sunnudagur 2. juli 2006síða 39
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
39
vikuskifti 39
Ritstjórn: Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Stórar, tjúkkar, tunnar, smáar, langar…
Stórar, tjúkkar, tunnar, smáar, langar…
Vit gera bøkur frá uppseting til liðugtgerð. Við drúgvastu royndunum
innan bókaprent er tín bók í góðum hondum hjá okkum
tel. 314 555, www.foroyaprent.fo
Rithøvundafelagið
freistar nú nýggjar
høvundar at royna
seg í kapping sum
barnabókarithøvundar.
Knípir tað við at koma
í gongd, kann felagið
eisini bjóða skriviskeið
í heyst
Kapping
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
– Tað slepst ikki undan, at tað
er nakað serstakt við at vaksa
upp í einum lítlum máløki. Tí
hevur tað eisini stóran týdning,
at hesi børn hava bøkur, tey
kenna seg sjálvi aftur í, sigur
Marjun Kjelnæs, rithøvundur, nú
rithøvundafeløgini í Føroyum,
Sámalandi, Grønlandi saman við
Nordbok skipa fyri skrivikapping
fyri barnabókarithøvundar í
hesum londum.
Samstundis er skrivikappingin
eitt heilt serstakt høvi hjá
føroyskum, sámiskum og
grønlendskum høvundum at gera
vart við seg uttan fyri teirra egna
lítla máløki.
Út á fýra málum
Í Rithøvundafelagnum hava tey
leingi havt varhuga av, at tað sita
ikki so fáir barnabókahøvundar
og fjala seg kring landið. Bæði
ung, sum ikki hava roynt seg fyrr
og ikki rættiliga vita, hvussu tey
skulu koma í gongd, men eisini
meir royndir høvundar, sum av
onkrari orsøk steðgaðu at skriva.
Men nú er onki at bíða við
longur, sigur Marjun, sum heldur
skrivikappingina verða ein gyltan
møguleika at gera vart við seg
sum barnabókahøvund. Heilir
tríggir vinnarar verða nevniliga
kosnir á hvørjum máli, og verður
handritið hartil útgivið á bæði
føroyskum, grønlendskum,
sámiskum umframt einum fjóðra
norðurlendskum máli – helst
norskum ella svenskum.
Treytin fyri at verða við er, at
handritið ikki hevur verið givið
út áður ella virðislønt í aðrari
kapping. Málbólkurin er 8 – 12
ára gomul børn, og tekstaslagið
skal vera barnabók, antin sum
ein samanhangandi søga ella
sum stuttsøgur.
Onki at missa
Marjun veit av egnum royndum,
at tað kann kennast heldur
møtimikið at koma í gongd av
álvara sum rithøvundur. Ikki
minst í Føroyum, tí ongi skipaði
tilboð eru til høvundar um
ráðgeving ella gjøgnumlestur
av handritum. Hetta kann fáa
sjálvt tann besta at aftra seg við
at senda eitt handrit beinleiðis til
eitt forlag.
– Við eini skrivikapping er tað
øðrvísi, tí tú sum útgangsstøði
onki hevur at missa og alt at
vinna. Tú sendir handritið inn
dulnevndur, og vinnur tað ikki, ja
so er ongin skaði hendur. Vinnur
tað hinvegin, fær títt sjálvsálit
veruliga eitt skump tann rætta
vegin. Ikki bara tí tú vann, men
sanniliga eisini tí onkur annar
hevur mett um og sagt gott fyri tí,
tú skrivar. Oftast er tað júst tað,
sum skal til fyri at koma víðari,
sigur Marjun, sum sjálv í síni tíð
vann eina stuttsøgukapping.
Saknar nútíðar barnasøgur
Marjun heldur tað vera ringt at
seta orð á, hvat krevst av eini
góðari barnabók. Men eitt tað
týdningarmesta er, at høvundurin
megnar at fáa børn at djúpa
seg í eini spennandi søgu, ið
er skrivað á einum løttum og
livandi máli, sum ikki tosar niður
til tey á ein moraliserandi ella
ovur pedagogiskan hátt.
Ein onnur stór avbjóðing hjá
barnabókahøvundum her heima
er eftir øllum at døma eisini at
taka støði í nútíðini. Oftast eru
barnabøkur afturlítandi, har
høvundurin minnist aftur á egnan
barndóm ella á annan hátt lýsir
lívið í “gomlum” døgum. Hetta
er kanska ikki so løgi, heldur
Marjun, tí tíðirnar broytast skjótt,
og sjálvt ein ungur rithøvundi
kann kenna seg fremmandan
í eini nútímans barnaverð og
tískil hava ilt við at lýsa hana.
