sunnudagur 2. juli 2006síða 33
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 124 - 30. juni 2006
33
vikuskifti 33
Rørsla
Leila á Lofti, fysioterapeutur
T
að var tann tíð, tá tú mátti
vaska klæðir hvønn dag,
hanga tey upp á snórin, taka tey
niður, leggja tey saman og inn í
skáp og skuffur við teimum.
Tað var tann tíð, tá tú mátti
upp hvønn morgun, vaska tær,
lata teg í, knappa skjúrtuna, gera
morgunmat til fleiri, eta, vaska
upp, lata teg í jakkan – eisini í
skógvar, boyggja teg niður at
binda lissur fyri síðani at ganga
teinin út á Bacalao til í minsta
lagi ein átta tímars harðan
arbeiðsdag.
Tað var tann tíð, tá tú mátti
boyggja teg niður fleiri ferðir um
dagin fyri at seta barnaskógvar
og gummistivlar uppá pláss.
Tað var tann tíð, tá tú mátti
bera og lyfta børnini eins og
barnabørnini. Tað var so nógv, tú
kropsliga mátti. Tað var dagurin
og kvøldið við.
Tað var eisini tann tíð, tá
tú ikki mátti – tíðin, tá tín
barnakroppur ikki kundi
lata vera. Tað var tann tíð, tá
barnaspølini løgdu seg í hvørja
nervakyknu og funnu sær veg
yvir í eina aðra við tí úrsliti, at
tú knappliga kundi lofta við fýra
bóltum, súkkla, hoppa á steinum
yvir um ánna, hoppa elastikk,
skoyta ella spæla í bóltspæli,
bólta rút, standa á høvdinum og
mangt, mangt annað. Dømini eru
nógv - tit kenna tey øll.
A
lt hevur sína tíð. Tíðin, tá
tað kendist, sum at alt hendi
av sær sjálvum. Tá tú gjørdist
klárur til tíðina, har tú mátti
– arbeiðsárini og árini, tá børnini
høvdu 100% tørv á tær.
Síðani broyttist alt. Alt ov
skjótt, alt ov knappliga.
Tað ber ikki til at tosa um tey
eldru sum ein bólk. Tann stóra
bólkin av eldri kenni eg í mínum
arbeiði onki til, tí tey ferðast í
stóru verð, eru á háskúla, ansa
barnabørnum í Danmark, spæla
golf og fiska síl, granska, týða,
skriva bøkur ...
Eg kenni hini. Tey, sum eru
dottin. Tey, sum hava fingið
varandi sjúku, tey, sum í langa
tíð ikki hava boygt seg niður at
binda lissur vegna ryggpínu, tey
sum í langa tíð ikki hava snarað
høvdinum á, tí nakkin er so illa
farin av sliti.
At glíða í hálkuni sum vaksin,
tað setur seg. Ikki bara sum
pína, men sanniliga eisini í tað
kropsliga minnið. Tað liggur
og krógvar seg í minninum og
órógvar títt gongulag. Tað ger, at
tú fert at hugsa um hvørt fet. Tað
sjálvvirkandi gongulagið er ikki
har longur.
Hesi eins og fleiri onnur
dømi eru nokk til, at tilveran
sum eldri verður strævin. So
strævin, at møði gerst dagligur
fylgisveinur. Tí er tað stórur
munur á at vera eldri og so at
vera sjúkur eldri. Vit mugu tí
forða fyri, at sjúk menniskju
gerast varandi sjúk, og at varandi
sjúk gerast handikappaði. Og
vit skulu fyribyrgja, at sjúk og
handikappaði fáa tørv á at koma
á røktarheim.
H
vat skulu vit so gera? Jú, vit
skulu halda á fram við tí í
fyrstuni nevnda. Tað, sum hendi
av sær sjálvum sum barn – hetta,
ikki at kunna lata vera, saman
við tí, vit í vaksinlívinum máttu,
tað skal ítvinnast ellisárini. Nú
skulu vit. Onki “tú mást” er
til meira, men heldur ein egin
tilvitan, sum sigur: tú skalt, og
tað eru tað bert góðar grundir
til. Uttan orðini “eg skal”, so
forferst kroppurin. Har er onki
mitt ímillum, væl vitandi at talan
í síðsta enda er um eitt persónligt
val. Tí mugu yrkisbólkar, sum
til dømis vit fysioterapeutar,
vera við til at fáa fólk at skilja
fyrimunirnar við at velja eitt
aktivt lív. Hvønn dag skulu vit
brúka heila og kropp fyri at
halda okkum í form. Kroppurin
skal brúkast, soleiðis at vøddar,
liðir, beinagrind, hjarta og
lungu verða hildin við líka og
verða verandi sterk og sunn.
