sunnudagur 2. juli 2006síða 35
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 124 - 30. juni 2006
35
vikuskifti 35
eitt hugtak
– Vit tosa vanliga um vælferðar
samfelagið í so breiðum týdningi,
at tað meira verður eitt hugtak,
men vit tosa ikki so nágreiniliga
um, hvat henda vælferðin skal
innihalda, sigur Helena Dam á
Neystabø.
– Heitið vælferðarsamfelagið
er frá 1950 – 60 árunum, tá eitt
nú fólkapensiónin og seinni
aðrar sosialar skipanir vóru
settar í verk í Føroyum. Tær vóru
stovnsettar í eini tíð, tá politiska
mynstrið var so nógv øðrvísi enn
í dag.
– Síðani eru aðrar sosialar
skipanir settar í verk fyri at
fyribyrgja, at fólk detta niður
ímillum ymsu skipanirnar, men
tær eru ikki dagførdar, tó at
samfelagsmynstrið eitt nú við
alheimsgerini er so nógv broytt.
Strategibólkurin mælir til,
at eitt vælferðarráð við lóg
verður stovnað á jøvnum føti
og við somu tign sum eitt nú
Búskaparráðið og Løgtingsins
Umboðsmaður. Ráðið kann
gera viðmerkingar til tann førda
politikkin í einum langtíðarhøpi
og meta um framtíðarútlitini, fyri
at tryggja og menna vælferðina
hjá borgarunum.
Vælferðarráðið eigur at greina
tær avbjóðingar, sum standa
fyri framman. Eisini at birta
undir orðaskiftið og stimbra
viljan til framhaldandi menning
av einum samhaldsføstum væl
ferðarsamfelagi.
Frá politisku hugsanini
til tað fakliga
Helena Dam á Neystabø, stjóri í
Føroya Skúlabókagrunni, kennir
almannaskipanina innanífrá.
Hon var landsstýrismaður fyri
Sjálvsstýrisflokkin í Almanna-
og Heilsumálum frá 1998 – 2001.
Á valinum í 2004 stillaði hon upp
fyri Javnaðarflokkin, men var
ikki afturvald. Síðani fór hon 47
ára gomul á Odnese Universitet
at taka masterútbúgving innan
leiðslu og fyrisiting, serliga
innan tað almenna og fekk prógv
tvey ár seinni.
Hóast tað, so hevur Helena
Dam á Neystabø ikki mist
áhugan fyri politiska arbeiðinum.
Hon hevur fylgt væl við í polit
iska orðaskiftinum og helt
tað vera øgiliga stuttligt at fáa
áheitanina at arbeiða í strategi
bólkinum um vælferð.
Serliga áhugavert helt hon tað
vera at sleppa burtur úr politiska
leiklutinum og fáa møguleikan
at hava fjøllbroytt atlit til evni
og spurningar, uttan at hugsa
politiskt.
– Í politikki gongur alt skjótt
fyri seg, og tú skalt taka avgerðir,
hóast málini kanska ikki altíð
eru so liðug, sigur Helena Dam á
Neystabø.
– Tað var tí áhugavert at fara
frá politisku hugsanini til tað
fakliga, og at hava fólk uttan
fyri politisku skipanina, sum
hava evnir og serkunnleika at
gjøgnumskoða, hvat tað er sum
fær tingini at henda.
– Av royndum sum politikari
skilji eg væl, at tað er neyðugt
at yrkislærd fólk uttan fyri
politisku skipanina arbeiða við
hesum spurningum. Tey kunnu
geva politikarum eina meting
av, hvussu skipanirnar, sum
politikarar hava sett í verk, virka.
Tað nýtast ikki at vera vánaligar
lógir, men kanska virka tær ikki
eftir ætlan, av tí at eingin strategi
liggur til grund fyri lógunum.
Menniskjansliga tilfeingið
týdningarmest
– Tað týdningarmesta í einum
samfelag er menniskjansliga
tilfeingið, sum bert virkar opti
malt, um tað verður motiverað.
Tað verður ikki gjørt nóg nógv
herheima fyri at motivera og
eftirútbúgva starvsfólk, sum
skulu kappast við onnur á sama
øki uttanlands.
– Vit hava ein arbeiðsmarknað,
sum líkist honum, grannalondini
høvdu fyri 30 árum síðan. Tann
dynamikkur, sum er í øðrum
londum, hevur givið teimum
fyrimunir, sum vit ikki hava,
sigur Helena Dam á Neystabø.
