Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-02, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 2. juli 2006síða 40

‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 124 - 30. juni 2006 Eigaraíbúð til sølu Um hóskandi boð fæst, er ein eigaraíbúð, Niðaragøta, 2, íbúð 4, matr. nr. 1ym, Inni á Gøtu, til sølu. Íbúðin, ið fevnir um gongd, tvey kømur, baði­ verilsi, vaski­ og goymslurúm og stovu og køk í einum, er 48 m2 til støddar. Íbúðin hevur gott útsýni yvir Nólsoyarfjørð, felags antennuskipan og liggur í friðaligum umhvørvi. Gott bussamband er við restina av býnum. Áhugað kunnu venda sær til Advokatskrivstovuna att.: Jens Andrias Vinther, adv. ft. e-mail jav@jura.fo ella Birnu Joensen, skrivara e-mail bij@jura.fo Advokatskrivstovan Fr. Petersensgøtu 9 100 Tórshavn · Tlf. 311145 lýsingar Jørð í Depli og Múla til sølu 2 gyllin í Depli matr. nr. 45 í hagapartinum »Millum húsanna« Innangarðs 849 m2 og 2724 m2 við ábygdum seyðahúsi 28 m2 og 2 gyllin 10 sk. í Múla matr. nr. 13 í hagapartinum »Krossdalur« Innangarðs 764 m2. Ognin verður seld um hóskandi boð fæst. Áhugað kunnu ringja á tlf. 457791 Stórt grundstykki við Frælsið í Tórshavn, til sølu Góðar 800 m2, til sølu um nóg høgt boð fæst. 10 min. til gongu úr miðbýnum, møguleiki fyri tilkoyring frá tveimum síðum. Stórur, gamal havi, sum treingir til eina góða hond, við trøum, runnum og grasvølli. Økið er sera hugnaligt, grønt og veðurgott. Sethúsini, sum standa á stykkinum, verða møguliga flutt burtur og fylgja tá ikki við. Minni grundøki við ella uttan hús í Tórshavnar umráðnum kann møguliga ganga inn í keypið. Skriva til Sosialin Box 76 FO-110 Tórshavn Bill.mrk. 122/1 Hús í Klaksvík til sølu Ognin Skáltavegur 55 til sølu, um hóskandi boð fæst. Matr. nr.: 1032 Grundøki: 236 m2 Húsini: 7,70x x10,50m útbygn. 1,22 x 3,30m í tveimum hæddum. Hetta eru betonghús frá 1969, klødd við aluminium, tætt tróður og takt við aluminium. Húsini hava sera gott útsýnið. Nærri upplýsing á tlf. 457791 Til sølu Sp/f Áarvegur 14 við øllum ognum felagsins til sølu um nóg høgt boð fæst. Áhugað kunnu ringja 284601 ella 315278 Bókasavnið verður stongt vegna feriu frá 10. juli til 14. august. Vágs Bókasavn tlf. 373991 Stuðuls­pedagog­ tímar og ergotera­ peutur til Dag­ s­tovnin Mýrifípan Í sambandi við broytingar í § 5 í Dagstovnalógini, sum kommunurnar nú skulu umsita, vil Dagstovn­ urin Mýrifípan hervið søkja eftir 50 pedagogtím­ um og einum ergaterapeuti 30 tímar um vikuna. Størvini verða sett tíðaravmarkað eftir tørvinum á stovninum. Pedagogarnir og ergoterapeuturin verða settir sum stuðlar á stovninum uttanum vanligu normeringina, til at taka sær av øllum børnum við serligum tørvi. Størvini verða sett fyribils í tíðarskeiðnum 01.08.06.­ 31.07.07, ella eftir nærri avtalu. Vit vænta av hes­um fakfólkum at tey: • Kunnu arbeiða sjálvstøðugt. • Eru innstillaði uppá eina ávísa broyting og óvissu í arbeiðinum tað fyrstu tíðina meðan arbeiðsøkið verður yvirtikið frá almannastovuni. • Duga at gera virkisætlanir fyri hvørt barnið við serligum tørvi og arbeiða málrættað eftir hesum. • Hava góð samstarvsevnir, tí tey skula samstarva við fleiri foreldur, starvsfólk og við øðrum fakbólkum. • Duga væl at orða seg munnliga og skrivliga. • Eru innstillaði uppá at dagføra sína vitan, og seta seg inn í tann tørv børnini hava. Stovns­lýs­ing: Mýrifípan er ein dagstovnur hjá Tvøroyrar Kommunu. Vit samstarva m.a. við sosialu deild hjá kommununi og við aðrar fakbólkar, so sum serráðgeva hjá SNR, heilsufrøðing og talulærara. Á Mýrufípuni ganga 90 børn í aldrinum 0­7 ár og 20 starvsfólk. Stovnurin er skipaður í 5 eindir, ein vøggustova, fýra barnagarðsstovur, harav ein stova er heildagsstova, ein hálvdagsstova til børn sum ganga ávikavist fyrra ella seinnapart og ein útibarnagarðsstova, ið heldur til í hølum nærhendis stovninum. Lønarviðurs­kiftir: Løn sambært sáttmála Kommunala Arbeiðs­ gevarafelagið og avvarðandi fakfelag. Meiri fæst at vita um størvini við at venda sær til Biritu Jacobsen, leiðara ella Guðruna Petersen varaleiðara á tlf. 372700 ella 218737. Ums­ókn: Saman við upplýsingum um útbúgving, royndir og møguligum viðmælum skulu vera Dags­tovninum Mýrufípuni FO­826 Trongisvágur í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 14. juli 2006 kl. 12.00.