Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-02, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 2. juli 2006síða 37

‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 124 - 30. juni 2006 37 vikuskifti 37 stovnarnir eru fluttir suður, og tá ið fólk hava fingið arbeiði, kann spyrjast…hvat so? Hvat við øllum teimum ungu og lærdu, sum ikki fingu arbeiði á almennum stovnum? Jú, tey noyðast av oynni og tí er lítið vunnið við at flyta almennar stovnar suður. – Sostatt má sigast, at hetta er heilt ófatiliga stuttskygdur politikkur. Men búskaparliga kastar stuttskygni minni av sær enn tað at hyggja langt fram og tað vita føroyskir politikarar sera væl. Men í Føroyum er lagamanni at vera stuttskygdur: Politikarar hava jú Margrethu 2. í rygginum og so leingi hon er har, verða avleiðingarnar av stuttskygdum politikki ikki so neiligar at síggja til. – Men hugsið tykkum, um føroysku politikararnir førdu ein langtíðar politikk, men ikki bara á pappírinum, sum ABC samgongan nú ger. – Tað føroyska samfelagið hevði blómað. Í sambandi við Suðuroy er einasta rætta langtíðarmálið at fáa undirsjóvartunnil millum Suðuroy og Sandoy, beinanvegin tunnilin ímillum Sandoy og Streymoy er gjørdur. – Tá fáa vit betur hildið fast í tí lærda ungdóminum enn vit fáa við bara at leggja onkran almennan stovn onkrum tilvildarligum staði. – Vit vilja altso ikki hava almennar stovnar suður higar. Vit vilja hava undirsjóvartunnil. Vit vilja hava, at ungdómurin verður verðandi í oynni, so at hann á ein náttúrligan hátt kann gera Suðuroy lokkandi afturímóti restini av Føroyum. Og so ger tað annars einki um ungdómurin hevur arbeiði aðrastaðni. Tað er greitt, at tá ið koyrandi er til Suðuroyar, stendur oyggin opin fyri restini av landinum, og tá ber betri til hjá ungdóminum í oynni at lokka landsmenn okkara suður higar. Tá verður lagamanni hjá ungdóminum í oynni at skapa vøkstur og trivnað í Suðuroynni, og gera oynna væl meira kappingarføra, enn hon er nú og tá fara fólk í størri mun at at fáa eyguni upp fyri Suðuroynni, og møguliga….hvør veit- Kanska vit tá eisini fáa fleiri arbeiðspláss í Suðuroy. Suðuroyingar mugu trýsta Jens Hákun Leo segði, at tí skapar ein undirsjóvartunnil til Suðuroy teir karmar, ið eru neyðugir fyri at ein útoyggj, sum Suðuroy, kann klára seg – Og vit loyva okkum at pástanda, at tað eru karmar, ið landsins myndugleikar skulu skapa. Landsins myndugleikar skulu skapa karmarnar, so klárar fólkið restina. Slíkur politikkur er sunnur og náttúrligur, tí tað er fólkið, ið skal byggja landið upp. – Men at bumba onkran almennan stovn niður onkustaðni, ein ósunnur og ónáttúrligur politikkur Men hann helt eisini, at skal ein undirsjóvartunnil koma til Suðuroy, mugu suðuroyingar trýsta landsins myndugleikar fyri at fáa teir í holt við eina slíka ætlan. – Vit kunnu ikki vænta okk­ um ein tunnil frá landsins politikarum, tí hjá teimum er sera lítið áhugavert at gera íløgur í Suðuroy. Vit halda eisini at tað er neyðugt, at Suðuroy verður ein partur av teimum nýggju Føroyum, ið altso ikki longur telja 18 oyggjar, men sum nú bert eru ein oyggj, har sjey oyggjar eru bundnar saman. Fáa suðuroyingar fortreytir fyri at skapa menning, kunnu føroyingar líta á, at vit koma at bera Føroyum uppi í framtíðini, akkurát sum vit gjørdu fyrr