mánadagur 3. juli 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 125 - 3. juli 2006
Í gjár mintust vit tey deyðu í ferðsluni. Síðani 2.
september í 1928, tá tann fyrsti doyði í ferðslu
vanlukku í Gøtudali, eru umleið 250 fólk farin.
Hetta er ov nógv - hetta er í veruleikanum 250
fólk ov mikið. Vit skulu ikki góðtaka, at nakar
doyr ella fær álvarsligan skaða í ferðsluni.
Og hetta er júst málið, sum Ráðið fyri Ferðslutrygd
hevur roynt at bankað inn í høvdini á okkum sein
astu árini. Hetta hevur givið úrslit – m. a. tað úrslit,
at Føroya Løgting hevur tikið 0-hugsjónina við
í lóggávuna, at vit ikki góðtaka, at fólk doyggja
ella verða álvarsliga skadd í ferðsluni.
Í gjár vóru blómur lagdar á støð, har fólk eru farin
í ferðsluni. Hetta er ein sera vakur siður, og stórt
rós eigur Ingi Gunnarsson fyri, sum einsamallur
maður at hava tikið stig til hetta. Hetta er vorðið
eitt afturvendandi tiltak, sum Ferðslutrygd hevur
stuðlað dyggiliga. Føroya fólk taka eisini væl
undir við tiltakinum, sum – bara tí at vit leggja
okkum hetta meira í geyma – er við til at minka
um skaðarnar og vanlagnurnar av ferðsluni.
Í síðstu viku var Ferðslutrygd frammi við tí
sjónarmiðnum, at vit eiga at seta upp bilverjur í
øllum tunlum. Eitt uppskot, sum stjórin á Lands
verki ikki tók undir við út frá tí, at hann helt, at
pengarnir vórðu betur brúktir til onnur ferðslu
trygdarfremjandi endamál. Kanska hevur hann
rætt. Men so víst hevur Ferðslutrygd eisini rætt
í tí, at bilverjur áttu at verið í øllum tunlum, tí tá
minkaði vandin fyri, at fólk komu álvarsliga til
skaða – ella doyðu, um tey komu illa fyri í ferðslu
vanlukku. Men bara tað at hetta sjónarmið kemur
upp, er gott í sær sjálvum. Vit eru fleiri, sum taka
hetta til okkum, og harvið hevur Ferðslutrygd
økt okkara tilvitan um ferðslutrygdarvandan í
tunlunum. Tað kann væl vera, at hetta eru illa
útgivnir pengar í mun til okkurt annað. Men bara
tað at vit verða gjørd tilvitað um hetta kann bjarga
mannalagnum í sjálvum sær, so Ferðslutrygd:
Komið við fleiri slíkum hugskotum, sum fólk,
politikarar og avgerðartakarar annars kunnu hava
eina meingin um!
Men so leingi hetta er við til at økja tilvitanina
um vandan, so er tað altíð gott. Og tað er júst
tað, sum eitt ráð sum Ferðslutrygd er til. Gott í
tykkum, komið við fleiri slíkum gullkornum!
Sosialurin
Gott Ferðstutrygd!
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónssekreterur:
Inna Törnroos inna@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
– Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur roynt at bankað 0-hugsjónina inn í høvdini
á okkum seinastu árini. Hetta hevur givið úrslit – m. a. tað úrslit, at Føroya
Løgting hevur tikið hana við í lóggávuna, at vit ikki góðtaka, at fólk doyggja
ella verða álvarsliga skadd í ferðsluni.
oddagreinin
SAMBAND
eirikur lindenskov
post@sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Spurningurin er ikki,
um vit hava ráð, men
um vit hava ráð at lata
vera
Í dag er minningardagur
teirra deyðu í ferðsluni.
Dagurin, tá vøkur blómutyssi
prýða vegjaðararnar kring
landið.
Men
minnini,
sum
blómurnar vekja, eru ikki
vøkur.
Blómurnar minna okkum
á øll tey, ið gjøgnum árini
hava látið lív í ferðsluni.
