Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-03, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. juli 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 125 - 3. juli 2006 - Tað kann ikki vera rætt, at inntøkurnar hjá fólki, sum sigla og eru burtur, skulu verða minni enn hjá teimum, sum arbeiða uppi á landi. Sum út sær í løtuni, er vandi fyri, at inntøkurnar á landi fara at veksa, samstundis sum lóggivið fer at verða fyri, at inntøkurnar hjá teimum, sum eru burtur, fara at minka – við færri fiskidøgum, sigur Torleif Sigurðsson, reiðari Fiskidagar Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Fiskirannsóknarstovan m­ælir í sínum tilmæli um fisk­i­dagar til, at dagatalið hjá útróðrarbátum við línu og snellu, línubátum og lemm atrolarum verður mink­að við 25%. Eisini verður mælt til, at dagatalið á Føroyabanka verður minkað við 50%. Fiskidaganevndin mæl­ ir hinvegin til ó­broytt fiskidagatal á land‒ grunninum, men vísir á, at neyðugt er at gera okkurt munagott fyri at minka um veiðitrýstið á Føroyabanka. Nevndin metir nevniliga, at støðan hjá toskinum á Føroyabanka er hættislig. Tað verður landsstýris- maðurin í fiskivinnumálum, sum fer at skjóta upp fyri løgtinginum, hvussu nógvir fiskidagar skulu verða í komandi fiskiári. Síðan verður tað løgtingið, sum tekur endaligu avgerðina. Mistar inntøkur Men eitt er, hvat Fiskirannsóknarstovan, Fiskidaganevndin og landsstýrismaðurin í fiski- vinnumálum mæla til. Annað er fiskiflotin, sum helst skal liva undir hesi skipan – og ikki doyggja. Fiskiflotin er bert fyrsta liðið í veiði-og virkisliðnum. Tað, sum flotin ikki førir til lands, kemur heldur ikki til virkingar á landi og skapar soleiðis ongar ringvirkningar og einki útflutningsvirði til samfelagið. Við teimum tilmælum, sum landsstýrismaðurin hevur at halda seg til og við tí hugburði, sum ræður um fiskidagar og veiðitrýst beint nú, bendir mangt á, at tann parturin av flotanum, sum fiskar tosk, fer at verða fyri niðurskurði í fiskidøgum í komandi fiskiári. Men hvørjar avleiðingar fer so ein møguligur niðurskurður í fiskidøgum at hava fyri eitt nú línuskipini, ið hugsandi verða harðast rakt, um landsstýrismaðurin fer at fylgja tilmælinum hjá Fiskirannsóknarstovuni? Verri at fáa fólk Tað hevur ikki gingið ov væl hjá línuskipunum at fingið manning til skipini, síðan toskafiskiskapurin minkaði, samstundis sum nógv arbeiði er uppi á landi. Torleif Sigurðsson, reiðari á línuskipunum, Pison, Kvikki og Froya, sigur, at verða fiskidagarnir hjá línuskipunum skerdir uppaftur meira í komandi fiskiári, verður uppaftur verri at manna skipini. - Skulu skipini sigla, er neyðugt við einum grundarlagi, bæði hjá skipi og manning. Tillutaðu fiskidagarnir eru ikki nóg nógvir sum er, og tí mugu vit keypa dagar hjá øðrum línubátum, sum av eini ella aðrari orsøk liggja. Hann sigur, at verður dagatalið hjá línubátunum skert, fara bátarnir ikki at klára seg, samstundis sum eingin fer at tíma umborð á skipini. Hjá vælriknum línubátum, er dagatalið ov lítið sum er. - Og longu nú stendur á hjá summ um skipum at fáa fólk, og onkrar túrar eru færri mans við, enn vanliga plaga at vera umborð á einum línubáti. Torleif vísir á, at eisini umborð á bátunum, sum hann varar av, eru teir viðhvørt 12 mans heldur enn 14, sum er vanligt og best egnaða talið. - Tað kann ikki vera rætt, at inntøkurnar hjá fólki, sum sigla og eru burtur, skulu verða minni enn hjá teimum, sum arbeiða uppi á landi. Hann heldur, at sum út sær í løtuni, er vandi fyri, at inntøkurnar á landi fara at veksa, samstundis sum lóggivið fer at verða fyri, at inntøkurnar hjá teimum, sum eru burtur, fara at minka – við færri fiskidøgum. - Línuskipini hava einar 126 fiskidagar í part á landgrunninum, summ i hava nakrar dagar á Føroyabanka og so hava nakrir bátar eisini kvotu undir Íslandi. Skott millum bólkar Torleif sigur, at her er einki at geva av hjá nøkrum – ikki uttan so, at skip av eini ella aðrari orsøk eru úr vinnu ein part av árinum. - Áðrenn skott varð sett í millum skipabólkar, vórðu nokso nógvir fiskidagar ”handlaðir” millum bólkarnar, men hetta ber ikki til longur. Hann sigur, at bæði Kvikk og Pison hava í ár keypt fiskidagar frá teimum, sum eiga Hoyvíking, tí hesin hevur verið til umbyggingar. - Soleiðis hevur man roynt at funnið út av tí – fyri at fingið tað at borið til sum frægast, sum Torleif tekur til. Torleif sigur seg ganga út frá, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø og løgtingið í síni heild ætla, at føroyingar framhaldandi skulu fiska. - Um so er, mugu vit hava eina skipan, sum er at liva við, leggur reiðarin dent á. Tungur í rakstri - Línubátarnir eru tungir at dríva, og tað eru lutfalsliga smáir pengar í hesum parti av flotanum. Gongur hampiliga væl, fiskar ein línubátur fyri einar 15 mió krónur um árið. Olja og agn eru vorðin ein Í døpurhuga nú útlit eru til tíðindi Línuskipini skapa nógv arbeiði á fiskavirkinum og ringvirkning.