sunnudagur 2. juli 2006síða 26
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 124 - 30. juni 2006
26 vikuskifti
Portrett
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Myndir: Jens K. Vang
– Eg havi góðtikið, at eg onga
staðni hoyri heima. Sjónleikarin
og útisetin Olaf Johannessen
festir sær í og heldur hugsunar
samur fram
– Tað var eitt sindur ræðandi
men eisini fríandi, tí so helt eg
uppat at leingjast eftir onkrum,
eg ikki kann fáa. Tástani fekk
eg frið til bara at vera til staðar,
har eg nú einaferð eri, sigur
Olaf, sum seinastu mongu
árini hevur búð og arbeitt sum
yrkissjónleikari í Danmark.
Lopfjølin
Tankarnir hjá Olaf leita meira
enn 20 ár aftur í tíðina, tá
hann júst var byrjaður á sjón
leikaraskúlanum í Århus.
Skelkaður av at síggja, hvussu
nógv dugnaligari øll hini vóru
í hansara eygum, royndi hann
ørkymlaður at gera alt fyri at
líkjast teimum. Til lærarin ein
dagin segði við hann: “Olaf, tú
mást finna út av, hvar tú kemur
frá, tí tað er har, tú skalt hoppa
frá hvørja ferð, tú fert á pallin”.
– Hann sipaði sjálvandi til
mína føroysku bakgrund, sum
uppá onkran máta altíð verður
mín lopfjøl. Og hvat merkir so
tað? Tjaa, eg veit framvegis ikki
rættiliga, men kanska nakað við
at føroyingar eru meir óspiltir
og opnir, enn so nógv onnur.
Møguliga hevur tað nakað við
ógvusligu náttúrukreftirnar
rundan um teg at gera – at tú
kennir teg prísgivnan og á onkran
hátt mást finna teg í, at tú ikki
kanst stýra øllum, grunar Olaf,
meðan hann ásannar andsøgnina
í hesum. Tí samstundis er fyrsta
treytin hjá einum sjónleikara
nettupp at læra stýra og meistra
sínum instrumenti, kroppinum,
út í æsir. Men kanska er tað júst
føroyska bakgrundin, sum skapar
neyðugu javnvágina til at tora at
hoppa – og so bara vóna, at tað
ber.
Hygg eftir mær!
– Tað er tað, sum ger tað so
óluksáliga spennandi at vera
sjónleikari. Tú satsar alt og veist,
at tað er kontant avrokning her
og nú, hvørja ferð. Tað ger teg
eisini ótrúliga viðbreknan, tí
ótilvitaða drívmegin hjá øllum
sjónleikararum er ein ekstrem
trongd at hava vald á nú’inum og
rópa: Hygg, hvussu dugnaligur
eg eri! Eydnast tað, eigur tú alla
verðina eina løtu. Kiksar tað,
fært tú skjótt sannført teg sjálvan
um, at tú aldrin aftur verður
nakað verdur sum sjónleikari.
Serliga hjá teimum ungu
sjónleikararnum er hatta eitt
ævigt dilemma, sigur Olaf.
Sjálvur heldur hann seg
eftirhondini hava lært, ikki at
lata seg eta upp av miseydnaðum
løtum og hava fingið neyðuga
sjálvsálitið til at læra nakað av
teimum.
– Tað er aftur nakað við at
kenna teg tryggan í tí, tú nú
einaferð ert – í tí, tú hoppar frá,
sigur Olaf, men leggur afturat, at
tað eisini hevur havt ómetaliga
stóran týdning, at hann ongantíð
hevur verið arbeiðsleysur øll hesi
árini.
– Tað týdningarmesta fyri ein
sjónleikara er at sleppa at spæla
sjónleik, so hann kann halda
sítt instrument við líka, byggja
tað upp og allatíðina víðka
tað. Sleppur hann ikki tað, skal
ikki nógv til, áðrenn hann fær
ein niðurtúr av einum minni
væleydnaðum leikluti ella av ikki
at hava nakran í boði, sigur Olaf,
sum ásannar, at eisini aldurin
hevur nógv at siga fyri, hvussu
tú sum sjónlekari megnar at
handfara niðurløg.
