mánadagur 3. juli 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 125 - 3. juli 2006
tíðindi
Bjørn Kalsø kann loysa trupul
leikan við einum pennastroki
Trupulleikin við, at reið
arar selja fiskiloyvi og skip
og fáa stóran vinning
burturúr, kann loysast við
einum pennastroki.
Tað heldur Heðin D.
Poulsen løgfrøðingur.
Hesa
seinastu
tíðina
hevur nógv verið kjakast
um, at reiðarar hava for
vunnið ovurhonds upp
hæddir við at selja fiski
loyvi, sum teir annars hava
fingið fyri onki frá tí
almenna.
- Halda politikarar, at
hetta er ein trupulleiki,
kann hann loysast við eini
lítlari lógarbroyting upp á
nakrar fáa reglur, sigu
Heðin D. Poulsen, sum
eisini hevur verið fulltrúi í
Fiskimálaráðnum.
Tað er sostatt óneyðugt
at seta arbeiðsbólkar og
nevndir at kanna málið, tí
málið er ikki so fløkt.
– Tað einasta, sum skal
til, er at Løgtingið ger eina
lógarbroyting í lógini um
vinnuligan fiskiskap Og
tann lógarbroyting skal
heilt stutt siga, at skiftir
fiskiskip eigara, skulu øll
fiskiloyvi fella aftur til
landsstýrið.
– Tá kunnu reiðarar
keypa og selja skip, sum
teimum lystir, men øll
fiskiloyvini fella altíð aftur
til Landsstýrið, haðani tey
komu.
Heðin D. Poulsen sigur,
at hetta er kanska ikki
nøkur varandi loysn.
- Men verður hetta mett
at vera ein so stórur tru
pulleiki, sum orðaskiftið
seinastu tíðina kundi bent
á, kann ein slík, einføld
lógarbroyting forða fyri
fleiri handlum fyribils, til
ein
varandi
loysn
er
funnin.
Annars heldur hann, at
tað kann aldrin koma óvart
á politikarar, at skip og
loyvi verða keypt og seld.
- Tað hevur verið gjørt
alla tíðina og tað hevur alla
tíðina verið tosað um hetta.
Men ongin hevur gjørt
nakað við tað, hóast tað í
veruleikanum er rættiliga
einfalt og sostatt ikki
krevur serfrøðinganevndir
av ymsum slagi, sigur
Heðin D. Poulsen.
-Veruleikin er, at vit hava
í dag eina skipan, sum
nógv tey flestu eru ónøgd
við. Men tað skal altso ikki
so nógv til, fyri at broyta
hana og tí er trupulleikin
ikki so stórur, sum hann
mangan verður gjørdur til,
staðfestir Heðin D. Poul
sen
Tað, at tey, sum selja
loyvi, skulu betala næstan
alt í skatti, hevur hann lítið
álit á.
– Tað ber altíð til at
snikka ein roknskap til og
flyta pening ímillum feløg
o.s.fr. fyri at sleppa undan
skatti. Slíkar reglur ber
altíð til at sleppa undan
Annars heldur hann, at
fiskiloyvi ber brá av, at tað
er til leigu og ikki til ognar.
Eitt nú kann tað ikki
tinglýsast og tað kann eitt
skeyti altíð.
Fiskiloyvi á uppboði
Spurningurin er so, hvat
skuldi hent við teimum
fiskiloyvum, sum verða
latin inn aftur.
- Eftir mínum tykki er
tað
einasta
rætta
at
Fiskimálaráðið selir fiski
loyvini á uppboði fyri eitt
ávíst áramál, har tann, sum
samanlagt hevur besta boði
og bestu treytir, fær loyvi
yvir eitt ávíst áramál, sum
kunnu vera 5, 10, 15 ella 20
ár, ella, hvat tað skal vera.
Tá ið loyvistíðin er farin
skal loyvið so fella aftur til
landskassan.
Heðin D. Poulsen sigur,
at hetta er í grundini sama
prinsippið, sum verður
brúkt, tá ið ein haruhagi
verður seldir.
- Har verða hagarnir
bjóðaðir út, har ein og hvør
kann bjóða og tann, sum so
hevur besta boðið, fær
rættin at skjóta harur í eitt
ávíst tíðarskeið.
Hann heldur, at tað kundi
enntá verið ein stórur
fyrimunur fyri vinnuna, tí
tá fer tað altíð at bera til hjá
einum at koma upp í
vinnuna.
Men tað, er eisini ein
stórur fyrimunur, at tað
verður óneyðugt hjá einum,
sum kemur upp í vinnuna,
at keypa skip og sostatt
eisini at binda pening í
skip.
- Tað kann bera til at
langleiga eitt skip og tað
liggja nógv skip, sum
kanska kunnu langleigast.
Útlendskar íløgur
hava sínar fyrimunir
Men tað eru eisini tey, sum
siga, at tað í grundini er
ólógligt at selja fiskiloyvi,
tí
reiðarar
fáa
ikki
ognarrættin til loyvi, men
bara rættin at brúka tað og
tað ber ikki til at selja
nakað, mann ikki eigur?
– Veruleikin er, at loyvi
verða keypt og seld og tað
hava tey altíð verið. Eitt er,
hvat stendur í lógini um
vinnuligan fiskiskap, men
hinvegin má sigast, at hetta
er víðariført til, at tað ber
til at keypa og selja loyvi,
sigur Heðin D. Poulsen.
Ein annar trupulleiki,
sum ofta verður nevndur,
er at vandi er fyri, at
útlendingar koma at eiga
ov stóran part av okkara
fiskiríkidømið?
