Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-02, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 2. juli 2006síða 36

‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 124 - 30. juni 2006 36 vikuskifti – Hetta er ein fagnar­dagur hjá okkum, men hetta kann sanni­liga eisini gerast ein sorgardagur hjá Suðuroy, segði nýklakti studenturin, Jens Hákun Leo, í teirri øðrvísi og hugvekjandi røðuni, hann helt á Pisufundi í Vági á Jóansøku, har hann eisini segði, at tey ungu kravdu at øll Suðuroy verður løgd saman í eina kommunu Pisurøða Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Myndir: Erik Christensen – Okkara framtíð er einki at stúra fyri. Vit skulu nokk fáa eitt gott lív, antin tað so verður her í Føroyum, ella onkra aðrastaðni úti í tí stóru verð. – Men meðan hetta er ein fagnaðardagur hjá okkum pisum, so má sigast, at uttan iva kann hetta gerast ein sorgardagur hjá Suðuroynni. Hetta er ikki bara ein gleðisdagur, men eisini ein dapur dagur, tí nú fara vit øll á flog úr oynni. Summi fyrr, onnur seinni. Kanska fara vit eisini á flog úr Føroyum, og koma ikki aftur. Orðini eigur Jens Hákun Leo. Hann var ein av teimum 23, sum tók studentsprógv í Suðuroy í ár og tað fall í hansara lut at halda studentarøðuna á pisufundinum í Vági á Jóansøku. Og tað gjørdi hann við eini øðrvísi og hugvekjandi pisurøðu, har hann meiri enn vanligt hevur verið, dróg ymisk samfelagsviðurskifi fram og tá serliga støðuna, sum Suðuroyggin er í. Hann segði, at tað einasta, sum er vist, er, at øll tey, sum nú hava fingið húgvuna á høvdið, fara úr Suðuroynni. – Og soleiðis sum dagsins samfelag er, má sigast, at tað er als ikki lokkandi hjá lærdum fólki at koma aftur til Suðuroyar og tí koma vit møguliga aldrin aftur til oynna. Hann segði, at sjálvsagt fara tey at búsetast har arbeiði fæst, og har sum lív er í og tað er ikki í Suðuroy. – Suðuroyggin við at verða ein útoyggj, tí ímeðan hinar stóru oyggjarnar verða bundnar alsamt tættari saman við undir­ sjóvartunlum, kemur Suðuroy á ein ella annan hátt kemur at standa uttanfyri. – Frá at vera eitt oyggjasamfelag við 18 oyggjum, eru Føroyar nú eitt land, har 7 oyggjar mugu sigast at hava lagt saman til eina stóra eind, sum er nógv meira lokkandi fyri ungdómin, enn ein útoyggj er. Hann helt, at ein orsøk til hetta er, at heimurin krevur størri og størri eindir. – Og tað sær mín sann út til, at Føroyar í ein ávísan mun hava lagað seg eftir krøvunum hjá umheiminum og sjálvandi megna 30.000 føroyingar meira enn 5.000 suðuroyingar – ið enntá ikki standa saman. Hann staðfesti eisini, at tey, sum standa uttanfyri tær stóru eindirnar verða tapararnir. – Tey fara ikki at klára seg í kappingini um góð tilboð til ungdómin og annað, og her er altso Suðuroyggin íroknað. Bara ein undirsjóvartunnil kann venda gongdini Tó helt Jens Hákun Leo, at støðan er ikki verri enn so, enn at verður undirsjóvartunnil gjørdur til Suðuroy í næstu framtíð, kann tað broyta støðuna til tað betra. – Ein undirsjóvartunnil skapar ikki arbeiðspláss sum so, men vit hava sæð, at eitt úrslit av Vágatunlinum er, at fólkatalið har vesturi er vaksið. Møguliga hevði úrslitið verið tað sama í Suðuroy, hevði undirsjóvartunnil verðið gjørdur. Møguliga fara fólk so at búseta seg í Suðuroy, meðan tey hinvegin koyra norðureftir til arbeiðis. Hann segði, at so kann eisini hugsast, at Suðuroyggin kemur at varðveita tann lærda ungdómin í oynni. – Tað er hugsandi, at flestu ungdómar í Suðuroy høvdu viljað búð í oynni, var møguleiki fyri tí, og er henda hugsan røtt, halda mong, at úrslitið kann bert vera jaligt. Mong meta jú, at tess fleiri lærd fólk eru á einum staði, jú betur gongur tað á staðnum. – Men skulu vit trúgva teimum, sum siga, at útbúgving kann vera ein forðing fyri kreativiteti og sostatt eisini ein forðing fyri menning, ber sjálvandi til at óttast fyri, at tað kann fáa neiligar fylgjur at hava so nógvan útbúnan ungdóm sum gjørligt í Suðuroy. – Men fara vit í hina grøvina, kann útbúgving eisini hava tað við sær, at fólk gerast meira kreativ. Tað vil altíð vera pástandur ímóti pástandi! Jens Hákun Leo helt, at í øllum førum hevði tað verið vert at lagt dent á at fingið ungdómin aftur til Suðuroy eftir lokna útbúgving, tí tað kann so aldrin gerast verri enn tað er. Men hann vísti hinvegin eisini á, at møguleikan at búgva í Suðuroy og arbeiða norðanfyri, er ikki til staðar við Smyrli, sum siglur nakað so ófatiliga seint og sjáldan, tá ið hugsað verður um prísin á skipinum, sum papí hansara og aðrir hartarbeiðandi skattaborgarar í oynni hava goldið. Vilja ikki hava almennar stovnar suður Nýklakti studenturin helt í pisu­ røðu síni, at ivlaleyst kunnu teir, alt annað enn dugnaligu politikararnir, ið umboða suðuroyingar, siga, at at oyggin hevði kunnað hildið fast í sínum lærda ungdómi við at flyta almennar stovnar suður. – Men tá ið almennu Ein fagnardagur hjá okkum kann gerast ein sorgardagur hjá Suðuroy – Vit vilja ikki hava almennar stovnar til Suðuroyar. Vit vilja hava undirsjóvartunnil, tí tað er bara hann, sum kann venda gongdini. Men fyrsta stigið á leiðini er, at øll oyggin leggur saman í eina kommunu. Tað er eitt krav og finna politikararnir ikki útav tí, skulu teir verða vísir í, at tey ungu stilla upp og leggja saman, segði Jens Hákun Leo í heldur bersøgnari pisurøðu í Vági á jóansøku