– Við aldrinum og búningini
kemur eisini evnið at síggja tað,
tú gert, í einum størri perspektivi.
Tað merkir til dømis, at tú dugir
at síggja, at orsøkin til at ein
nýbrótandi leikur ikki var serliga
væl móttikin, ivaleyst var, at
tíðin ikki var búgvin til hann.
Sum ungur sjónleikari vilt tú, at
øll skulu elska teg. Nú hevur tað
hevur tað mest týdning, at eg
sjálvur trúgvi uppá tað, eg geri,
sigur Olaf.
Eina søgu at fortelja
Tí trívist hann eisini fínt við at
vera freelance sjónleikari í løtuni,
har hann sjálvur velur at siga
ja ella nei takk til uppgávurnar.
Og eftir 10 ár í føstum starvi á
Kongaliga Leikhúsinum var hetta
eisini ein kærkomin avbjóðing.
– Tá tú ert í føstum starvi á
einum leikhúsi, velur tú ikki
leiklutirnar sjálvur. Ikki tí – eg
havi havt nógvar spennandi
og læruríkar avbjóðingar á
tí Kongaliga, sigur Olaf, og
skundar sær at leggja afturat, at
orsøkin til at hann í síni tíð segði
ja til starvið har var, at hann
fegin vildi arbeiða undir leiðslu
av táverandi leikhússtjóranum
Klaus Hoffmeyer.
– Hoffmeyer er teaturmenniskja
út í æsir og hevur eitt listaligt
forvitni, sum eg havi allarstørstu
virðing fyri. At hansara
ætlanir um at skipa eitt meir
eksperimenterandi leikhús
afturat tí Kongaliga ikki rættiliga
eydnaðust er ein onnur søga,
sigur Olaf, sum sjálvur hevur
havt møguleika at fylgja hesi
leiðini sum freelance sjónleikari.
– Eg vil sleppa at brúka meg
sjálvan til at fortelja góðar
søgur. Hvørjar tær eru, er
ongantíð eintýðugt, men helst
skulu áskoðararnir onkursvegna
kunna kenna seg aftur í teimum,
samstundis sum tær fáa okkum at
lata okkum upp sum menniskju.
Eg havi til dømis verið við til at
valt leikin, “Eg taki tína hond
í mína”, sum vit spæla beint
nú. Hetta er fyrst og fremst ein
søga um eitt parlag, sum jú
er nakað, tey flestu av okkum
hava royndir við. Men hetta er
eisini ein søga um, at menniskju
ikki verða verri av at hava lýti
– heldur tvørturímóti, sigur Olaf,
sum ongar ætlanir hevur sum
sjónleikari at fortelja fólki, hvat
tey skuldu halda ella meina.
Sjónleikur stendur veikt
Tí dámar honum heldur ikki
politiskan propagandasjónleik
– ikki at misskilja sum politiskan
sjónleik. Eftir hansara tykki er
allur góður sjónleikur nevniliga
politiskur í og við at hann hevur
nakað uppá hjarta og vil okkum
nakað, sum menniskju.
– Fyri stuttum var eg við
í leikinum “Demokratiske
bestræbelser”. Tað var uppá
fleiri mátar ein øgiliga politiskur
leikur, men hann var tað við
at vísa, hvussu viðbrekið
fólkaræðið er, og hvussu lætt
tað kann doyggja, sigur Olaf.
Hann ásannar, at ein slík leikupp
living uttan iva kennist meira
viðkomandi enn vanliga fatanin
av Kongaliga Leikhúsinum, ið
er vorðið háborgin hjá eini
fínmentan, sum ikki altíð røkkur
so langt út um seg sjálvan.
