sunnudagur 2. juli 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 124 - 30. juni 2006 ]
Kann KÍ
halda
Kósini?
Eftir fína avrikið
hóskvøldið tykjast
klaksvíkingar
aftur hava fingið
ferð á. Ein sigur
sunnudagin kann
føra teir heilt nær
oddinum
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Trivaligi sigurin í Gøtu
bar við sær, at KÍ kreyp
upp á fimta plássið á
stigatalvuni. Hóast teir í
verandi støðu hava spælt
ein dyst fleiri enn flestu
kappingarneytarnir, so
tað – sum maðurin segði
– ivaleyst betri at hava
spælt og vunnið dystin.
Hartil kemur eisini,
hesin dysturin fyri tað
nógva bygdi víðari á
góðu taktirnar, sum KÍ
sýndi fyrra umfarið í
heimadystinum móti
HB, og tí er einki at
ivast í, at teir bláu enn
einaferð fara eftir øllum
stigunum. Megna teir at
loysa tann setningin, so
fer tað skjótt aftur at
síggja heilt ljósablátt út
hjá felagnum, sum enn
hevur setningin um 2009
hangandi yvir sær.
Hjá Tony Paris er tað
hugalig staðfestin, at
talan ikki er um leikbann
av nøkrum slag. Sinisa
Jovevic og Paul Clapson
fóru tó smáskaddir av
vølli hóskvøldið, men
talan var tó neyvan um
álvarsligar skaðar.
Hjá NSÍ eru allir
mans fit-for-fight. Ein
asta fráveran er Pól
Thorsteinsson, sum í
hesum døgum er í Týsk
landi og hyggur at HM-
fótbólti, og tí er neyðug
at seta nýggjan mann í
miðverjuna.
Fimm eru javnir
Helgi Dam Ziska hevur veruliga tikið dik á seg í
Suðuroy International, sum verður telvd í hesum døgum.
Hósdagin snávaði Hans Kristian Simonsen óvæntað
móti Per Andreasen, sum annars var aftastur, og tí kundi
Helgi við sínum triða sigri á rað leggja seg heilt fram í
oddin. Fimm telvarar eru nú javnir í oddinum við 4,5
stigum hvør. Hesir eru Helgi Dam Ziska, Hans Kristian
Simonsen, John Arni Nilssen, Bjørn Brink-Claussen og
John Rødgaard.
-mørk
Tey fýra seinastu árini
er FM-gullið endað
í høvuðsstaðnum.
Hvussu væl HB ella
B36 skulu verða
við í gullstríðnum í
ár, veldst nógv um
úrslitið sunnudagin
Fótbóltur
Jákup Mørk
Hóast slagið um høvuðs
staðin altíð er nakað ser
ligt, so tykist støðan vera
eyka spent í løtuni. Hóast
kappingin enn bara er
hálvrunnin, so er oddurin
framvegis mest sum púrasta
javnur, og tí telur hvørt tað
einasta fetið – bæði rætta
og skeiva vegin.
Tendensurin millum odda
liðini hevur í ár verið hópur
av javnleikum, og tí er
týdningarmesti setningurin
kanska, at dysturin ikki
verður tapur. Hinvegin, so
merkja mongu javnleikirnir
eisini, at vinningurin við
sigrum er sera stórur, og tí
kann ein møguligur vinnari
hesa ferð gera eitt ordans
skarvslop, meðan taparin
fyri eina tíð verður settir
eftir.
Hjá B36 er talan um
sama hóp, sum fyri viku
síðani vann 4-1 á ÍF. Enn
resta Fróði Benjaminsen og
Ingi Højsted afturat, men
hóast Fróði er byrjaður at
venja aftur, so er enn ikki
hugsingur um, at hann fær
spælt dyst.
Hjá HB er talan mest sum
um sama hóp, sum fekk
javnleik í Klaksvík fyri 10
døgum síðani. Undantakið
er liðskiparin, Janus M.
Joensen, sum fekk reytt
kort í Klaksvík.
Umframt steypið
á stevnudystinum
er vinningurin
leygardagin eisini
eitt lítið frípláss
í botnstríðnum í
Formula-deildini
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Við átta stigum hvør eru ÍF
og VB/Sumba botnpropp
arnir í Formula-deildini. Tí
er talan um ein veruligan
botngysara
leygardagin
– ein sonevndan seks-stiga
dyst.
Fuglfirðingar, sum taptu
greitt í Havn fyri viku síð
ani, hava annars havt stóra
framgongd nógvu tey sein
astu umførini, og ivaleyst
er tað hendan framgongdin,
sum teir ætla sær at byggja
víðari á leygardagin. Í
mun til dystin í Havn er
hópurin eisini styrktur,
tí bæði Bartal Eliasen,
sum var leikbannaður, og
Eyðun Rygshamar, sum var
skaddur, eru nú aftur partur
av hópinum.
VB/Sumba hevur tó eis
ini styrkt sær um hópin.
Umframt Tummas Paula
Olsen úr B71 eru tveir
serbar komnir til landið,
og teir eru við í hópinum
leygardagin.
Hinvegin
dregur tað niður, at Dan
Djurhuus og Suni úr Hørg
báðir eru leikbannaðir eftir
rokið, sum var móti dystar
enda á jóansøku.
Bárður aftur í HB
HB skrivar á heimasíðu sínari, at felagið
nú aftur hevur Bárð Mortansson í spæl
arahópinum. Bárður lesur í løtuni løgfrøði í
Bretlandi, men hetta til kappingarlok verður
hann staddur í Føroyum. Sæð burtur frá
árunum 2001-2004, so hevur Bárður altíð
spælt fótbólt í HB, og tí er ikki annað enn
náttúrligt, at hann eisini nú verður partur av
hópinum, skrivar heimasíðan.
-mørk
Havnarliðini
dystast
um gulli
Botnbrak á varmakeldu
VB/Sumba fekk síni fyrstu stig á árinum, tá teir í sætta umfarinum vunnu 2-1 í Fuglafirði
mynd: www.hb.fo
Talan er enn einaferð
um eina grannauppgerð,
har tað eisini stendur
meira enn »bara« æran
upp á spæl