Hjá nógvum er hesin
dagurin ringasti dagur í
árinum, tí hann skræðir upp
tey sár, sum ongantíð vilja
lekjast.
Ferðsluvanlukkur raka ikki
bara tann einstaka. Eisini tey
avvarðandi fáa varandi sár.
At missa ein av okkara kæru
ella ein góðan vin, brádliga
og harðliga, er tað ringasta,
ið vit kunnu uppliva.
Eisini tey avvarðandi at
einum, sum fær álvarsaman
ella varandi skaða, verða
hart rakt.
Tað
er
neyðugt
at
gera
alt,
sum
gerast
kann fyri at fyribyrgja
ferðsluvanlukkum.
Nærum hvørja ferð tosað
verður um, hvørji tiltøk
skulu gerast fyri at bøta um
ferðslutrygdina, verður sagt,
at spurningurin er, hvat vit
hava ráð til.
Men spurningurin er ikki,
hvat vit hava ráð til, men um
vit hava ráð at lata vera.
Ein
minningardagur,
sum hesin, kann verða við
til at venda sjóneykuni frá
turrisligum hagtølum, til
at varpa ljós á bæði lagnur
og tann einstaka aftanfyri
tølini.
Vónin er, at hesin dagurin
kann gera okkum meira
tilvitandi og elva til eina
atferð, sum ger, at vit kunnu
verða tryggari í ferðsluni.
Fylg ferðslureglunum!
Øll kunnu vit gera okkara
til at minka um vandarnar
fyri ferðsluvanlukkum.
Tað ikki altíð tey stóru
tøkini, ið skulu til, fyri at
gera munin millum deyða
og lív.
Bind teg í trygdarbelti,
nýt endurskin, hjálm og
ryggverju, Tað eru nakrar av
teimum reglum og ráðum,
sum kunnu bjarga tær lívinum
í einari ferðsluvanlukku.
Við hesum fáu orðum vil
eg sýna djúpastu virðing fyri
teimum, ið hava látið lív í
ferðsluni og samkenslu við
teimum, sum hava mist ein
kæran.
Vit hava ikki ráð at lata vera
formaður Ráðið fyri
Ferðslutrygd
Rúna
Sivertsen
Tórshavnar komm
una er nú farin í
gongd við at byggja
nýggja tveysporaða
fólkaskúlan í Hoyvíks
haganum. Ætlandi
verður skúlin liðugur
á sumri 2008.
SKÚLABYGGING
Nýggi fólkaskúlin í Hoy
víkshaganum skal rúma
næmingum frá 1. til 9.
flokk í tveimum sporum, og
harumframt skal frítíðarskúli
eisini vera til næmingar í 1.
og 2. flokki. Í heildarætlanini
er pláss lagt av til svimjihyl,
sum møguliga kemur seinni.
Arbeiðið at byggibúna økið
var boðið út í innbodnari lisi
tatión millum fimm fyritøkur,
harav tær fýra valdu at geva
tilboð, ið lógu millum góðar
sjey og góða hálvaníggjundu
millión
krónur.
Kommunan hevur tikið
av lægsta tilboðnum, sum
var frá Samtakinum TH &
ZRJ við Tórhalli Hansen
og Zachariasi R. Jacobsen.
Tilboð frá teimum er upp
á 7.067.578 krónur, sum er
góðar 800.000 krónur lægri
enn kostnaðarmetingini.
Umframt byggibúningina,
so ætlar Tórshavnar komm
una at bjóða arbeiðið við
nýggja
fólkaskúlanum
í Hoyvíkshaganum út í
tveimum umførum aftr
at, sum fevna um ávika
vist rábygning fyri seg
og liðugtgerð fyri seg.
Hildið verður, at á henda
hátt ber til at fáa skúlan
lidnan til tíðina, so eitt nú
prosejkteringin kann halda
fram, sjálvt um spakin er
settur í.
Nýggjur fólkaskúli í Hoyvíkshaganum