Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-02, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 2. juli 2006síða 32

‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 124 - 30. juni 2006 32 vikuskifti Tónleikur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Útgávan Luxus hjá Johnny DeLuxe0 fekk nú um dagarnar sonevnda gullvirðisløn í Danmark. Gullplátan verður latin, tá ein fløga hevur selt 20.000 eintøk, og tað hevur Johnny DeLuxe megnað við seinastu útgávuni. Tað eru ikki minst hittini Drenge Som Mig og Joanna, sum hava slóðað fyri eini stórari sølu av útgávuni, og live-framførslurnar hjá bólkinum hava eisini styrkt munandi um umdømið hjá teimum. Johnny DeLuxe hevur seinasta árið verið mett sum størsta poppnavn í Danmark, og serliga tey ungu hava av álvara tikið bólkin til sín. Tað hevur verið at sæð aftur á hitlistunum í Danmark, har Johnny DeLUxe hevur gjørt nógv um seg seinasta árið. Nógvar áheitanir Bólkurin Johnny DeLuxe varð stovnaður í London í 2000, og síðani hevur gingið støðugt framá hjá teimum. Í 2004 var bólkurin valdur til besta nýggja navn í donskum tónleiki á Zulu Awards, og eftir at seinasta útgávan hjá Johnny DeLuxe kom út í fjør, hevur bólkurin fingið platin-virðisløn fyri søluna av hesari útgávu – Luksus kallast fløgan. Tveir av tónleikarunum í Johnny DeLuxe høvdu eina framførslu á Planet Awards í Havn fyrst í hesum árinum, og síðani hava fyrireikararnir av Summar Festivalinum fingið nógvar áheitanir frá fólkinum um at fáa teir at spæla á festivalinum í ár. Tónleikararnir í Johnny DeLuxe vilja eisini fegnir koma aftur til Føroya at spæla, og hesaferð koma teir við øllum kanónunum – fullum orkestri og øllum hittunum. Bólkurin fer at hava eina rimmar framførslu á Summar Festivalinum leygarkvøldið 5. august. Luxus poppur frá Johnny DeLuxe Poppbólkurin Johnny DeLuxe hevur hevur veruliga vind í seglunum, og nú hevur bólkurin fingið eina gullplátu fyri fløgusølu í Danmark