Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-03, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. juli 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 125 - 3. juli 2006 Ung I Norden Rigmor Dam Rigmor@sosialurin.fo Ung I Norden lækkar móti endanum og teir nærum 200 útlendsku gestirnir fara av aftur landinum í dag og í morgin. Sunnudagin var Norðurlandahúsið full– sett av áskoðarum, sum høvdu leitað sær niðan at síggja úrslitið frá teimum 16 verksmiðjunum, sum hava verið handaliga og andliga skapandi í fýra dagar. Nógv innsløg vóru á skránni, og var tað ein sonn kavalkada av tónleiki, sangi, Norðurlendskur enda Handaligi og andligi skapanarhugurin hevur verið í hásæti seinastu dagarnar hjá teimum 200 ungu norðurlendingum á Ung i Norden. Sunnukvøldið varð úrslitið framført í Norðurlandahúsinum. drama, dansi, upplestri og myndarøðum og úti í Klingruni var framsýning av fotomyndum og prenti. Nógv vinaløg eru knýtt tvørtur um norðurlanda– mørk og neyvan er nakar ivi um, at tey ungu, sum hava verið so heppin at sleppa at luttaka í Ung i Norden vera góð talsfólk fyri norðurlendska sam– starvinum í framtíðini. Tað er við sorgblídni, at vit skiljast frá vinum og mann ikki onkur fellur eitt tár, tá skilnaðarløtan verður í dag ella í morgin. Vit lata myndirnar tala fyri seg. Drama við einføldum hjálpartólum: Kápu, skort og trævápn. Tónar og rútmur fáast úr øllum. Her eitt eksperimerandi orkestur við alskyns tólum og lutum.