Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-02, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 2. juli 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 124 - 30. juni 2006 ] Nýtt navn til Tipstænastuna Dansk Tipstjeneste, sum eisini er virkin á føroyska marknaðinum, broytir nú navn til Danske Spil. Í tiðindaskrivi verður sagt, at navnabroytingin sum so hevur verið leingi ávegis. Gamla navnið stavar frá tíðini, tá fyritøkan bert hevði tipping á skránni, men hetta man skjótt vera minsti parturin av útboðnum. Formliga verður navnið skift í morgin, 1. juli, og broytir heimasíðan tá eisini navn. Tá eitur slóðin www. danskespil.dk, og fær heimasíðan eisini eitt andlitslyft í hesum sambandi. -mørk Nýggi málslúkurin hjá KÍ hevur ongan hug at krógva seg handan slitnar klichéir, tá hansara avrik skal vigast Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eingin ivi var um, hvør stóri maðurin í Klaksvík er í løtuni. Við einum hat- trick á útivølli móti GÍ hevur Christian Lundberg nú skotið 5 mál í tveimum teimum seinastu dystunum, og tað er søtur tónleikur hjá teimum, sum droyma um eitt 18. meistaraheitið til felagið, sum fyri tveimum árum síðani sá HB fara fram um í stríðnum um flestu FM-heitini. – Sjálvandi eri eg fegin um málini. Og eg ætli mær ikki at lúgva og siga, at tað er líkamikið, hvør skorar málini. Sum áleypari eru eg keyptur til at skora, og tað er tann vektin, sum eg verði vigaður á. Sjálvandi vil eg eisini vinna, og tað er nokk betri at vinna uttan at eg skori, heldur enn tað øvugta. Dysturin í kvøld verður mettur sum eitt tað besta, sum tit hava spælt í ár. Serstakliga tí tit høvdu bólt­ in nógv á jørðini? – Eg haldi nú, at vit eisini spældu væl fyrra hálvleik móti HB. Men tað er rætt, at vit hildu bóltinum hampu­liga væl á jørðini. Og tað ger tað nógv lættari at spæla. So vónandi er tað nakað, sum vit kunnu halda fram við segði Christian Lundberg. Christian Lundberg og eitt til tíðir væl spælandi KÍ-lið sendu GÍ so logandi niður á jørðina, tá teir settu heili fýra bóltar aftur um Geza Turi Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo KÍ prógvaði hóskvøldið, at teir so ruddiliga eru ávegis úr aldudalinum, sum liðið annars tóktist vera komið í. Talan var annars um at gerast um trupla støðu á stigatalvuni, har restin av feltinum hótti við at renna undan klaksvíkingunum, sum annars ikki hava dult stóru málini, sum sett eru. Intensiteturin øktist Fyrra hálvleik var kanska ikki tað stóra at rópa hurrá fyri. Talan var tó um hampuligan intensitet, og eftir at liðini høvdu kent seg fram fyrsta korterið, byrjaði veruligt fótbóltsspæl spakuliga at síggjast. Klaksvíkingar løgdu skjótt kick’n rush-bóltin á hillina, tá gøtumenn nýttu einfalda vápnið at leggja verjuna djúpt, og spakuliga tvingaðu teir sær eisini eina yvirvág. Nærri enn eini frá­ líkari langskotsroynd frá Atla Danielsen komu teir tó ikki, og tá gøtumenn so eisini byrjaðu at trýsta undan steðginum, øktist prátið millum mongu áskoð­ ararnar, sum vóru til dyst­ in. GÍ gjørdi tað trupult Sama prátið mundi ikki gerast minni eftir steðgin, men nú vóru tað tó fyri tað mesta gestirnir, sum vóru mælskir. Tí eftir bara níggju minuttum hevði KÍ so ruddiliga sett seg á dystin. Fyrst stríddi Heðin á Lakjuni seg væl ígjøgnum mitt fyri. Hann hevði sum so mist bóltin, tá málverji og verjuspælari í felag tacklaðu, men tað eydnaðist tó at blokka yv­ir til Lundberg, sum sera hegnisliga lyfti av brots­teigarmarkinum og í málið. Gøtumenn vóru kanska nakað skelkaðir, og í øllum førum vóru teir ókonsentreraðir, tá teir bara minutt seinni gjørgdu uppgávuna hjá sær enn truplari. Eftir at hava givið bóltin upp, fluttu teir nógv fólk fram, men KÍ revsaði alt fyri eitt, tá ein langur bóltur fann leysan Clapson sum spældi til ein enn