Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-03, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. juli 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 125 - 3. juli 2006 15 færri fiskidagar tíðindi størri og størri partur av útreiðslunum. Torleif vísir á, at á einum vanligum ísfiskatúri, skal skipið fiska fyri 150.000 krónur, áðrenn skip og manning tjena nakað sum helst. - Hetta er tað, sum av óbýttum fer til agn, olju, proviant, ymiskar tryggingar og landingar- og søluútreiðslur. Tá er reiðskapur ikki tikin við, ei heldur rentur og avskrivingar. Stórir ringvirkningar Hann sigur, at hóast línuflotin er tungur at dríva – og at tað ikki er so nógvur peningur í sjálvum avreiðingarvirðinum, er tað ikki lítið, hesin parturin av flotanum leggur eftir seg. - Við hvørjum skipi eru einir 12-14 mans, og á virkjunum krevur fiskurin, sum skipini føra til lands, nógva arbeiðsmegi, tí ein stórur partur av veiðini fer til meirvirkingar. Torleif vísir á, at bæði toskur og hýsa verða meirvirkað, eins og longa og brosma í nógvum førum fara til saltingar, sum kastar nógv av sær í arbeiðslønum. - Síðan koma allir aðrir ringvirkningar av hesi framleiðslu, sum á ymiskan hátt koma samfelagnum til góðar, leggur hann aftrat. Manningarumstøður Tað er langt síðan, at línuskipareiðarin í Klaksvík fann út av, at skalt tú fáa fólk at sigla, er neyðugt, at manningin hevur góðar umstøður. Hetta er ikki minst galdandi, tá ið inntøkurnar minka, samstundis sum tilboðini á landi gerast fleiri og betri. Tað eru longu nøkur ár, at bøtt varð um umstøðurnar umborð á Pison, sum keyptur varð í 1992. Umbyggingin kostaði 9 mió krónur. Alt afturskipið varð gjørt av nýggjum, og síðan umbyggingina hevur øll manningin húsast har afturi í skipinum. Í hesum døgum er Kvikk í Danmark, har nógv verður gjørt við manningarumstøðurnar, samstundis sum skipið verður longt. Kvikk, sum er fyrrverandi Saturn III, hevur verið undir Torleif’sa veingjabreiði í hálvt triðjar ár. - Høvuðsorsøkin til, at vit brúka einar 6 mió krónur upp á skipið, er fyri at betra um umstøðurnar hjá manningini. Eg vænti, tá ið hugurin at sigla minkar, velja menn tey skipini, sum hava tær bestu umstøðurnar, sigur reiðarin. Kvik verður ætlandi liðugur í Danmark tíðliga í september. Upp og niður Torleif Sigurðson sigur, at seinasta ár royndist einki serligt hjá línuskipinum, Pison. Skipið fiskaði minni enn undanfarin ár, men higartil í ár hevur tað gingið heldur betri. - Hinvegin gekst ikki so galið hjá Kvikki í fjør, og gongdin higartil í ár hevur eisini verið á eini leið. Men í ár verður skipið leingi úr vinnu orsakað av umbygging og leingjan. Reiðarin sigur, at gongdin hjá línuskipinum, Froyu, fyrrverandi Jógvan S, sum hann eisini umsitur raksturin hjá, hevur verið á góðari leið í ár. - Nógv er gjørt við skipið, sum eisini riggar betri nú, sigur Torleif Sigurðson, reiðari. Vit mugu hava eina fiskiveiðuskipan, sum er at liva við, sigur Torleif Sigurðsson Tað gekst betur hjá Kvikki í fjør enn hjá Bisom ” Skulu skipini sigla, er neyðugt við einum grundarlagi, bæði hjá skipi og manning. Tillutaðu fiskidagarnir eru ikki nóg nógvir sum er, og tí mugu vit keypa dagar hjá øðrum línubátum, sum av eini ella aðrari orsøk liggja.