sunnudagur 2. juli 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 124 - 30. juni 2006
Dagurin
1.juli. Tebaldus, deyður ár 1066. Franskur aðalsmaður,
ið á ungum árum velur eitt lív sum einbúgvi. Var fyrst
í Luksemburg, ger so pílagrímsferð til Santiago de
Compostela í Norðurspaniu, til Róm og fær sær at enda
tilhald í Vincenza í Italiu, har hann varð prestvígdur.
2. juli. Syftunsøka. Hildin til minnis um enska biskupin
í Winchester Swinthun, sum doyði ár 862. 15. juli ár 971
varð hann skírdur halgimenni. Dómkirkjan í Stavanger
í Norra er vígd honum. Minningardagur hansara er í
Onglandi 15. juli, men í Føroyum og Norra er hann tann
2. juli, sum var deyðadagur hansara. Tað er tí helst úr
Norra, at syftunsøkudagur er komin higar. 2. juli er eisini
ein gomul mariumessa, vitjunardagur Mariu, til minnis
um at Maria Moy vitjaði skyldkonu sína Elisabeth, móðir
Doyparans. Niels Winther var føddur hendan dagin í
1822.
3. juli. Kornelius. Mong eru halgimenni, sum bera navnið
Kornelius, men teir vita ikki við vissu, hvør hesin er.
Summir halda, at talan er um pávan Kornelius, sum varð
tikin av døgum ár 253. Aðrir siga, at sipað verður til
høvuðsmannin Kornelius, sum var fyrsti heidningur, ið
var doyptur. Ápostlasøgan kap. 10. Navnið er latínskt ið
kemur av orðinum cornu, ið merkir horn.
29. juni 2006 fingu Sylvia
Henriksen, Katrin Simony
Knudsen og Barbara Bratta
berg prógv sum farma
konomar á Tjaldurs Apoteki
í Havn.
Útbúgvingin sum farma
konomur tekur trý ár. Ein
partur av útbúgvingini er
á apotekunum í Føroyum,
meðan skúlin er í Hillerød í
Danmark, har næmingarnir
eru sjey ferðir í tey trý árini,
útbúgvingin tekur.
Tjaldurs Apotek:
Tríggir farmakonomar
fingið prógv
Farmakonomar sum fingu prógv 29. juni 2006 f.v. Katrin
Simony Knudsen, Sylvia Henriksen og Barbara Brattaberg
Ja, brádliga fór tú heim til
Harran, 68 ára gamal. Vit
høvdu planlagt eina stóra
familjufest í Fuglafirði í
juli mánað.
Tú fór til Íslands sum 15
ára gamal á Bóndagarð.
Har bleiv tú verandi, fekk
eina góða konu og trý
børn.
Harrin gevur, Harrin
tekur øll til sín.
Friður verður við minni
tínum.
Hanstholm
28. juni 2006
Tórhallur
Minningarorð um mín
góða pápabeiggja
Kaisten Andreasen
Í dag, fríggjadagin 30. juni
2006, fyllir Signar Dalfoss í
Havn 60 ár, og 12. november
í fjør fylti eldri bróðurin,
Hagbard Dalfoss, 70 ár.
Hóast Signar og Hagbard
hava búð meginpartin av
lívi sínum í Havn og verða
roknaðir sum havnarmenn,
eru teir suðuroyingar. For
eldrini vóru Jensia og
Alexander Dalfoss, hon av
Sevmýri á Tvøroyri, og hann
úr Froðba. Familjan búði í
Froðba til 1951, tá tey fluttu
til Havnar at búgva.
Umframt at teir eru brøð
ur, hava Signar og Hagbard
eisini tað til felags, at teir
báðir arbeiddu hjá post
verkinum meginpartin av
lívi sínum, Signar arbeiddi
í 36 ár og Hagbard í 49 ár.
Hagbard gavst í 2000, og
Signar gavst fyrr í ár. Í dag
hava teir eisini tað til felags,
at teir eru grannar og búgva
báðir í Berjabrekku.
Signar er upprunaliga
útbúgvin timburmaður, hann
lærdi hjá byggifelagnum Lam
hauge Waagstein. Hann fekk
starv á posthúsinum 16. juli
1970 og byrjaði við at ganga
við posti. Seinni arbeiddi
hann í sorteringini og í virð
isbúrinum. Tey síðstu árini
arbeiddi hann á KT-deildini,
sum er heldur sjaldsamt fyri
fólk í hansara aldri. Orsøkin
man helst vera, at tað liggur
sera væl fyri hjá honum at
arbeiða við teldum. Hann
hevur eisini stóran áhuga í
ættargransking og liggur inni
við einum stórum databanka
við upplýsingum um fólk og
familjur.
