sunnudagur 2. juli 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 124 - 30. juni 2006
útland
Stutt sagt
Løgreglan í Niðurlondum
hevur tikið níggju fólk, sum
eru skuldsett fyri at hava
roynt at smugla 320 kilo av
kokaini inn í landið.
Tollararnir í Rotterdam
komu fram á kokaini, tá teir
kannaðu stórar urtapottar,
sum komu við skipi úr
Costa Rica. Tað vísti seg,
at kokainið lá fjalt niðri
undir moldini í pottunum.
Tollararnir og løgreglan
samdust um at lata rús
evnið liggja í pottunum,
men tá teir vórðu lætnir
móttakarunum, herjaði
løgreglan á, og níggju fólk
vórðu tikin.
Niðurlendska løgreglan
sigur, at smuglararnir
høvdu fingið einar 120
milliónir krónur fyri
rúsevnið.
Urtapottar við rúsevni
Afghanski bókhandlarin
Shah Mohammad Rais
hevur nú lagt sak ímóti
norsku tíðindakvinnuni
og rithøvundinum Åsne
Sejerstad, ið skrivaði ta
heimskendu bókina „Bók
handlarin í Kabul“.
Shah Mohammad Rais
vil vera við, at bókin sigur
nógv annað enn sannleikan
um bókhandlaran og húski
hansara, og at hann kann
ikki kenna seg tryggan í
Afghanistan longur. Tí
hevur hann nú lagt sak
við endurgjaldskravi ímóti
rithøvundinum og forlagnum
Cappelen, ið gav bókina út.
Åsne Sejerstad hevur
forvunnið nógvar milli
ónir krónur burtur úr bók
ini um bókhandlaran í
Kabul, men sakførarin hjá
bókhandlaranum avsannar,
at málið bara snýr seg um
pengar, nú bókhandlarin
krevur endurgjald.
Bókhandlarin stevnir
Í Spania sigur stjórnin seg
nú vera til reiðar at fara
undir friðarsamráðingar
við baskiska loysingarfel
agsskapin ETA.
Jose Luis Rodriguez
Zapatero, forsætisráðharri,
sigur, at samráðingarnar
hava til endamáls at gera
enda á tí drúgva og blóðuga
baskiska stríðnum ímóti
myndugleikunum, men hann
ivast ikki, at samráðingarnar
verða bæði torførar og
drúgvar. Zapatero vil ikki
siga, nær samráðingarnar
við baskar byrja, og tí
verður neyvan nakað at
frætta fyrr enn í september,
tá innanríkisráðharrin skal
geva tjóðartinginum eina
frágreiðing um málið,
skrivar AP úr Madrid.
Teir konservativu flokk
arnir eru ikki fegnir um
avgerðina hjá stjórnini at
tosa við baskararnar. Teir
halda, at stjórnin viður
kennir yvirgangsmenn, nú
hon játtar at samráðast við
ETA og Batasuna, sum
er tann politiski vongurin
hjá baskisku loysingar
monnunum.
Tingast við ETA um frið
Stjórnirnar í London og
Dublin ávara nú teir norður
írsku politikararnar: Semj
ast tit ikki, fáa tit ongan
stuðul frá okkum.
Teir báðir forsætisráð
harrarnir, Tony Blair og
Bertie Ahern, komu til
Belfast í gjár at tingast
við politikararnar har.
Teir báðir boðaðu fyrr í ár
frá, at teir eru til reiðar at
virka fyri einari endaligari
semju í Norðurírlandi, men
at norðurírar fáa freist til
tann 24. november. Megna
teir ikki at skipa eina felags
politiska umsiting til ta tíð,
gevast teir báðir við sínum
stuðuli.
Politiskir eygleiðarar
í Norðurírlandi hava
ikki góðar vónir um eina
loysn. Teir vænta ikki, at
tann 80 ára gamli prot
estantiski leiðarin Ian
Paisley fer at samstarva
við katólska flokkin Sinn
Fein. Tvørturímóti hevur
hann fleiri ferðir sagt, at
eitt tílíkt samstarv kemur
ikki upp á tal.
