Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-02, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 2. juli 2006síða 38

‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 124 - 30. juni 2006 38 vikuskifti Eftir at Summar Festivalurin gjørdi avtalu við sangaran í Supertramp, Roger Hodgson, gjørdist eisini áhugi fyri at fáa hann til Danmarkar at spæla, og nú hevur Langelandsfestivalurin boðað frá, at Hodgson verður eitt av teirra høvuðsnøvnum í ár Tónleikur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Roger Hodgson verður ikki bert eitt av høvuðsnøvnunum á Summar Festivalinum í ár, men eisini á einum av stóru donsku festivalunum. Langelandsfestivalurin hevur júst boðað frá, at fyrrverandi sangarin í superbólkinum Supertramp verður eitt av teirra høvuðsnøvnum í ár. Roger Hogdson er maðurin aftanfyri teir flestu av kendu sangunum hjá Supertramp, og hann er eisini maðurin við teirri eyðkendu røddini, sum syngur sangir sum Breakfast In America, Logical Song, It’s Raining Again og aðrar so framúrskarandi væl. Roger Hogdson er sera væl fyri, nú hann er farin at spæla á konsertum aftur, og ummælini av hansara framførslum hava verið framúr góð. Útlendskir fjølmiðlar kalla hann genialan, og tað slepst ikki uttan um, at sangirnir og røddin hjá Roger Hodgson eru skrivaðir við stórum nótum í musikalsku søgubøkurnar. Legendariskur sangskrivari Roger Hodgson byrjaði at spæla tónleik sum 12 ára gamal, og hann skrivaði frá byrjan sínar egnu sangir. Roger er multi- instrumentalist, og hann spælir millum annað piano, gittar, orgul, trummur og sello. Í 1969 var Roger Hodgson við til at stovna bólkin Supertramp, sum í 1974 tók fyrstu fetini ímóti tónatindinum. Í 1979 kom stóra útgávan hjá bólkinum, Breakfast in America, sum gjørdist best seljandi útgávan í heiminum í 1979. Hendan útgáva staðfesti bólkin sum størsta poppbólk í heiminum, og tað var ikki minst orsaka av sangunum, sum Roger Hodgson skrivaði og sang. Eftir at Supertramp í 1983 hevði verið á tiltiknu konsert­ ferðini Famous Last Words Tour, fór Roger Hodgson burtur úr Supertramp, og síðani hevur bólkurin ongantíð verið tað sama. Roger Hodgson búsetti seg í Kalifornia í USA, har hann helt fram at skriva og spæla tónleik. Fyrsta soloútgávan hjá honum, In The Eye Of The Storm, kom í 1984, og hon seldi meira enn tvær milliónir eintøk. Í 90’unum gjørdi Hodgson ikki nógv um seg á palli, men nú er hann farin at spæla til stórar konsertir og festivalar aftur. Roger Hodgson er sera væl fyri, og tann eyðkenda Supertramp-røddin er betur enn nakrantíð. Hann hevur fingið sera góð ummæli fyri sínar framførslur seinasta árið, og leygarkvøldið 5. august ber til at hoyra hann syngja á Summar Festivalinum í Klaksvík. Tað verður ein fantastiskur møguleiki at hoyra hittini hjá Tónleikur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo The Rasmus telist millum bestu bólkarnar í Norðurlondum í løtuni. Teir fingu sítt altjóða gjøgnumbrot við sanginum In The Shadows, og síðani hava teir ferðast kring allan heimin til konsertir og festivalar. Ein av bólkunum, sum teir hava ferðast saman við í ár, er amerikanski rockbólkurin Metallica, og har hevur sangarin James Hetfield rósandi orð at bera The Rasmus. – The Rasmus er ein áhuga­ verdur bólkur, og teir hava nakrar góðar sangir á seinastu fløguni hjá sær. Teir minna meg eitt sindur um 80’ini og ein bólk sum Def Leppard, sigur James Hetfield sambært heimasíðuni hjá The Rasmus. Hava úr at gera Tað er ikki ein smávegis konsert­ ferð, sum The Rasmus eru á í løtuni. Bólkurin, sum fekk gjøgnumbrot kring alt Europa og víðahvar í heiminum við sanginum In The Shadows, hevur í ár spælt í fleiri heimspørtum, og nógvar spennandi uppgávur bíða eftir bólkinum. Tað hevur rættiliga gravgangur eftir at fáa The Ramus at spæla til konsertir og festivalar, og hetta sæst eisini aftur á teirra umfatandi konsertskrá, sum eisini førir teir Føroyar fyrsta vikuskiftið í august. Ferðast víðahvar Tað var seint í fjør, at The Rasmus byrjaði drúgvu konsertferðina á heimavølli í Helsinki. Síðani gekk leiðin til europeisk lond sum Týskland, Ongland, Luxemburg, Holland, Spania, Portugal, Ungarn, Kekkia og fleiri onnur lond. Síðani hevur The Rasmus eisini spælt í londum sum India, Suðurafrika, Chile, Japan, Argentina, Mexico og Kolumbia. Í løtuni er bólkurin staddur í Ukraine, har teir skulu hava fleiri framførslur, og seinni í summar verða framførslur á festivalum í Noregi, Finnlandi, Fraklandi, Belgia, Slovakia og ikki minst í Føroyum. Nýtt hitt í Føroyum og aðrastaðni The Rasmus er ein framúr góður livebólkur, sum eisini er sera væl samanspældur. Limirnir í bólkinum hava spælt saman síðani ungdómsárini, og tað sigst, at bólkurin hevur ongantíð verið so góður, sum hann er júst nú. Seinasta hittið hjá The Rasmus er framúr vakra balladan Sail Away, sum eisini stendur seg væl á 15 teimum bestu. Sangurin hevur verið í 9 vikur inni á 15 teimum bestu og liggur hesa vikuna sum nummar 5. The Rasmus fara at spæla á Summar Festivalinum í Klaksvík fríggjakvøldið 4. august. The Rasmus á palli saman við teimum størstu Tað er ikki nakar tilvildarligur rockbólkur, sum kemur á Summar Festivalin at spæla í ár. The Rasmus eru kendir kring allan heim, og seinasta árið hava teir spælt til stór tiltøk saman við bólkum sum Metallica, Jamiroquai, Sting The Rasmus hava seinasta árið ferðast víða við teirra tónleiki. Teir hava fjepparar kring allan heimin, og í august ber til at uppliva teir á palli í Føroyum Mynd: Scanpix Gylta røddin bergtekur fólk Roger Hodgson er sera væl fyri, og tann eyðkenda Supertramp- røddin er betur enn nakrantíð. Hann hevur fingið sera góð ummæli fyri sínar framførslur seinasta árið, og á Summar Festivalinum ber til fyri fyrstu ferð at uppliva hann á palli í Føroyum