Marjun dylir ikki yvir, at hon
sjálvt saknar barnabøkur á
føroyskum, sum taka støði í eini
nútíð, børnini kunnu kenna seg
sjálvi aftur í. Hinvegin leggur
hon áherðslu á, at hetta tó als
ikki er nøkur treyt fyri at luttaka
í kappingini.
Slúsurnar upp
Umframt kappingina verður
skipað fyri skriviskeiði fyri før
oyskar, sámiskar og grønlendskar
barnabókahøvundar í heyst.
Hetta skal ikki skiljast sum, at
neyðugt er at fara á skriviskeið
fyri at skriva eina barnabók,
sigur Marjun, men heldur
síggjast sum eitt tilboð um hjálp
at koma í gongd ella menna
skriviførleikan.
Tað ber neyvan til at siga,
at tú kanst læra at gerast ein
góður høvundur við at fara á
skriviskeið, men tú verður tað
í øllum førum ikki, um tú ikki
kemur í gongd við at skriva,
minnir Marjun á.
– Eitt skriviskeið kann kanska
best lýsast sum ein máti at lata
upp fyri slúsunum og koma í
rætta skrivihuglagið, so ferð
kemur á. Eisini hevur tað
ótrúliga nógv at siga, at man
setur nakrar dagar av, har man
fult og heilt sleppur at savna
seg um skrivingina, tí tað hava
tey flestu sjáldan møguleika
til. Tí er tað er tað eisini enn
meir umráðandi at vita, hvussu
tú kemur í gongd aftur, sigur
Marjun, sum sjálv hevur
tikið lut og undirvíst á fleiri
skriviskeiðum gjøgnum tíðina.
– Burtursæð frá, at samveran
við aðrar høvundar á einum
slíkum skeiði er ótrúliga gevandi,
hava skeiðini eisini lært meg
altíð at kunna finna aftur til tað,
sum skuldi til fyri at fáa ferð á
skrivingina aftur, sigur Marjun,
sum er rættiliga sannførd um,
at tað er hesum skeiðum fyri at
takka, at hon ikki er steðga upp
við skrivingini fleiri ferðir.
Gevandi kritikkur
Ein av treytunum fyri at taka lut
á skeiðnum er, at luttakararnir
eru byrjaðir at skriva ein tekst,
sum teir vilja sleppa at menna.
Ein av aðaltáttunum á einum
slíkum skeiði er nevniliga at
lata onnur síggja, tað tú hevur
skrivað, so tey kunnu koma
við kritikki. Her skalt tí verða
fyrireikaður at slúka nakrar
kamelar, og í fyrstuni kann tað
kennast eitt sindur hart at fáa at
vita, at “hatta er bara ífylla” ella,
at “nú ert tú í so poetisk”, sigur
Marjun. Men sum frá líður, vilja
tey flestu ikki verða kritikkin fyri
uttan.
– Eg trúgvi, at flestu høvundar
hava lyndi at forelska seg so
blint í sínum egnu orðum og
setningum, at tað nærum verður
ógjørligt at broyta nakað. Tað
er oftast eisini orsøkin til, at tú
rennir teg fastan. Tí ræður um at
læra at “kill your darlings”, so
tú fært latið upp fyri nýggjum
møguleikum at málbera teg og
lata hugflogið reika víðari, sigur
Marjun.
Barnabókahøvundar út úr skápinum
Freistin at senda inn handrit til skrivikappingina er 10. januar 2007.
Ein dómsnevnd verður sett fyri hvørt av teimum trimum
máløkjunum. Í dómsnevndunum fara at sita fakfólk, sum
avvarðandi rithøvundafeløg velja.
Vinnararnir verða kosnir í februar 2007.
Skriviskeiðið fyri barnabókahøvundar verður í døgunum 4. – 9.
november 2006 á Gjaargarði við Gjógv. Skeiðsleiðari verður norski
rithøvundurin Erna Osland. Afturat henni verða hjálparleiðarar úr
teimum trimum máløkjunum.
Freistin at tekna seg er 20. august 2006
Vilt tú vita meira, kanst tú seta teg í samband við:
Marjun S. Kjelnæs, Rithøvundafelag Føroya: marjun@webhiker.dk,
0045 23 74 23 05
ella
Bókadeild Føroya Lærarafelags: bfl@bfl.fo, tlf. 31 76 44
FAKTA
– Nýggja skrivikappingin er ein gyltur møguleiki at gera vart við seg sum barnabókahøvundur
– eisini uttanfyri landoddarnar, sigur Marjun Kjelnæs, rithøvundur
Nr. 124 - 30. juni 2006