Verandi friðartætlan fyri
Norðurírland er frá 1998.
Hon sigur millum annað, at
protestantar og katolikkar
skulu skipa felags politiska
umsiting, men enn er vápna
hvíld tað einasta, sum er
komið burturúr.
Norðurírar fáa kravboð
Sviar ætla at seta
stórar vindmyllur
upp á sjónum
Orka
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Svenska stjórnin hevur góð
kent eina ætlan hjá orku
felagnum Vattenfall at seta
nógvar stórar vindmyllur
upp á sjónum suður úr býn
um Trelleborg har suðuri í
landinum.
TT skrivar, at talan er um
128 vindmyllur, og at tær
seinastu skulu setast upp í
2008 á Krigers-bankanum
sunnan fyri Trelleborg.
Verkætlanin er mett
at kosta millum 10 og
12 milliardir krónur, og
vindmyllurnar skulu fram
leiða tveir terrawatt-tímar
um árið. Tað er nóg mikið
til 440.000 húsarhald og
svarar til helmingin av
elorkuni, sum 2. reaktorur á
Barsebæck-verkinum fram
leiddi, til hann bleiv stongdur
fyri einum ári síðani.
Fyritøkan Sweden Off
shore Wind AB, sum Vatten
fall eigur, skal standa fyri
verkætlanini, men áðrenn
arbeiðið fer í gongd,
skulu
myndugleikarnir
kanna, hvørja ávirkan vind
myllurnar kunnu fáa á fugl
og fisk og umhvørvið á
Krigers-bankanum annars,
skrivar TT.
Palestinski forsetin,
Mahmoud Abbas,
bønar umheimin um
hjálp, men heimsins
leiðarar aftra seg við
at finnast at Ísrael
Miðeystur
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
ST-aðalskrivarin, Kofi Ann
an, hevur mælt ísraelsku
stjórnini til at vísa varsemi,
men heimsfelagsskapurin
aftrar seg við at finnast at
Ísrael, nú landið hevur søkt at
Gaza og sett fleiri ráðharrar
og tinglimir í varðhald. Ein
frágreiðing er kanska, at
sambært embætismonnum
er ST farið undir loyniligar
samráðingar við báðar
partar fyri at fáa eina loysn
á kreppuni.
Palestinski forsetin, Mah
moud Abbas, hevur biðið
altjóða samfelagið leggja
uppí. Talsmaður hansara,
Nabil Abu Rudeima, segði
í gjár, at forsetin fordømir
ísraelska álopið, og at fleiri
ráðharrar og tinglimir eru
tiknir, og at hann vil hava ta
sokallaðu Miðeystur-kvart
ettina og altjóða samfelagið
at taka neyðug stig alt fyri
eitt.
Men ST, ES, USA og Russ
land, sum mynda kvartettina,
eru varin við at finnast at
Ísrael. Amerikanski uttan
ríkisráðharrin, Condoleezza
Rice, sigur, at eitt ávíst aftur
haldni hevði kanska fingið
friðartilgongdina aftur á
beina kós, men at palestinar
mugu eisini gevast við sínum
álopum.
– Hendan kreppan vísir,
hvussu neyðugt tað er, at
allir partar, allir palestinskir
partar, arbeiða saman fyri at
fáa enda á yvirganginum,
legði hon afturat.
Norska stjórnin hevur
fordømt ísraelsku innrásina
í Gaza.
– Vit kunnu á ongan hátt
góðtaka eitt tílíkt átak, tí
ísraelska svarið er alt ov
umfatandi samanborið við
orsøkina til innrásina, segði
Jens Stoltenberg, forsætis
ráðharri, í gjár. Hann legði
afturat, at ísraelsku álopini
á samferðslukervið í Gaza
er brot á fólkarættin, og at
tað er álvarssamt.
Vindorku ístaðin fyri kjarnorku
Palestinar fáa bara
tóm orð
Í nátt bumbaðu ísraelsmenn palestinska innanríkisráðið, sum skjótt stóð í ljósum loga
SAMBAND
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
tlf 3418xx