sunnudagur 2. juli 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 124 - 30. juni 2006
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Mánadagin 3. juli 2006
verður Hjørleif Hentze, fyrrv.
verkførari, Marknagilsvegur
48, Tórshavn 80 ár.
Ljósu barnaárini hevði Hjør
leif undir góðum umstøðum
heima á Sandi. Foreldrini
vóru Kristianna og Jóan Pet
ur Hentze, 3 vóru børnini,
Tórbjørn (1921-2001), hann
búsettist á Argjum, Ása
(1923-2005) og Hjørleif, sum
búsettust í Havn.
Tá skúlagongdin hjá Hjør
leifi var frá hondini, var hann
ikki 14 ár, men hugurin til
virkis hevði hann altíð havt
og sum hjá ungum bygda
dreingi tá, fór hann upp í alt
vanligt arbeiði, sum tá var í
bygdini.
Jørðina vóru øll felags um
at røkja og útróður var eisini
ein partur av gerandisdegnum
hjá Hjørleif, og síðstu krígs
árini fer hann til skips.
Hann er við ”Norðsteini”,
”Álaker” og ”Trý Systkin”,
kend sluppnøvn.
Men 6. november 1946
skiftir hann kós, hann er
nú 20 ára gamal og fer í
smiðjulæru hjá Wenzel
Petersen, smiðjumeistara
í Havn. Eitt summar fyrst
í 1950-árunum var hann í
Grønlandi, Wenzel hevði
smiðju í Føroyingahavnini.
Hjørleif var hjá Wenzel
Petersen í samfull 30 ár.
Tá hann í 1946 fór í læru,
helt smiðjan til í nýgjørdum
hølum í Varðagøtu, har komm
unala brandstøðin seinni var,
Wenzel flutti seinni smiðjuna
í gróthúsini hjá Pola í Dali á
Eystaru bryggju, hagani var
smiðjan uppaftur einaferð
flutt út í Bakka, har Wenzel
bygdi nýggja smiðju. Hjørleif
var verkførari hjá Wensel,
og tá nýmótans bilsmiðjan
uppi undir Krákugjógv varð
bygd, var Hjørleif við til
byggingina.
Í 1976 fer Hjørlef at starvast
hjá fyritøkuni Demich, sum
var á Tinghúsvegnum í Havn
og hevði stóran handil við
sanitetsvørum.
Hjørleif verður nevndar
limur í Handverksmeistara
felagnum í 1970, verður
nevndarformaður í 1973-
81. Síðani er hann skrivari
felagsins, til hann í1992
gevst fyri aldur. Stýrislimur
í Tórshavnar Tekniska
Skúla1973-1992.
Hjørleif var sera virkin í
losjuni Skorðatindi, áðrenn
hann fór í smiðjulæru í Havn.
Valafólk hevði hann undir lið
í losjuni. Móðirin Kristianna,
hon var ein losjustovnarin í
1930, Mortan í Skálanum,
Johan í Skemmuni, Stein
grim hjá Kitti og fleiri aðrir
felagsstuðlar áttu eisini at
verið nevndir. Vitnisburður frá
livandi virkseminum, ið tá varð
í losjuni, eru hondskrivaðu
bøkurnar, sum skiftu mill
um skrivandi limirnar. Úr
bókini lósu tey søgur sum
annan fyrndarmiklan lesna.
Mentanaræðrar frá hesum
fólkum nemur tú hjá Hjør
leifi. Um gerðabøkur Sands
losjunar kundu tala, var
Hjørleif eyðsýndur. Seinni er
Hjørleif við hugsanum sínum
– í ”Glaðustroki”.
Eitt kapitul fyri seg er
felagsmaðurin Hjørleif í
losjuni ”Støt Viljen”. Knáur
hevur hann verið, tá mál um
húsaviðurskiti felagsins vóru
at greiða, hollur í øllum.
Una og Hjørleif giftust 6.
november 1955 og tey settu
búgv á Marknagilsvegnum
– her hava tey verið síðani.
Rundan um seg hava tey
dóttrina Sólrun og hennara
Eyðstein við børnunum Unu
Cesiliu, Beintu Birgittu og
Hjørleivi.
Tillukku við kempualdr
inum – sjálvan dagin eru
tey heima á Sandi.
jl
Hjørleif Hentze 80 ár
14 ára gamla argja
gentan Gyðja á
Argjahøvda veit hvat
tað er at búgva í
Asien og Afrika. Men
fermast, tað vildi hon
heima í Føroyum.
Ungdómur
Snorri Brend
Argir: Seinasti sunnudagur
var ein serstakur dagur í lív
inum hjá teirri ungu Gyðju.
Eftir at hava gingið til prest í
egyptiska høvuðsstaðnum eitt
skifti, var dagurin nú komin
har hon skuldi fermast í Argja
kirkju av sóknarprestinum
Bergi D. Joensen.
Frálæran var saman við
einum øðrum donskum
drongi hjá einum donskum
presti, men samband var
eisini til føroyska prestin
umvegis alnetið.
– Vit vildu mest hava at
vita, hvat eg skuldi læra. Jú,
hetta var ein øðrvísi ferming
enn hjá øðrum, greiðir Gyðja
frá.
Frammanundan ferming
ini var hon tveir dagar saman
við Bergi, har greitt varð
frá tí seinasta viðvíkjandi
ferming hennara.
