Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-02, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 2. juli 2006síða 25

‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 124 - 30. juni 2006 25 vikuskifti 25 Petur Skeel Jacobsen um vikuskiftisveðrið: Festivalgestir mugu í regnklæði Tey, sum ætla sær á Mjúsfestivalin fáa uttan iva eina frálíka tónleikaliga uppliving, men veðrið verður ikki nakað at reypa av. – Tað verður regn ella mjørki í morgin. Tað er eitt lágtrýst yvir okkum beint nú, men sunnudagin verður gott veður. Tá fáa vit sól og kanska onkrar mjørkaflókar, sigur Petur Skeel, veðurfrøðingur, sum eisini lovar gott veður inn í næstu viku. Men góðveðrið kemur altso ikki fyrr enn sunnudagin. – So tey, sum ætla sær á festival, mugu helst finna regnklæðini fram. Tað kemur eitt brúgvalag yvir Føroyar sunnunáttina, so tað verður ikki turt. Hinvegin verður tað lýtt, eini 15-20 stig og tað verður galdandi fyri alt vikuskiftið. Um náttina fellur hitin til 10-12 stig, veit Petur Skeel at siga okkum. -rwd vikuskifti SAMBAND jan müller jan@sosialurin.fo tlf 341800 – Tú stendur jú har og lokkar fólk inn í leikhúsið, tvíheldur um, hvussu góð søgan er og at hon avgjørt er verd at brúka kanska fleiri hundrað krónur uppá. So skal tað pínadoy eisini verða gott, slær Olaf fast. Olaf Johannessen Í vikuni legði skotska seglskipið, Eda Frandsen, frá landi í Vágsbotni eftir stuttan steðg í høvuðsstaðnum. Skipið er upprunaliga eitt gamalt danskt fiskiskip, bygt í 1938 í Grenå. Men er umbygt til seglskip og siglir nú við ferðafólki. Eda Frandsen hevur eina heldur forvitnisliga søgu Johan Jacobsen johan@sosialurin.fo Umborð eru 11 fólk, ein týskari, ein onglendingur og restin skotar. Tey hava siglt í eina viku og skulu sigla nakrar dagar afturat kring Føroyar, áðrenn teir leggja leiðina aftur til Skotlands, har skipið hoyrir heima. Meðan tey umborð hava breitt eitt føroyakort út á lastalúkuna og tosa um leiðina sum siglast skal, sigur Jamie Robinson, eigari og skipari, frá skipinum og ferðini higartil. Túrurin hevur verið góður. Veðrið hevur verið gott, men kortini meiri skiftandi, enn tað Jamie er vanur við. Fyri einari viku síðan løgdu tey frá landi í Skotlandi, síðan sigldu tey framvið Suðuroy og vestur um Mikines, og síðan aftur eystureftir og inn á Havnina. Forvitnislig søga Jamie greiðir frá, at heimstaðurin hjá skipinum kallast Doune og er ein lítil og rættiliga avskorin bygd á skotsku Hebridunum, útnyrðingspartinum av Skotlandi nærhendis Isl. of Skye og havnabýnum Mallaig. Tað var í hesum økinum, at Jamie í 1991 kom fram á skipið, sum lá vrakað og frágingið í eini vík nærhendis Doune. Jamie fekk samband við eigaran og fekk skipið fyri lítið og einki. Síðan fór hann og brøður hansara undir stóra umvælingararbeiðið, ið gjørdist nógv meiri umfatandi enn ætlað. Tí, tá komið var væl ávegis í arbeiðinum hendi tað, at eldur kom í lítlu verksmiðjuna í Doune og Eda Frandsen fór heilt illa í eldinum. Men Jamie Robinson gav ikki skarvin yvir og fór undir aftur umvælingararbeiðið av nýggjum. Hetta stóð á í umleið fimm ár, frá 1990 til 1995. Soleiðis er Jamie nú, eftir tógvið stríð, komin framvið okkara leiðum við ferðandi. Og hetta er ikki síðsta ferðin henda vegin, sigur hann væl nøgdur. Nú siglir hann við ferðafólki og hevur stovnað sær heimasíðu á alnetinum, uppkallaða eftir skipinum. Á heimasíðuni kann skipið bíleggjast av áhugaðum og bjóðar tí ferðandi ymiskar hentleikar og nútímans komfort. T.d. er skipið um tvær vikur bílagt av einum whiskey- bryggjaríi til eina leiguferð har siglt verður eftir skotsku strondini og inn á ymisk kend bryggjaríir, fortelur Jamie Robinson at enda. Men áðrenn hetta gongur leiðin um okkara oyggjar og so aftur heim inn til Hebridurnar. Forvitnisligt seglskip