leysari Elttør. Var mótbrekkan ikki nóg brøtt, so hjálpti tað til skeiva vegin, tá Poul Arni Jacobsen lítla løtu seinni fekk reytt kort. Talan var um óneyðuga hevnisøku, sum varð gjørd beint framman fyri dómarunum, og so var bara ein vegur. Út við Poul Arna og GÍ niður við nakkanum. KÍ slapp eisini veruliga at folda seg út eftir hetta. Kanska vóru teir ikki heilt so tættir, sum teir áttu at verið við 2-0 leiðslu og ein í yvirtali, men teir lógu støðugt fram við at skora upp á kontrabóltar, og hesir vóru nógvir í tali, tá GÍ mest sum fyrilitarleyst royndi at fáa spenning í aftur. LundbergX3 Og so var tað, at Christian Lundberg gjørdi um seg. 3-0 málið kom eftir frálíkan diagonal-bólt frá Heðini á Lakjuni, og hóast Sámal Joensen løtu seinni minkaði, tá hann rættaði avrættaða skotroynd í net­ ið, so munaði tað lítið. Danin, sum støðugt lúrdi á rangstøðumarkinum, fekk snýtt felluna, og púra leysur og púra kaldur staðfesti hann sigurin. Dystir um vikuskiftið Formula-deildin Dagur Dystur Dómari 01.07 ÍF-VB/S Dagfinn Olsen 02.07 B36-HB Páll Augustinussen 02.07 EB/S-B68 Eiler Rasmussen 02.07 NSÍ-KÍ Jens Petur Brattalíð 02.07 Skála-GÍ Georg N. Rasmussen 1. deild 01.07 AB-HB Jón Kári í Brekkuni 01.07 FSV04-TB Ransin N. Djurhuus 01.07 SÍ-B71 Milan Cimburovic 01.07 Royn-LÍF Rúni Gaardbo 01.07 VB/S-KÍ Regin Egholm Kvinnur, steypafinalan 01.07 KÍ-AB Jón Sigurð Gleðisheygg HM-endaspælið 1/4 –finalur Dagur Kl. Dystur 30.06 16.00 Týskland-Argentina 30.06 20.00 Italia-Ukraina 01.07 16.00 Ongland-Portugal 01.07 20.00 Brasil-Frakland Formula-deildin Formula-deildin v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 EB/S 14 8 - 4 - 2 30 16 14 28 2 GÍ 15 7 - 6 - 2 23 16 7 27 3 B36 14 7 - 5 - 2 21 14 7 26 4 KÍ 15 6 - 7 - 2 33 18 15 25 5 HB 14 7 - 4 - 3 33 20 13 25 6 NSÍ 14 7 - 4 - 3 28 17 11 25 7 Skála 14 3 - 3 - 8 15 17 -2 12 8 B68 14 2 - 3 - 9 12 23 -11 9 9 ÍF 14 2 - 2 - 10 14 35 -21 8 10 VB/S 14 2 - 2 - 10 13 46 -33 8 Ein áleypari skal skora GÍ-KÍ 1-4 (0-0): Vónin er ljósablá Við trimum málum var Christian Lund­ berg meira enn nakar høvuðs­ maðurin hjá KÍ hóskvøldið. Men eins nógv sum teir fegnaðust um hetta, so mundu klaksvíkingar gleð­ast um spælið hjá liðnum, ið sýndi at fyrri hálvleikur móti HB ikki bara var stakur glotti Mynd: Álvur Taptu greitt í fyrstu royndini Føroyska manslandsliðið í flogbólti tekur í hesum døgum lut I EM- undankappingini, sum verður spælt í Belfast í Norðurírlandi. Fyrsti dysturin hjá Føroyum var móti Luksemburg í gjár, og tapti føroyska liðið 3-0. Sagt verður, at tað serstakliga vóru móttøkurnar, sum skaptu trupulleikar, og tað er nakað, sum skal fáast í rættlag undan næsta dystinum. Hesin verður í dag klokkan 16.30 móti Íslandi, og er ein sigur kravdur, um Føroyar skulu hava møguleika at spæla seg víðari. Føroyar og Íslandi spældu tveir venjingardystir fyri einum mánaði síðani, og tá vunnu liðini hvør sín 3-2 sigur. -mørk KÍ GÍ GÍ-KÍ 1-4 (0-0) 0-1: Christian Lundberg, 51. 0-2: Hjalgrím Elttør, 53. 0-3: Christian Lundberg, 75 1-3: Sámal Joensen, 76. 1-4: Christian Lundberg, 78. Dómari: Petur Reinert GÍ: Geza Turi – Sam Jacobsen, Kaj Ennigarð, Niklas Niclasen, Magni Jarnskor (Jónreid Dalheim, 82.)– Símun Louis Jacobsen (Sverri Jacobsen, 63.), Sámal Joensen, Áslakur R. Petersen, Hanus Jacobsen – Poul Arni Jacobsen, Gunnar Nielsen (Poul Andrias Jacobsen, 82.) Gult kort: Magni Jarnskor, Poul Arni Jacobsen, Símun Louis Jacobsen Reytt kort: Poul Arni Jacobsen (beinleiðis reytt) KÍ: Meinhardt Joensen – Harley Bertholdsen, Sinisa Jovevic, Marek Wierzbicki – Høgni Madsen – Hjalgrím Elttør (Kristoffur Jacobsen, 84.), Atli Danielsen, Símun Joensen, Heðin á Lakjuni – Christian Lundberg, Paul Clapson (Steffan Kalsø, 73.) Gult kort: Símun Joensen, Marek Wierzbicki, Christian Lundberg FAKTA UM DYSTIN