mánadagur 3. juli 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 125 - 3. juli 2006
Óvanliga snarráðir
unglingar bjargaðu
kanska einum
manni undan eini
ringari lagnu við Áir
leygarmorgunin
BILÓHAPP
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Ein ungur maður í Eysturoy
kann vera glaður fyri, at
nakrir ógvuliga snarráðir
unglingar vóru akkurát
staddir við Gøtueiði tíðliga
leygarmorgunin.
Sjálvur var hann komin
rættiliga illa fyri og vóru
ikki akkurát hesir avísu
unglingarnir
av
tilvild
komnir framvið, kunnu vit
bert ímynda okkum, hvat
kundi hent.
Maðurin kom koyrandi úr
úr Syðrugøtu á veg um Eiði
um hálvgum fimm tíðina
leygarmorgunin.
- Komin um tað hægsta,
fer hann út í grúsið í
vegjaðaranum í høgra borði,
sigur Steintór Jacobsen
løgreglumaður í Eysturoy.
Síðani fer bilurin tvørtur
um vegin og útav í vinstra
borðið og í bakkan. Men
onkusvegna
er
bilurin
slongdur uppaftur á vegin
og har endar hann á
takinum.
- Tá ið boðað var frá
óhappinum, fingu vit at
vita, at eldur var í bilinum
og at maðurin sat kleimdur
fastur í honum, sigur
løgreglumaður.
Tí varð full neyðstøða lýst
og alt varð sent avstað, bæði
sjúkrabilur, sløkkiliðsbilar
o.s.fr.
Tilsamans
vóru
sjey
sløkkiliðsbilar
og
hjálparbilar á staðnum.
Steintór Jacobsen sigur,
at tá ið sløkkilið og løgregla
komu á staðið, kundu teir
staðfesta, at eldurin var
sløktur. Samstundis kundu
sløkkiliðsmenninir eisini
staðfesta, at maðurin var
ikki kleimdur fastur.
Men hinvegin lá hann
framvegis í bilinum í óviti.
Teir fingu so mannin
úr
bilinum
og
í
ein
sjúkrabil, sum flutti hann á
Landssjúkrahúsið, har hann
varð innlagdur.
Løgreglumaðurin sigur,
at tað hann aftaná frætti frá
Landssjúkrahúsinum, hevði
maðurin tað gott, tá ið
hugsað verður um, hvussu
tað kundi gingist.
Sløktu við sodavatni
Steintór Jacobsen sigur,
at nógv ferðsla er har um
vegir og nógvir bilar komu
eisini á staðið beinanvegin,
óhappið varð hent.
- Og tað vóru ungfólk úr
einum av hesum bilunum,
ið kom á staðið, sum høvdu
megnað at bast eldinum
í bilinum, sum var farin
útav.
Tey høvdu kortini hvørki
eldsløkkjarar ella vatn at
sløkkja við.
Men unglingarnir vóru
ikki ráðaleysir fyri tað.
So tá ið mann ikki hevur
tað, mann skal brúka, so
má mann brúka tað, sum
mann hevur.
Sostatt
máttu
teir
brúka tað, sum var fyri
hondina. Og tað einasta,
tey høvdu við hondina var
– sodavatn.
- Jú, tað er rætt, váttar
Steintór Jacobsen: Tey bastu
eldinum við sodavatni!!
Hann heldur, at tað var
heilt einastandi væl hugsað
og vit kunnu bara stórliga
fegnast um, at hesi ungu
fólkini høvdu áræði og
umhugsni til at finna uppá
nakað so óvanligt fyri at
hjálpa í eini støðu, sum
lættliga kundi enda við
einum sorgarleiki.
- Tað er ómøguligt at siga,
hvussu endin hevði verið,
høvdu hesi ungfólkini ikki
verið so skjóttonkt, sigur
Steintór Jacobsen.
- Tað kann ein og hvør
bara gita um. Í øllum førum
kunnu vit staðfesta, at eldur
var í bilinum. Eldurin var í
motorrúminum og talan var
um ein bensinbil, so eldurin
kundi ment seg rættiliga
skjótt og kola bilin upp eftir
eini løtu.
- Men tað forðaðu hesi
fólkini so fyri við at spræna
sodavatn á eldin og tey eiga
alt møguligt rós fyri at
hugsa so væl.
Annars gekk bjargingar-
arbeiðið bæði skjótt og
væl, tí tað gingu bara 18
minuttir frá tí at óhappið
varð fráboðað til maðurin
var komin í sjúkrabilin og
tamarhald var á støðuni.
Eldur í bili: Sløktu við sodavatni
Hesin bilurin fór í knús við Áir leygarmorgunin. Eldur kom í hann, men nakrir óvanliga snarráðir unglingar fingu bast eldinum.
Annars kunnu vit bert gita, hvat kundi hent, tí bilførarin lá í bilinum í óviti
tíðindi
Tvey fólk fóru á
Landssjúkrahúsið,
men tey meiðslaðu
seg ikki illa
BILÓHAPP
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Seinnapartin sunnudagin
hendi eitt ferðsluóhapp
við Áir, har ikki færri enn
tríggir bilar vóru upp í.
Óhappið hendi, tá ið ein
bilur, sum vendi suðureftir,
stóð og bíðaði við krossin
oman til Áir, tí hann skuldi
snara oman.
Men so kemur ein bilur
aftan í frá og ansar ikki
eftir, at hin stendur stillur
og renur upp í reyvina á
honum.
Hetta skumpar fremra
bilin yvir í vinstru síðu,
har hann tekur í spegilin á
einum mótkoyrandi bili.
Bæði
løgregla
og
sjúkrabilar komu á staðið
og tvey fólk endaðu á
landsssjúkrahúsinum. Men
lukkutíð hava tey ikki
meiðslað seg illa, sigur
Løgreglan.
Tveir av bilunum fóru
nokk so illa.
Nýggja, føroyska flog-
felagið, Faroe Jet er nú farið
undir summarflúgvingina.
Tað merkir, at til 13.
august flýgur felagið tvær
ferðir um dagin ímillum
Keypmannahavn og Vágar
og
harumframt
verðru
flogið eina ferð leygardag.
Fráferðirnar úr Keypmanna-
havn eru klokkan 09.00 og
15.45 og frá-ferðirnar úr
Føroyum eru klokkan 11.30
og 18.30.
Leygardag verður flogið úr
Keypmannahavn kl. 09.00
og úr Føroyum aftur til
Keypmannahavn kl. 11.30.
Tríggir bilar í samanstoyti við Áir
Summarflúgvingin
er byrjað
Óhappið sá ógvusligt út, men tíbetur
var skaðin mest a materiellum slagi