Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-02, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 2. juli 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 124 - 30. juni 2006 13 Diana Hansen, Klaks­ vík, andaðist týsdagin, 80 ára gomul. Kistan fer úr Kapellinum á Klaks­víkarsjúkrahúsi fríggjakvøldið kl. 18. Jarðarferðin verður úr Betesta leygardagin kl. 13.30. Tey, ið vilja minn­ast Dianu, kunnu lata eina peningagávu til Zarepta; konta í peningastovninum. Kistan við Henning Joen­ sen fer av Ellisheiminum í Miðvági í kvøld kl. 18. Jarðarferðin verður úr Miðvágs kirkju leyg­ar­ dagin 1. juli kl. 13. Tey, ið vilja minnast Henn­ ing, kunnu lata eina peningagávu til Miðvágs kirkju. Petur Sjúrður Thomsen úr Nesi í Hvalba andaðist á Sambýlinum í Hvalba hósdagin 29. juni, 84 ára gamal. Farið verður úr kapellinum leygardagin kl. 17. Jarðarferðin verð­ ur úr Hvalbiar kirkju sunnudagin kl. 13. Sungið verður úr sálma­ bókini. Tey, ið vilja minnast Sjúrð kunnu lata Sambýlinum eina gávu. Konto í pen­inga­ stovn­unum. Andlát og jarðarferðir Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu, tá pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara Hans Petur Djurhuus Tórshavn ættaður av Nesi, Vági andaðist og varð jarðaður. Tøkk til tykkum øll, sum á ymiskan hátt hjálptu til. Tøkk til talarar, sangarar og spælarar. Tøkk fyri minnisgávur til Zarepta. Tøkk til tykkum, sum sendu blómur og fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað her. Vegna tey avvarðandi Karin, Lis og Eyðvør Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá góði maður mín, pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara Sigmund Arge Gregoriussen Tórshavn andaðist og varð jarðaður. Tøkk fyri heilsanir, uppringingar, blómur, kransar og peningagávur. Tøkk til Hera Joensen, prest. Tøkk til Rúnu á Heygum og Herluf Lützen fyri sangin í kirkjuni Tøkk til sangarnar Tøkk til tykkum, sum hjálptu til við ervinum. Ein serstøk til tykkum á B6,ið vóru um hann. Og tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu honum seinasta teinin. Familjunnar vegna Karen, Birna og Beinta Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum at elskaða kona, mamma, omma og langomma Diana Hansen Klaksvík fór heim til Harran týsdagin 27. juni, 80 ára gomul. Kistan fer frá kapellinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, fríggjakvøldið kl. 18.00. Jarðarferðin verður úr Betesda leygardagin kl. 13.30. Familjunnar vegna Esmar, Anna, Malena, Óla Jákup og Jógvan Kári Tey, ið vilja minnast Dianu kunnu lata eina peningagávu til Zarepta. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum gjørdu gullbrúdleypsdag okkara so minnisríkan. Takk til tykkum, sum sungu um morgunin. Takk til tykkum í Missiónshúsinum. Takk til øll, sum hjálptu til og til øll tykkum, sum komu á gátt. Eisini hjartaliga takk fyri heilsanir vit fingu. Harrans ríku signing. Elsa og Jógvan Petersen, Kollafjørður Mánadagin 3. juli fyllir Kári Skála 60 ár. Kári er føddur, uppvaksin og hevur slitið sínar barnaskógvar í Dr. Jacobsensgøtu í Havn, yngsti son­ur Honnu, f. Thor­kildshøj av Nesi, og Óla Kristi­an Skála handilsmann í Havn. Eftir lokið realprógv fór Kári niður á sjómansháskúla í Svendborg og víðari sum næmingur við skúla­skip­inum »Georg Stage«. Heim­aftur­komin var Kári sjómaður eina tíð, var við Sildrekanum við Júst í Trúni sum skipara, í tí góðu sildatíðini í seksti­árunum. Hann var eisini við lílnubátunum Nornagesti og Klakki, til hann gavst at sigla í 1968, og fór at arbeiða hjá pápa sínum. Bleiv so stýrimaður á turra bógnum – har foreldrini sleptu, tók Kári við. Saman við konu og systur síni eru tey karmurin um P/F Skálabúðina og Móta­skálan. Stóran áhuga hevur Kári í Havnar Bóltfelag, har hann eisini hevur spælt í dreingjadeildini. Teir vóru á Íslandsferð 1960 – sama árið sum teir gjørdust føroya­meistarar. Hann var í nevndini hjá HB-stuðlum í fimm ár, harav tvey ár sum formaður. Hann var eisini við til at stovna HB-stuðlar í 1979. Kári hevur eisini íðkað fim­leik í 20 ár hjá Havnar fimleikarafelag »Old Boys« liðið hjá Dánj­ali Hús­ garð, nú Torkil Dahl. Kári er morg­un­ maður, er at síggja hvønn morgun á posthúsinum í miðbýnum og í svimji­ høllini hvønn sunnu­morgun. Kári giftist í 1974 við Marin, fødd Hentze, ættað av Sandi. Tey búgva við Hvítanesvegin í Hoyvík og eiga tey tvey børn: Kristian Martin, giftur við Rannvá, f. Dalsgarð avArgjum, tey búgva á Hamrinum á Argj­um, og Súsanna, gift við Brandi Jacobsen av Glyvrum, tey búgva í Syðrugøtu. Eisini eigur Kári seks abbabørn: Kára, Bjarna, tvíburarnar Ragnar og Rógva, Óla Kristian og Marin. Í sambandi við føðingar­dagin hevur Kári opið hús við morgunmati í HB- hús­in­um millum kl. 11.00 og 15.00, har hann vónar at síggja nógvar vinir og kenn­ingar. Kári Skála 60 ár Øll barnaárini vart tú mín stóra fyrimynd. Tú gekk heima og hevði altíð okkurt gott til okkum Heina og meg, tá vit komu úr skúlanum. Í mínum barnaárum nýttu gentur tyll og ljósareyð pløgg. Eg afturímóti nýtti cow­boybuksur og gular lørifts­­skógvar. Tá tað regnaði, spældu vit inni. Tú teknaði eitt flogfar við kriti á køksgólvinum, og so lakkaðu vit. Tú vart livandi og aktiv. Minnist tey kvøldini, tá sjónleikarafelagið trenaði úti hjá okkum og so spenningur tá tit fóru á pall. Tað var ikki bert sjónleik­ ur­in, ið hevði tín áhuga. Systir tín Tove, Frodina og tú, stovnaðu bólkin Sputnik. Tove spældi klaver, Frodina trummur og tú harmoniku. Enn er alt, tú tókst við, ikki nevnt. Ítrótturin hevði títt hjarta. Tú spældi hondbólt og var ein framúrskarandi svimjari. Tú lærdi øll børnini í granna­ lagnum at svimja á sjónum og yngsti beiggi okkara, gjørd­ist ein hin besti svimjari í kongaríkinum, inspireraður av tær Ingrid Ein modernað mamma fyllir 80 -har tað hendir