sunnudagur 2. juli 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 124 - 30. juni 2006
19
SAMBAND
jákup mørk
jakup@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Tøgn fyri ferðsludeyðum
ítróttur
Jørgin Meitilberg
er fluttur aftur
til Føroya, og
hann skal ætlandi
sparka toftamenn
úr botninum á
stigatalvuni
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað eru ivaleyst fá, sum
geva B68 teir heilt stóru
møguleikarnar í útivallar
dystinum móti EB/Streymi.
Liðini bæði eru at finna í
hvør sínum enda av stiga
talvuni, og við ferðini, sum
samanlagda liðið hevur
havt í ár, ber illa til at
ímynda sær, at stig verða
sett til hesaferð.
EB/Streymur hevur hesa
ferð Ronnie Samuelsen
aftur á liðnum, eftir at
hann helt brúðarhús, með
an liðfelagarnir stríddust
á Skála. Saknurin í stríðs
manninum var sjónligur,
og tí fegnast liðfelagarnir
helst um, at hann nú aftur
er tøkur.
Hjá B68 er tað helst dygg
ur smeitur, at bæði Ralph
Van Dooren og Øssur
Jacobsen eru leikbannaðir,
eftir at teir fingu hvør sítt
reyða kort á Vágseiði.
Hinvegin hava toftamenn
eisini styrkt sær um hópin
við
Jørgin
Meitilberg,
sum nú kemur aftur úr
Danmark. Talan er kanska
ikki um mest arbeiðssama
áleyparan í landinum, men
hann hevur máltev sum
fáur, og tí er talan uttan
iva um góða avlasting fyri
Súna Fríða Barbá, sum
higartil hevur verið mest
sum einsamallur um at bera
ta byrðuna á liðnum.
Dysturin á Eiði byrjar
klokkan 16.
Alt bendir nú á, at
FSF fer at útflýggja
Ítróttardómstólinum
neyðugu pappírini,
soleiðis at punktum
kann setast fyri mál
inum um skjótt heims
gitna spæliloyvið hjá
Páll M. Joensen
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað tykist, sum fekk HB veru
liga sett tummilskrúvurnar
á FSF, tá teir mikudagin
fingu viðhald í, at fútabann
skuldi setast fyri ætlaða
dystinum á Eiði millum
EB/Streym og VB/Sumba,
til Ítróttardómstólurin hevur
viðgjørt seinastu kæruna
hjá HB.
FSF hevði annars á sín hátt
sagt »fingrarnar vekk«, tá
Ítróttardómstólurin bað um
skjølini í málinum um Páll
Mohr Joensen. Hetta tí FSF
ikki metti, at hetta var eitt
mál, sum kundi viðgerast
av Ítróttardómstólinum. Og
eisini tí FSF heldur fast
um, at FSF hevur evsta
vald á føroyskum fótbólts
viðurskiftum. Ein tulking,
sum fyri tey flestu man
tykjast dekan av strømm,
so leingi sum FSF er limur í
ÍSF undir verandi skipan.
HB skar onga seinkan
Hóast FSF í rættinum fekk
viðhald í, at HB skal seta
trygd fyri møguligum missi
av UEFA-peningi, so er tó
lítið, sum bendir á, at HB
á nakran hátt skal missa
hendan pening. Sum so
munnu teir høgu harrarnir
í UEFA vera passaliga
líkasælir, bara føroyski
steypavinnarin er funnin
áðrenn mai mánaður – um
11 mánaðir – er liðin. Og
skuldi tað hent seg, at málið
framvegis ikki er greitt til
ta tíð, so kann FSF neyvan
lasta HB fyri hesum.
Tí
Ítróttardómstólurin
sigur seg vera til reiðar
at viðgera málið tann 10.
juli, og verður tað gjørt, so
eru neyvan teir heilt stóru
trupulleikarnir at avgreiða
steypafinaluna – tó at kann
gerast trupult at røkka innan
ólavsøku.