í tíðini. – Tá fara føroyingar at liggja flatir og flenna at sær sjálvum, at teir vóru so bebbaræddir fyri at missurin av 630 milliónum krónum fór at ríva teppið undan teimum. Kommunusamanlegging er eitt krav Men Jens Hákun Leo helt eisini, at skulu suðuroyingar fáa ein undirsjóvartunnil og gerast partur av teimum nýggju Føroyum, er tað ein fortreyt, at teir standa saman í allar mátar. Hann legði tí eina við, at vit máttu leggja niður gamalt agg ímillum bygdir. Ì hesum sambandi hugsaði hann, eitt nú, um Vág og Tvøroyri. – Vit meta at ein samanlegging ímillum allar bygdir í Suðuroy er neyðug. Tað er eitt krav frá okkum til teir lokalu politik­ ararnar. Stóri fyrimunurin við eini felagskommunu, er, at fíggjarliga orkan verður størri, og so kemur Suðuroy eisini at standa sterkari í kappingini mótvegis teimum nýggju Føroyum, ella rættari, teirri nýggju ”Føroy”, sum landið av røttum kanska einaferð kemur at eita. – Leggja kommunurnar ikki saman av onkrari býttisligari orsøk, sum at onkur gamal válari av Tvøroyri ikki torgar sýnið av einum líka so gomlum vágbingi, ella at hvalbingar ikki síggja fram um mjørkan og sostatt fyri alt í verðini vilja halda fast í eini einkisigandi lágari skuld, kunnu kommunurnar líta á, at so stilla vit ungu upp og leggja saman. – Fólkið vil hava samanlegging! Tað er eitt krav, og her skal einki fortíðarhatur ímillum vágbingar og tvørafólk forða okkum, og her skal heldur ongin stuttskygdur hvalbingur forða okkum. Fortíðin er farin og framtíðin er komin. Hovsegg er ikki til longur. Ein samanlegging skal fremjast, staðfesti Jens Hákun Leo. Hansara niðurstøða er sostatt, at ein samanlegging ímillum allar kommunurnar í Suðuroy er fyrsta stigið í at menna Suðuroy. Hetta er tað stigið, ið skal til fyri at kunna fara undir næsta stig, sum má vera at gera ein undirsjóvartunnil til Suðuroy, tí hann er neyðugur, skal Suðuroy verða lív lagað. Og verður henni ikki lív lagað, hevði tað knúst okkara hjørtu. – Tí vilja vit fegin venda aftur til Suðuroyar eftir lokna útbúgving, so at vit aftur kunnu hitta hvønn annan og minnast aftur á gamlar, ógloymdar gøtur og gomul ógloymd vinaløg. Vit elska ikki bara Suðuroy, vit elska nevniliga eisini hvønn annan, og vit vilja geva hvørjum øðrum tær bestu umstøður at liva undir á okkara høgt elskaðu móðiroyggj, har teir fyrstu gummiskógvarnir blivu slitnir – Og koma vit aftur, lova vit at geva okkara ítarsta fyri at Suðuroyggin aftur kemur at uppliva stórleikatíðir sum fyrr í tíðini, segði Jens Hákun. Hetta eru teir 23 studentarnir, sum tóku prógv í miðnámsskúlanum í Suðuroy í ár. Aftast frá vinstru eru teir: Jens Christian Joensen, Hvalba, Steinur Poulsen, Hvalba, Heini Jacobsen, Vágur, Rógvi Ellendersen, Øravík, Tummas Johan Tausen, Hov, Sjúrður Thorsteinson, Tvøroyri, Jóhan D. Nónstein, Hvalba, Niklas Joensen, Vágur, Pauli Hammer, Hvalba, Jens Hákun Leo, Hvalba og Jonhard Petersen, Hov Fremst frá vinstru: Guðrun V. Joensen, Vágur, Guðrið Larsen, Vágur, Diana Nygaard, Tvøroyri, Heidi Bech, Porkeri, Theresa Hentze, Trongisvágur, Tina Skaalum, Vágur, Dania Sørensen, Porkeri, Eyðfríð Djurhuus, Porkeri, Anna Hentze, Sumba, Sóleyð V. Larsen, Øravíkarlíð, Angelina Poulsen , Vágur, Annika Vang, Tvøroyri Heidi Bech úr Porkeri var fyrsta pisan, sum varð klakt í Suðuroy í ár