað kann ikki virðismetast nóg høgt. Hvør skúli sær hevur tað hægsta støðið á sínum øki, tí lærugreinirnar tilsamans stuðla upp undir tann ávísa profilin, og tí byrjað verður beinanvegin við tí, sum er relevant. Fara vit nú at taka munin burtur, er vandi á ferð. Eitt støðisár fer at seinka progressiónina, tí øll læra nú einaferð ikki alt líka væl. Og hví skulu tey eisini tað? Depil Nú í vár hevur løgtingið viðtikið, at skúladepil verð­ ur bygdur í Marknagili í Havn. Tað er ætlanin, at allir miðnámsskúlar eftirhondini skulu húsast har, hóast Stu­ dentaskúlin ikki verður við í fyrstu atløgu. Sagt verður frá ymiskari politiskari síðu, at skúlarnir eru ov smáir hvør sær, og at meiri fæst burturúr, um skúl­ arnir allir eru undir sama taki. Eg ivist stórliga. Stu­ dentaskúlin í Hoydølum er ikki nakar lítil skúli. Eisini eftir norðurlendskum málistokki er ein skúli við uml. 550 næmingum og uml. 65 lærarum ein rímiliga stórur skúli. Hann kann bjóða eitt breitt úrval av vallærugreinum á bæði A- og B-støði. Eg havi ikki enn sæð nakra fakliga-pedagogiska grundgeving fyri, at depils­ loysnin skal vera ein fyri­ munur. Tvørturímóti fer ein samanlegging eftir míni sannføring at hótta tað fak­liga støðið, sum Stu­denta­skúlin bjóðar í dag. Enn eina­ferð skal eg leggja dent á, at hetta ikki skal skiljast soleiðis, at vit í Studentaskúlanum eru betri enn onnur. Men vit eru vónandi tey bestu til tað, sum vit gera. Fyrr var illa. Vit eru góð við okkara skúla, og vit hava ambitión­ ir vegna okkara næmingar. Sum hinir lærararnir hava tað á sínum skúlum, rokni eg við. Broytingar Tað, sum her er sagt, merk­ ir ikki, at broytingar ikki skulu fremjast. Tað merkir heldur ikki, at lærararnir í Hoydølum eru ímóti broyt­ ingum, soleiðis sum ført hevur verið fram. Í roynd og veru er innihaldið í und­irvísingini í støðugari broyting, tað vil so vera. Høvdu vit ikki dugað at fylgt við og lagað okkum eftir skiftandi rákum, høvdu næmingarnir ivaleyst valt aðrar leiðir. Vit vilja fegin samstarva, og vit eru fús at bretta upp um armar. 10. flokkur Fólkaskúlin hevur svárar trupulleikar at fáast við. Við alt ov smáum játtanum skulu lærararnir fáa allar næmingar ígjøgnum eina skipan, sum í prinsippinum er á einum rættiliga høgum støði. Men at næmingarnir eru so ymiskir, sum teir eru í tí veruliga lívinum, er ikki lagt upp fyri í ger­ andisdegnum. Tí fáa m.a. teir næmingarnir, sum ástøði­ liga eru best fyri, og sum hava hug tann vegin, ikki nóg nógvar avbjóðingar. Latið teir/tær sleppa at velja tann ástøðiliga vegin, og latið miðnámsskúlan sleppa at bjóða teimum krøv, sum kunnu flyta teir/ tær, í staðin fyri at noyðast at draga teir/tær gjøgnum eitt 11. felagsár. Heldur enn at seta á stovn eitt støðisár í mið­ námsskúlunum kundi eitt uppskot verið at latið 10. flokk verið støðisár. 10. flokkur kundi verið skipaður soleiðis, at næmingarnir sluppu at velja breytir, sum fyrireikaðu teir/tær til krøvini, sum teir einstøku skúlarnir settu. Eisini kundu breytir verið skipaðir fyri teir næmingar, sum ætla sær eina handverksútbúgving. Hvussu tað ítøkiliga kundi verið skipað, havi eg ikki fortreytir fyri at siga. Men við einari slíkari skipan kundi 10. flokkur verið tann mondul, sum knýtti fólkaskúla, miðnámsskúla og handverksútbúgvingar sam­an. Keldur: Álitið “Endurskoðan av gymnasialu útbúgving­unum” (2004). “Ávegis arbeiðsskjal”, sum sitandi nevnd hevur skrivað. www.mmr.fo Aðrar útbúgvingar > Endur­skoðan av gymnasialu út­búgv­ingunum Miðnámsskúlin Kirsten Brix Ráðið fyri Ferðslutrygd Bilverjur eiga at verða gj­­ørd­ar í øllum tunlum í Før­oyum, eins og bilverjur eisini eiga at verða gjørdar framvið øllum vegum, har tað er neyðugt! Ein hin kendasta ferðsl­ u­van­l­ukkan í tunli man vera tann við Dianu prin­ sessu. Bilurin, hon var í, rendi í eina súlu, sum stóð í vegjaðaranum. Hevði bil­verja verið í tunlinum, hevði tann vanlukkan helst ikki ver­ ið so álvarlig. Veggirnir í tunlunum í Før­oy­um eru ikki slætt­ir. Fer ein bilur av einhvørjari or­søk av kós og rennur í vegg­in, kann hann verða “hang­andi” og stoytur­in kann gerast ógvusligur. Ein vanlig bilverja kann fyri­byrgja hesum. Nullhugsjónin er nú sam­tykt í løgtinginum, men skal tað málið náast er alneyðugt at vit gera eina Landsvirkisætlan um ferðslutrygd í Føroyum. Men vit hava enn onga Lands­virkisætlan um ferðsl­utrygd í Føroyum, og tískil er ikki nøkur miðvís ætl­an, sæð út frá einum ferðsl­u­trygdarsjónarmiði, løgd enn. Um vit høvdu eina Landsvirkisætlan um ferðsl­u­trygd, hevði ein ætlan um bilverjur verið ein natúrligur partur av henni Ferðsluvanlukkur raka land okkara meint, og ferðsl­u­skaðar kosta Føroyum mill­i­ónir krónur árliga. Bilverjur eiga at verða gjørdar í øllum tunlum