Skjølini verða latin
Einasti
møguleikin,
at
málið ikki verður avgreitt,
tykist tí vera, at FSF ikki
letur dómstólinum umbidna
skjalatilfarið. Og yvir fyri
hesum veruleika tykist tað,
sum hevur FSF nú givið
skarvin yvir í mótstøðuni
móti ÍSF. Í øllum førum
ljóðar, at FSF í dag fer at lata
umbidnu skjølini frá sær,
soleiðis Ítróttardómstólurin
sleppur at tala.
Tað verður soleiðis upp til
dómstólin – og ikki FSF - at
gera av, hvørt kæran hjá HB
kann viðgerast. Treytirnar
fyri hesum eru tó, at talan
er um spurningar um lóg
og mannagongdir. Tí er
ivasamt, hvørt dómstólurin
tekur tann partin av kæruni
upp, har biður um, at
proportionalitetsregla skal
verða galdandi, um HB skal
revsast. HB biður tó eisini
um, at ivin um, hvør brævið
um leysgeving er sent FSF
ella ikki, skal koma teimum
tilgóðar, og tað er helst eitt
mál, sum dómstólurin kann
taka upp.
GÍ skal venda
gongdini
Við undantaki av úti
sigrinum móti HB, hava
GÍ-úrslitini ikki verið
nakað serlig seinastu tíð
ina. Javnlekur og stórtap á
heimavølli móti ávíkvist
ÍF og KÍ er ikki akkurát
tað, sum roknast skal við
av einum oddaliði, og tí
skal byttan vendast, tá
teir sunnudagin fara inn
á Skála.
Talan verður tó um
trupla uppgávu móti
Skála, sum nú veruliga
tykist hava fingið glið
aftur á spælið. Seinastu
viku vóru teir óhepnir, at
talan ikki gjørdist um trý
stig móti EB/Streymi,
men spælið hevur leingi
bent rætta vegin.
Skála hevur eisini allar
spælarar tøkar til dystin.
Hjá GÍ er Poul Arni
Jacobsen leikbannaður,
eftir at hann fekk reytt
kort móti KÍ hóskvøldið.
Hinvegin er Hans Jørgen
Djurhuus aftur tøkur.
-mørk
Rógvi fekk
eitt stig
KR og Valur spældi 1-
1 í íslendsku landskapp
ingini hóskvøldið. Valur
legði seg framum tíðliga
í 1. hálvleiki, og KR javn
aði, tá ið ein tími var
farin.
Nú íslendska lands
kappingin
er
níggju
umfør gomul og harvið
hálvrunnin, er FH á
odda við 23 stigum. So
er tætt millum tey næstu:
Víkingur hevur 14 stig,
Grindavík, Fylkir og KR
hava 13 stig, Valur hevur
12 stig, Keflavík og ÍBV
hava 11 stig, Breiðablik
hevur 10 stig og ÍA er
aftast við 6 stigum.
10.
umfar
verður
í næstu viku. KR skal
hósdagin spæla á útivølli
móti FH. Keflavík skal
ikki spæla aftur í lands
kappingini
fyrrenn
13. juli, tá ið teir eiga
heimavøll móti ÍBV. Nú
leygardagin skulu Símun
Samuelsen og Keflavík
spæla í Inertoto á útivølli
móti norska Lillestrøm.
-jh
Fótbóltssambandið hevur sent út rundskriv, har mint verður á, at sunnudagurin er minn
ingardagur teirra deyðu í ferðsluni. Heitt verður tí á feløgini – og áskoðarar – at hesi
undan dystunum í Formula-deildini sunnudagin halda tøgn í ein minutt.
-mørk
Ítróttardómstólurin
verður góðkendur
B68 hvessir sær álopið
ÍSF-húsið er ovari enn FSF-húsið. Og enn er tað ÍSF, sum er ovast, tá um ræður føroyskan fótbólt. Tað staðfesti rætturin, og nú
tykist FSF eisini at akta boðini
Mynd: Álvur Haraldsen