Hetta er týdningarmikið í yngri
árum, men lívsneyðugt, tá vit
eldast. Heilin skal brúkast, so
vit varðveita evnini til at hugsa
kreativt so leingi, sum gjørligt.
Afturat hesum stýra nervarnar
frá heilanum okkara rørslum.
Um so er, at vit ikki brúka hesa
skipan dagliga við at røra okkum,
møðist skipanin við tí fylgju, at
vit verða heldur sein, pøst og
ótrygg, tá vit røra okkum og
fáa harvið trupult við at halda
javnvágini. Daglig venjing og
rørsla er við til at tryggja, at
rørslunar verða sjálvvirkandi.
Tað er tá, tær verða
automatiseraðar og javnvágin
verður nakað, vit yvirhøvur ikki
nýtast at hugsa um.
Sjálvandi er tað stuttligari at
ganga, um tú hevur onkran at
fara til ella rættari onkran, sum
tú hevur hug at fara til. Sjálvandi
skal rørsla ikki kennast sum
ein plága, og sjálvandi skal tað
geva meining at liva aktivt. Tað
kann verða strævið at varðveita
ein væl virkandi kropp uttan ein
jaligan hugburð til lívið.
T
að er so skjótt, at sjúka og
løstir koma við árunum. Men
vit skulu nokta at geva upp.
Tað, ið er okkum nærmast, eru
tær dagligu funktiónirnar, og
umráðandi er, at vit gera so nógv,
sum til ber sjálvi, til dømis pussa
vindeygu, binda lissur, klippa
negl, smyrja seg inn í krem,
busta tenn, sláa grasplenuna,
brúka trappur, vaska hár, keypa
inn, elta deiggj, hanga upp á snór,
mála stakitt og alt tað, ið hoyrir
gerandisdegnum til.
Hugaligt er at fáa motión
í felag við onnur. Kanningar
vísa eisini, at meira kemur
burturúr, tá fleiri venja saman.
Møguleikarnir eru óteljandi, alt
frá gongufeløgum til ryggfimleik
á kvøldskúla.
Eg vil enda við nøkrum
orðum hjá læknanum Henning
Kirk, sum granskar í tí at eldast
og í hugburðinum til ellisárini.
Hann sigur, at tann livandi
kroppurin hevur krav uppá
venjing. Trupulleikin er bara
tann, at eigarin av kroppinum
hevur gloymt, at tað er so. Kirk
fer enntá so langt sum at siga, at
ikki fyrr enn ein er doyggjandi,
skal kroppurin fáa loyvi til at
vera í frið.
Ábyrgd fyri egnari heilsu:
Noktið at geva upp
– Tað, vit ikki kundu lata vera við sum børn,
saman við tí, vit í vaksinlívinum máttu,
skal í tvinnast ellisárini. Nú skulu vit røra
okkum, vit skulu nokta at geva upp – um
ikki, so forferst kroppurin, segði Leila
á Lofti, fysioterapeutur, millum annað í
fyrilestri um “Ábyrgd fyri egnari heilsu”
– Rørsla skal ikki kennast sum
ein plága, og sjálvandi skal tað
geva meining at liva aktivt, sigur
Leila á Lofti, fysioterapeutur
Greinarøðin “Ábyrgd fyri egnari heilsu”, tekur støði í átta fyrilestrum, sum vóru hildnir í Tilhaldinum í Tórsgøtu í
fjør og fyrrárið. Út frá ymsum sjónarhornum viðgera fyrilestrarnir spurningin: Hvat kanst tú sum eldri sjávur gera
fyri at varðveita ein góða heilsu so langt upp í árini, sum gjørligt.
GREINARØÐ
Teir átta fyrilestrahaldararnir eru:
■ Eyðun Joensen, sálarfrøðingur
■ Jógvan Róin, lækni
■ Jóhanna á Tjaldrafløtti, føðslufrøðingur og kostráðgevi
■ Jógvan Fríðrikson, prestur
■ Leila á Lofti, fysioterapeutur
■ Jóannes Hansen, samfelagsfrøðingur
■ Elsa Zachariassen, sjúkrarøktarfrøðingur og ráðgevi
■ Anna Jacobina Ellingsgaard, mentanarberi á Eiði