mánadagur 3. juli 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 125 - 3. juli 2006
13
Torkil
Mortensen,
ættaður av Tvøroyri
búsitandi í Nærum,
andaðist fríggjadagin
30. juni, 71 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr
Søllerød kirkju hós–
dagin kl. 12.
Sverri Eidesgaard úr
Oyndarfirði, búsitandi í
Keypmannahavn, and–
aðist fríggjadagin 30.
juni, 80 ára gamal.
Andlát og jarðarferðir
Ja mamma, so fekst tú endiliga frið.
Aldrin hoyrdi eg teg klaga yvir, at
tað var tú sum skuldi gjøgnumganga
so nógv. Var tú spurd “Mamma, er
tað ikki keðiligt, at vera so sjúk”?
Var svarið altíð tað sama “Nei, eg
fái ikki meira á mínar herðar enn eg
kann bera”
Fyri teg vóru vit børn og ommubørn
alt, tú var tann sum helt okkum
saman, men aldrin við at siga “ Nú
skulu vit halda saman” Tú var bara
okkara samlingspunkt, líkamikið
hvat. Aftaná at pápi doyði í 1976, var
tú tann sum var sterk og helt okkum
saman. Nú sum vaksin havi eg fingið
fortalt, hvussu trupult tú hevði tað,
við at skaffa mat, klæðir og annað
til okkum børn, tí tú var jú einsamøll
við okkum 8 børnum, sum bara vóru
frá 5 til 16 ára gomul. Men, eg haldi
ikki eg fari skeiv, tá eg sigi, at fáur
man hava hoyrt teg klaga um, at onki
var at liva av, tú bardist bara víðari,
tí tað skuldi nokk ganga og tað gekk
eisini, men uttan teg hevði tað aldrin
gingið.
Besta avgerð eg nakrantíð havi tikið í
lívi mínum, var at flyta til Danmarkar
at vera um teg. Tú gav mær eitt heilt
annað innlit í lívið. Tú vísti mær, at
vit sum eru frísk, ofta grenja um ting
sum onki hava við góðsku í lívinum
at gera, vit skeldast yvir smáting,
ístaðin fyri at gleðast yvir næstan
onki. Mamm, tú vísti mær hvat lívið
er vert, og at vit skulu seta prís á tí
gávu vit hava fingið.
Fyrstu tíðina vit høvdu saman her
í Esbjerg, var tú ikki so sjúk, so tá
fingu vit snakka nógv saman. Tú
var altíð glað og kom mangan við
stuttligum viðmerkingum. Næstan
hvørt kvøld tá eg kom heim, hevði
eg okkurt stuttligt at fortelja, sum tú
hevði sagt.
Nú aftaná tú er farin til ein betri
stað, hoyri eg ofta orð tíni....Ikke
være ked af det, det hele skal nok gå!
Soleiðis var tú allan vegin ígjøgnum,
stuðlaði øllum í neyðini. Hjálpti har
tú kundi, aldrin hoyrdi man teg siga
nakað um, at tú hevði hjálpt. Tú var
bara tann sum hjálpti.
Sjálvt nú, tá tú føldi, at tín tíð lækkaði
ímóti endanum, var tú tann sum var
sterkast. Tú tók sjálv avgerðina um
at steðga allari viðgerð, men tað var
ikki uttan at kempa, at tú tók tað
valið. At síggja hvussu tú spakuliga
bleiv sjúkari og sjúkari, tók nógv
uppá okkum avvarandi. Eg minnist
so tíðuliga tann dagin læknin hevði
tosað við teg um, at vinstra bein
skuldi takast. Tá eg spurdi teg hvat
tú helt um tað, svaraði tú bara “Man
tað ikki vera í lagi? Ella hvat heldur
tú?” Tá eg spurgdi teg um tú ikki var
bangin, svaraði tú klárt “Nei, hvat er
at vera bangin fyri?”
Ein ting tú elskaði nú seinasta hálva
árið var at eg sang fyri tær. Tann
sangin tú sum oftast vildi hoyra var
hjá John Denver “Annies song”. Tann
sangurin passar væl til tín mamma.
Eitt vigtugt sum tú lærdi meg tí
seinastu vikuna var, er at deyðin er
ikki nakað man skal vera bangin
fyri. Takk fyri alt og æra verið
minnið um mammu mína Sølvu.
Sunnleyg.
Til minnis um mína elskaðu mammu
Sølvu á Gerðisbakka
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum,
at kæri maður mín
Torkil Mortensen
ættaður av Tvøroyri, búsitandi í Nærum
andaðist fríggjadagin 30. juni, 71 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Søllerød kirkju
hósdagin kl. 12.00.
Vegna tey avvarðandi
Birthe
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu, tá
pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara
Hans Petur Djurhuus
Tórshavn, ættaður av Nesi, Vági
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til tykkum øll, sum á ymiskan hátt hjálptu til.
Tøkk til talarar, sangarar og spælarar.
Tøkk fyri minnisgávur til Zarepta.
Tøkk til tykkum, sum sendu blómur og fylgdu honum
til hansara seinasta hvíldarstað her.
Vegna tey avvarðandi
Karin, Lis og Eyðvør
Fríggjadagin fingu fyrstu
fjarlestrarnæmingarnir
FHS prógv. Seinastu tvey
árini hevur Handilsskúl–
in á Kambsdali skipað
fyri FHS stakgreinalestri
sum fjarlestur, og tríggir
næmingar hava fylgt øllum
lærugreinunum og staðið
tær og harvið tikið fult
Handilsskúlin á Kambsdali:
Fyrstu fjarlestrarnæmingarnir, ið hava
tikið fult FHS-prógv eru: Saroya Britt
Dalsgarð og Jensia Niclassen. Á myndini
vantar Winnie Vestergaard
Fyrstu fjarlestrarnæmingarnir lidnir
FHS prógv. Tað eru Ame–
rada Hess, BP Amoco,
Innlendismálaráðið
og
Mentamálaráðið, ið hava
stuðla lestrinum. Undirtøkan
hevur verið somikið góð,
at avgjørt er at halda á–
fram. Í heyst byrja nýggir
flokkar í kunningartøkni og
virkisbúskapi.