Signar er giftur Kirsten, f.
Joensen, dóttir Edle og Hergeir
Joensen, hon úr Frederikshavn
og hann úr Hesti. Hergeir var
í nógv ár maskinmeistari á
Loranstøðini í Vági, so Kirst
en er fødd og uppvaksin í
Vági. Signar og Kirsten eiga
børnini Poul og Heidi, ið bæði
búgva í Danmark.
Hagbard flutti til Havnar
eitt ár áðrenn hini í familjuni
og arbeiddi sum telegrafboð,
áðrenn hann byrjaði á
posthúsinum 1. juni 1951,
har hann hevði ymisk størv,
hann gekk við posti og
koyrdi seinni pakkabilin.
Seinnu nógvu árini arbeiddi
hann í sorteringini. Tá hann
gavst á poshúsinum eftir
næstan 50 ár í starvi, hevði
hann arbeitt undir 5 ymiskum
postmeistarum.
Svágur
Hagbard, Símun Samuelsen
í Hornabø, arbeiddi eisini í
umleið 50 ár á posthúsinum.
Í síni frítíð og eftir at hann
er givin á posthúsinum er
Hagbard er nógv í Saksun,
har familjan hevur eini
summarhús.
Hagbard er giftur Sonju, f.
Simonsen, úr Saksun, dóttir
Oluffu og Petur Henzar Simon
sen, hon úr Saksun og hann úr
Sandavági. Oda og Hagbard
eiga børnini: Odu, sum býr
í Kollafirði, Alexandur sum
býr í Havn, og Ann, sum býr
í Ljósáum.
Signar og Hagbard áttu
eisini ein eldri bróður, Martin
Leo, vanliga nevndur Marlo,
sum búði í Keypmannahavn,
hann andaðist i 2001, og
eina systir, Johanna, sum
býr á Amager.
Signar og Hagbard vóru
góðir sum starvsfelagar
á posthusinum, góðir at
samstarva við, duga væl at
skemta og eru sera hittin
orðaðir. Signar hevur t.d.
sagt, at hann varð tvangs
fluttur til Havnar. Tí tá
hann sum smádrongur kom
til Hvanar at búgva, sovnaði
hann á Tvøroyri, og visti
einki til sín fyrr enn hann
var í Havn.
Vit
á
posthúsinum
ynskja okkara fyrrverandi
starvsfeløgum tillukku við
føðingardøgunum og alt tað
besta í framtíðini.
Fyrrverandi
starvsfelagar
50 ár
Sunnudagin 2. juli verður Jónfríð Jacobsen, Tórshavn,
50 ár. Tey, ið ynskja at heilsa uppá Jónfrið eru vælkomin
í høli hjá Starvsmannafelagnum, J. H. Schrøtersgøta 9,
leygardagin 1. juli frá kl. 19.00.
75 ár
Mánadagin 3. juli verður Jógvan Petersen Kollafjørður,
vanliga nevndur Jógvan SEV , 75 ár. Hann verður burtur
staddur.
80 ár
Mánadagin 3. juli fyllir Birgit Hestoy á Tvøroyri 80 ár.
Dagurin verður hildin sunnudagin 2. juli, saman við
familju og vinum, á Garðsgøtu 1, Argir.
Heilsan til Signar og Hagbard Dalfoss
Signar Dalfoss
Hagbard Dalfoss
Í gjár, hósdagin 29. juni
2006, vóru 100 ár síðan ein
av okkara kendastu politik
arum, Jákup Frederik Øre
gaard, løgtingsmaður, varð
føddur í 1906.
Jákup Frederik Øregaard,
ella Øregaard, sum hann
vanliga varð nevndur var
leirvíkingur, men búsettist
í Norðragøtu.
Øregaard var løgtings
maður fyri Javnaðarflokkin,
valdur í Eysturoyar val
dømi og sat á løgtingi frá
1940 til 1978. Hann var
løgtingsformaður í 20 ár.
Hann sat eisini í sóknar
stýrinum í Gøtu í nogv ár og
eitt skifti sum formaður.
Jákup Frederik Øregaard
doyði í eini ferðsluvanlukku
6. mars 1980, 73 ára gam
al.
Øregaard 100 ár