Vanlig hugsan er, at um vit ikki
tillaga okkum altjóðageringina,
verða vit við undirlutan. Strategi
bólkurin metir hinvegin, at
tað er eingin andsøgn at
satsa upp á eina sterka og
væl útbygda vælferðarskipan
og vinnuligan framburð sam
stundis. Tvørturímóti, innova
tión er kjarnan í nútímans
vinnumenning.
Finnland, Noreg, Svøríki
og Danmark eru altíð millum
10 tey fremstu londini, tá tað
ræður um búskaparvøkstur,
støði á vælferðarágóðum og
nøgdsemi millum fólk. Tey
londini, sum einvíst satsa upp á
“marknaðarfrígering”, kunnu ikki
vísa á serstakan búskaparligan
vøkstur.
Eitt amboð til at taka
Upprunaliga er Helena Dam á
Neystabø útbúgvin cand.mag. í
donskum og týskum og stjóri
á Føroya Skúlabókagrunni frá
1991, tó við farloyvi tey árini,
hon var í politikki, og tá hon tók
master útbúgvingina í Odense.
Sum stjóri á einum stovni, har
hon hevði verið burtur í eini
fýra ár, kendi hon seg hava tørv
á at ogna sær størri vitan fyri at
menna seg í stjórastarvinum og
fyri at motivera starvsfólkini.
– Eg hevði fingist lítið við mítt
fak, síðani eg fekk prógv fyrst í
áttatiárunum, men eg hevði gjørt
so nógv annað. Tí fór eg undir
útbúgving, sum kundi seta mínar
ymsu arbeiðsroyndir í relieff.
– Útbúgvingin innan leiðslu og
umsiting gav mær vísundaliga
tilgongd til projektarbeiði. Har
var nógv skriving og greining
av ymsum samanhangum bæði
samfelagsliga og búskaparliga.
– Serliga áhugavert var læru
greinin organiserað psykologi,
sum vísti, hvussu fyritøkur
og feløg virka sum organiskar
mekanismur og ikki sum hjá
okkum, at ein fyritøka er sett
saman av stjórum, deildarleiðar
um og starvsfólkum annars o.s.fr..
– Tað mest gagnliga í míni
útbúgving var, at eg fekk møgu
leika at fáa eitt amboð at síggja
tingini úr øðrum sjónarhorni.
– Tað var gott fyri meg og
lættari at koma víðari. Bert spell
at eg ikki hevði hesi amboð
til at taka, meðan eg var í
politikki, men sum Kierkegaard
sigur.”Livet skal leves forlæns,
men forståes baglæns.
Vælferðarráð gagnligt
fyri allar partar
Tað hevur stóran týdning at eitt
møguligt vælferðarráð fær tign
og virðing millum manna, sum
kann samanberast við eitt nú
Løgtingsins Umboðsmann og
Búskaparráðið. Høvdu vit
fingið eitt vælferðarráð, sum
ópolitiskt og óheft av øðrum
stovnum kundu givið síni tilmæli
um samfelagsgongdina, hevði
tað verið ein fyrimunur. Ráðið
skal meta um allar tættir, t.d.
hvussu lógin um vinnuligan fiski
skap ávirkar menniskju og væl
ferðna eins væl og at ráðið skal
meta um tær sosialu skipanirnar.
Í eini tíð, tá alheimsgeringin er
komin inn á okkum, mugu vit
eisini duga at broyta hugsunar-
og arbeiðshátt, sigur Helena
Dam á Neystabø.
Bólkurin er settur saman av
serfrøðingum innan ymsar tættir
í samfelagnum. Í bólkinum sita:
Helena Dam á Neystabø, Rolf
Guttesen, geografur, Gestur
Hovgaard, samfelagsfrøðingur og
Randi Frederiksberg, geografur.
Rithøvundur
Dagny
Joensen
”Vanlig hugsan er, at um vit ikki tillaga okkum
altjóðageringina, verða vit við undirlutan.
Strategibólkurin metir hinvegin, at tað er
eingin andsøgn at satsa upp á eina sterka og
væl útbygda vælferðarskipan og vinnuligan
framburð samstundis. Tvørturímóti, innovatión
er kjarnan í nútímans vinnumenning”
”
”Tað hevur stóran týdning at eitt
møguligt vælferðarráð fær tign og
virðing millum manna, sum kann
samanberast við eitt nú Løgtingsins
Umboðsmann og Búskaparráðið”
”