– Ein fyrimunur við tí er
í hvussu so er tann, at
gongur tað galið, eru tað
útlendingar, sum missa
pening og ikki føroyingar
og tí fer eitt skrædl ikki at
merkjast so væl, sum tað
annars hevði gjørt.
– Hevði nógvur útlendsk
ur kapitalur verið í fiski
vinnuni í áttatiárunum,
hevði kreppan í nítiárunum
verri enn so verið so djúp,
sum hon varð.
– Eitt annað dømi er
Kollafjord Pelagic, har
ovurhonds nógvar milliónir
lógu í klemmu, tá ið tað
kom í trupulleikar. Men
tað merktist ikki so nógv í
Føroyum, tí tað var út
lendskur pengar
Løgfrøðingurin sigur, at
tað er ein orsøk til at øll
lond skríggja eftir út
lendskum íløgum.
– Summi stúra fyri, at
eiga útlendingar ov nógv,
fara skipini at avreiða
uttanlands. Men eru virkini
í Føroyum kappingarfør,
fáa tey fiskin. Og viðhvørt
kann tað kasta meiri av sær
at avreiða uttanlands.
Eftir lógini kunnu út
lendingar ikki eiga meiri
enn ein triðing av einum
fiskiskipi, men Heðin D.
Poulsen heldur, at tað er
vónleyst at forða fyri, at
serligar
avtalur
verða
gjørdar, sum gevur útlend
ingum størri avgerðarrætt.
Halda politikarar, at
tað er ein trupulleiki,
at reiðarar vinna
stórar upphæddir við
at selja fiskiloyvi og
skip, kann trupul
leikin loysast við
einum pennastroki,
sigur løgfrøðingur
Fiskivinna
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Vilja politikarar forða
fyri, at reiðarar skora
kassan við at selja
fiskiloyvi, kann tað
gerast við eini lítlari og
einfaldari lógarbroyting,
sigur Heðin D. Poulsen,
løgfrøðingur
Ein fyrimunur at sita til borðs við teimum stóru
– Vit smekka ikki við
hurðini.
Páll á Reynatúgvu, borg
arstjóri á Sandi, sigur, at
tað er ikki í øðini, at Sands
Kommununa
nú
sigur
limaskapin í Føroya kom
munufelag upp og meldar
seg upp í Kommunusam
skipan Føroya, har tað ann
ars bara eru býarkommu
nurnar í Føroyum, sum eru
limir.
– Hetta er heldur ikki ein
avgerð, sum er tikin í óðum
verkum og vit hava havt
eitt gott samstarv í Kom
munufelagnum í mong ár,
leggur hann afturat.
Men hann vísur á, at nú
kunnu eisini stórmál standa
fyri framman fyri Sand
oynna.
Hann hugsar her um und
irsjóvartunnilin og spurn
ingin um alternativan flog
vøll í Søltuvík.
- Í hesum sambandi er
tað avgjørt ikki ein vansi at
vera saman við teimum
stóru kommununum. Tvørt
urímói halda vit, at tað
kann vera ein fyrimunur at
sita til borðs saman við
teimum stóru og hava ávirk
an har.
Átti at verið meiri
álopskent
Men Páll á Reynatúgvu
dylir kortini hendur ikki
fyri, at teir eru ikki heilt
nøgdur við tað linju, sum
Kommunufelagið
hevur
lagt.
– Vit vildu ynskt, at
Kommunufelagið var eitt
sindur meiri framrættað í
sínum arbeiði, sigur hann.
Hinvegin halda vit, at at
Kommunusamskipanin er
meiri opin fyri teimum
avbjóðingum sum liggja í
at styrkja kommunala sjálv
ræðið enn Kommunufelag
ið hevur verið.
Hann sipar til, at hann
heldur ikki, at kommunu
felagið í nóg stóran mun
ger greitt, politiskt, hvussu
tað heldur, at ábyrgdarbýtið
ímillum landið og kom
munurnar eigur at vera og,
hvat
Kommunufelagið
stendur fyri á hesum øki.
Hann saknar sostatt, at
Kommunufelagið
ger
greitt, hvørji øki tað vil, at
kommunurnar skulu yvir
taka og ikki.
– Her haldi eg, at Kom
munufelagið skuldi verið
meiri álopskent og í størri
mun sett dagsskránna og
gjørt greitt, hvat felagið vil
á økinum ístaðin fyri í ov
stóran mun bara at fyrihalda
seg til tað, sum kemur úr
erva.
Men tað útspælið saknar
borgarstjórin á Sandi í nóg
stóran mum frá Kommunu
felagnum
– Í hesum sambandi
haldi, at her er boðskapurin
hjá Kommunusamskipanini
greiðari,
leggur
hann
afturat.
Eitt nú heldur hann, at
spurningurin um kom
munala útjavning er eitt
sjálvsagt mál hjá Kommu
nufelagnum at arbeitt við,
serliga tí at Kommunu
felagið varðar í høvuðs
heitum av teimum kommu
num, sum eru fíggjarliga
veikari.
Men tað hevur gingið
strilti, leggur hann afturat.
- Vit smekka ikki
við hurðini, nú
vit fara, sigur Páll
á Reynatúgvu,
borgarstjóri á Sandi
Kommunalt
samstarv
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Vit vildu havt, at Kommunu
felagið var meiri framrættað,
sigur Páll á Reynatúgvu,
borgarstjóri á Sandi. Sands
Kommununa fer nú úr
Kommunufelagnum og upp
í Kommunusamskipan
Føroya, har annars tað bara
eru býarkommunurnar, sum
eru limir