Spurningar frá
muslimum
Í Kairo gongur Gyðja í ein
um amerikanskum skúla,
hagar næmingar koma úr
øllum heiminum.
– Eg havi eisini fleiri
egyptiskar vinkonur, sigur
Gyðja.
Tær hugna sær saman á
ymiskan hátt, m.a. við at
lurta eftir tónleiki og práta.
Eitt av evnunum var tann
komandi fermingin.
Vinkonurnar vóru sum
vera man áhugaðar í, hvat
fermingin var og hvussu tað
gekk fyri seg í Føroyum.
Hesar vinkonurnar eru
sjálvandi vaksnar upp í einum
muslimskum umhvørvi, og
vildu tí eisini vita, hví hon
skuldi fermast.
– Eg royndi bara at svara
teimum sum frægast, sigur
nýfermda argjagentan við
altjóða bakgrund.
Gott við Arto
Hetta at búgva í fremmandum
landi er ikki ókent fyri Gyðju.
Hon hevur m.a. búð trý ár í
Nepal og hevur seinastu tvey
árini búð í Egyptalandi.
Mong vilja helst halda,
at tá ein býr í einum slíkum
arabiskum og muslimskum
landi er bæði ófriðarligt og
helst eisini vandamikið hjá
útlendingum.
Men tað kennir Gyðja
einki til:
– Nei, her í Egyptalandi
er hvørki ótrygt ella vanda
mikið, sigur hon.
Hóast stóru fjarstøðuna
hevur hon kortini megnað at
hildið sambandið viðlíka við
vinkonur sínar í Føroyum.
– Her gera vit brúk av Arto.
Tað er gott at hava henda
møguleikan, sigur Gyðja.
Las í Kairo og fermd á Argjum
Bergur D. Joensen stóð fyri fermingini hjá Gyðju í Argja kirkju
Føðingar
15. juni fingu Rannvá Debens Christiansen og Dánial
Olsen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 47 cm. long og
vigaði 2150 gr.
16. juni fingu Katrin Nielsen og Karsten Hansen, Klaksvík,
eina dóttur. Hon var 50 cm. long og vigaði 3300 gr.
21. juni fingu Lydia og Janus Joensen, Klaksvík, ein son.
Hann var 47 cm. langur og vigaði 2815 gr.
22. juni fingu Borgny Mohr Nielsen og Kári Rubek Niel
sen, Tórshavn, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði
3420 gr.
22. juni fingu Oddvør Ottosen og Martin Wilhelmsen,
Haldórsvík, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði
3850 gr.
23. juni fingu Gunnvá Gray og Ransin Napoleon Djur
huus, Tórshavn, ein son. Hann var 50 cm. langur og
vigaði 3100 gr.
23. juni fingu Kirstin Danielsen og Rúni Hansen, Tórshavn,
eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3250 gr.
23. juni fingu Åshild Johansen, Norra og Ragnar H.
Jacobsen, Nólsoy ein son, og Annika bleiv stórasystir.
Hann var 54 cm. langur og vigaði 3830 gr.
23. juni fingu Siri og Torkil Mørkøre, Klaksvík, eina
dóttur. Hon var 48 cm. long og vigaði 2205 gr.
24. juni fingu Judith og Jørgin Thomsen, Skáli, eina
dóttur. Hon var 55 cm. long og vigaði 3750 gr.
25. juni fingu Kristvør og Eivind Koldsen, Skopun, ein
son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 3780 gr.
26. juni fingu Elsa Maria og Jógvan í Beiti, Klaksvík, eina
dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3600 gr.
28. juni fingu Gunn og Rói Dahl-Jacobsen, Kaldbak, eina
dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3900 gr.
29. juni fingu Marian á Borg og Bogi Midjord, Hoyvík,
ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 4000 gr.
Brúdleyp
1. juli giftast Jacobina Norðberg Petersen og Martin
André Assentoft í Sankt Markus kirkjuni á Frederiksberg.
Brúdleypsadr.: Frodesvej 28, 2880 Bagsværd.
Leygardagin 1. juli kl. 13.00 giftast í Havnar kirkju Tórunn
Sjóvará Poulsen, Tórshavn og Øssur Joensen, Skopun.
Døgurði verður á Hotel Hafnia fyri innbodnum. Kl. 19.00
verður opið hús í Gortrugøtu 26, 188 Hoyvík.
Leygardagin 1. juli kl. 15.00 giftast í Vesturkirkjuni Elly
Ejdesgaard Joensen, Tórshavn og Andreas Petur Hansen,
Skáli. Veitslan verður í Pálsstovu fyri innbodnum.
Leygardagin 1. juli kl. 14.00 giftast í Betania í
Porkeri Beinta Gudfinnsdóttir Olsen úr Porkeri og
Edvard Johannus Jacobsen av Eiði. Veitsla verður fyri
innbodnum.
Leygardagin 1. juli kl. 14.00 giftast í Horsens Pinsekirke
Heidi Jensen, Århus og Christian Laursen, Silkeborg.
Adr.: Hvedevænget 4, 8600 Silkeborg.
Prógv
Erla Heinesen Højsted, Hoyvík, búsitandi á Frederiksberg,
hevur frá Universitetinum í Keypmannahavn lokið prógv
sum sálarfrøðingur.
Heidi Friang Cruse úr Fuglafirði hevur fingið prógv sum
lærari á Ålborg Seminarium.