Kortini heldur hann avgjørt,
at tað Kongaliga fyllir ein
neyðugan leiklut.
– Tey hava umstøður og
eina fíggjarjáttan, sum ger
tað møguligt at fara í holt við
uppsetingar, sum onnur leikhús
bara kunnu droyma um. Tað er
ikki innihaldinum á tí Kongaliga,
nakað er galið við, men heldur at
stovnurin er vorðin so stirvin, at
tað illa ber til at royna nýggjar
leiðir við verandi skipan.
Í heila tiki ásannar Olaf, at
sjónleikur stendur heldur veikt
í dag í mun til ágangandi
undirhaldsídnaðin annars.
Spurningurin er so, um tað er
áskoðararnum ella sjónleikinum,
tað er galið við. Kanska er
trupulleikin, at góður sjónleikur
pliktar áskoðaran á ein hátt, sum
vanligt lættisoppaundirhald ikki
ger. Ein sjónleikur verður bara
veruliga góður, um áskoðararnir
eru við uppá tað, sum gongur
fyri seg á pallinum og tíma at
liva seg inn í tað. Tað pliktar so
aftur leikararnar enn meir, minnir
Olaf á.
– Tú stendur jú har og lokkar
fólk inn í leikhúsið við at
tvíhalda um, hvussu góð søgan er
og at hon avgjørt er verd at brúka
kanska fleiri hundrað krónir
uppá. So skal tað pínadoy eisini
verða gott, slær Olaf fast.
Einafer afturat ...
Eftir meir enn 20 ár í yrkinum
við royndum innan flestu sjón
leikagreinar – hvar stendur
sjónleikarin Olaf Johannessen so
í dag sum 45 ára gamal?
– Mitt í verðini – veruliga mitt í
øllum. Eg havi nógv eftir at læra
og eri ikki bangin fyri at bjóða
mær sjálvum av í umhvørvum,
eg ikki havi verið í fyrr. Tað
besta av øllum er kanska, at eg
eri minst líka forvitin í dag, sum
tá eg var tannáringur. Tí eri eg
heldur ikki bangin fyri at verða
fluttur ella taka nýggj menniskju,
nýggjar mátar at hugsa inn í mín
heim og læra av teimum, Tað
síggi eg veruliga sum eina gávu,
sigur Olaf, sum heldur ikki ivast
í, at hann hevði valt á sama hátt,
skuldi hann valt umaftur.
– Eg hevði enntá valt tað
munandi meir heilhjartað nú, tí
nú veit eg, hvat tað snýr seg um
at vera sjónleikari. Ella eri eg
vorðin bundin av tí, tí at spæla
sjónleik er sum eitt rúsevni, fyri
at brúka eina klisjé. Hevur tú
fyrst einaferð roynt at vera heilt
har uppi, har alt bara riggar á
pallinum, mást tú sleppa at royna
tað enn einaferð ... og so líka
einaferð afturat. Tað blívir bara
við ...
Høvi er at uppliva Olaf
Johannessen í leikinum »Eg taki
tína hond í mína« á Meiarínum
hósdag til sunnudag kl. 20 fram
til 16. juli.
Olaf Johannessen
Millum stórlætisørskap
Sum ungur sjónleikari vilt tú, at øll skulu elska teg. Tí sveiggjar tú
eisini støðugt millum stórlætisørskap og djúpastu niðurtúrar. Nú vil
eg bara tryggja mær, at eg trúgvi uppá tað, eg geri, sigur sjónleikarin,
Olaf Johannessen, sum í løtuni er aktuellur í Føroyum sum annar
høvuðsleikarin í leikinum “Eg taki tína hond í mína”
– Tú satsar alt og veist, at tað er
kontant avrokning her og nú,
hvørja ferð. Tað er tað, sum ger
tað so óluksáliga spennandi
at vera sjónleikari, sigur Olaf
Johannessen