Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-03, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. juli 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 125 - 3. juli 2006 17 xxxxxxxx Tað er ein avgerandi uppgáva at skapa rúm, har tey ungu læra um týdningin av norðurlendska samstarvinum og harvið eisini samleikan. Og tað eru royndir mínar, at tá tey ungu sleppa at uppliva, hvussu nógv vit í roynd og veru hava í felag, so tendrar tað tey veruliga, sigur Ole Stavad, formaður Norðurlandaráðsins. Ung i Norden Rigmor Dam Rigmor@sosialurin.fo Ein hin størsta uppgávan í norðurlendskum samstarvi er at læra komandi ættarlið um týdningin av tí felags norð­ur­lendska, við teimum ment­anarligu, sosialu og politisku virðum, sum hartil hoyra. Hetta er høvuðsboðskapurin hjá Ole Stavad, formann Norð­ur­ landaráðsins, nú vit práta um framtíðina hjá norðurlendska sam­starvinum. - Norðurlendska sam­starv­ ið er einasta altjóða sam­ starvið, ið vit taka lut í, sum eisini hevur sál. Ikki bara politiska sál, men eisini fólkaliga sál, heldur for­maðurin fram, nú vit hava sett honum stevnu inna á skrivstovuni hjá stjóranum í Norðurlandahúsinum, Niels Halm. Restin av for­ mans­skapinum situr úti í Klingruni og etur góðan mat, men formaðurin sigur seg ikki vera so svangan, at hann ikki hevur tíð til eitt prát við okkum. Hann er mitt í einum pol­iti­skum kortspæli, har hann eitt nú púra til­vitað hevur lagt fundin hjá formansskapinum í Norðurlandaráðnum í Før­ oy­um. Men tað er ein heilt onnur søga, tí í dag fara vit at práta við hann um leiklutin hjá norðurlondum í framtíðini og í tí sam­band­ inum sjálvsagt eisini um týdningin av at skipa verður fyri stórum tiltøkum og stevnum, sum Ung i Norden, ið hevur prýtt býarmyndina seinastu vik­una. Sálin í salinum - Vit upplivdu millum annað sálina í norðurlendska sam­ leik­anum, tá vit í for­mans­ skapinum vóru so heppin at verða boðin við til setanina av stevnuni Ung i Norden á Læraraskúlanum, sigur Ole Stavad og ásannar, at tað var fantastiskt at uppliva so nógv ung og so nógv ymisk mál savnað saman í einum felags tiltakið, og ikki minst at síggja tey ungu framføra mentanarlig innsløg á einum so høgum støði. Og í hesum sambandi nevnir hann ser­stak-liga innsløgini úr út­norðuri, har hann heldur, at Ísland, Grønland og Føroyar kunnu vera erpin. - Skilji ikki, hvaðani tit fáa hesi skapanarevnini. Kanska hevur eitt lítið fólk betri møguleikar og størri tørv á at málbera seg listarliga og kreativt. Tí eitt lítið fólk skal í roynd og veru megna tað sama, sum eitt stórt, og tí rokni eg eisini við, at tað eru ómetaliga nógv evnarík fólk í teimum stóru londunum, sum ong­ antíð sleppa at royna seg og har evnini sum so fara fyri skeyti, sigur hann. Uppá spurningin, sum hann dugur at ímynda sær eina framtíð fyri norð­ur­ lendska samstarvið og sam­lei­kan, sigur hann, at tað so avgjørt veldst um, um vit eru nóg klók til at gagnnýta komandi satsøki, og hann staðfestir í sama viðfangi, at um hugt verður at teimum donsku ungu, so venda tey sær suðureftir móti Evropa ella vestur í hav móti USA. - Tí er tað ein serstøk og avgerandi uppgáva at skapa rúm, har tey ungu kunnu uppliva týdningin av norðurlendska sams­tarv­ i­num, tí um vit onki gera, er vandi fyri, at tey ungu ikki læra norðurlendska sam­ leikan at kenna. Samstundis eru royndir mínar, at tá tey ungu sleppa at uppliva, hvussu nógv vit í roynd og veru hava í felag, so tendrar tað tey veruliga, sigur Ole Stavad. Norden fyri pensionistar Og hann heldur ágrýtin fram og greiðir frá, at tað at læra ungdómin um týdningin av norðurlendskum samstarvi, sam­leika, felags mentan og virði, er ein uppgáva og ábyrgd, sum nógv ym­isk mugu átaka sær. Og hann nevnir eitt nú Norð­ur­landa­ ráðið, tá tað stuðlar ein- ari verkætlan sum Ung i Norden. - Ella Norrøna Felagið, sum eisini átti at tikið tað sum eina avbjóðing at styrkja ungdómsøkið, tí felagsskapurin minn­ir alt meira um eitt pen­sion­ ist­a­fel­ag, sigur hann, og nevnd­i­r aðrar skipanir, so sum vinarbýarsamstarvið, har ung fólk skifta millum kommunurnar. - Hetta er ikki bara neyðugt av søguligum orsøkum, tí í glob­aliseraða heiminum er tað ein sannroynd, at vit her norðuri klára okkum best á nærum øllum økjum. Tí er tað so neyðugt, at vit kenna týdningin av einari sterkari felags framtíð, við virðum og mentanarligum felagsskapi. Og har er tað, at ungdómurin kemur inn, tí tað vísir seg at vera alneyðugt, at ungdómurin gjøgnum eina miðvísa norð­ ur­lendska uppaling verður til­vitaður um týdningin av at kenna á sær norðurlendska samleikan. Ungdómurin raðfestast Norðurlandaráðið er farið und­ir stórar broytingar á ment­a­narøkinum og um vit ikki eru tilvitað um týdningin av at fáa tey ungu við, so er vandi fyri at játtanir og til­tøk, sum vit seta í verk, onki virði hava um fá ár. Tí fari eg at gera alt, sum eg kann at raðfesta ungdómin so høgt sum til ber, bæði í mentanarsamstarvinum og í játtanunum, sigur Ole Sta­vad. Og hann greiðir víðari frá, at í løtuni situr ein arbeiðsbólkur og ger til­ mæli um, hvat skal vera av peninginum, sum verður til avlops, í sambandi við byg­n­ aðarbroytingarnar, ið vórðu sam­tyktar í Reykjavík, og sum hann sigur seg annars ikki taka undir við. - Nú er uppgávan at fáa eitt nýtt og týðandi inn­i­ hald í og rundan um alt mentunarøkið, og eftir mín­ari sannføring skal ung­ dóm­u­rin í hesum sambandi raðfestast so høgt sum til ber. Eisini fari eg, í allari beskeðinheit at gera mína ávirkan galdandi í felagnum Norden, har eg eri nevndarlimur, sigur hann. Felags røddin í ES Uppá spurningin um hvørt norðurlendski fel­ags­skap­ur­ in fer at hóra undan mótvegis tí alsamt sterkari evropeiska samveldinum, sigur Ole Sta­vad, sum er tiltikin føroyavinur, at hann ongantíð hevur sæð norðurlond sum ein mótsetning til ES. - Norðurlendski sam­leikin er týdningarmikli grund­ar­ stein­urin, men tað finnast eisini nógvar uppgávur, sum vit ikki megna at loysa ein­samøll her norðuri, og ­ vit mugu heldur ikki hava nóg mikið í okkum sjálvum, sigur hann og greið­ir frá, at vit skulu vera tilvitað um felagsskapin og um mentanarligu virðini, sum eru bygd upp her hjá okkum, og sum ger okkum øðrvísi enn hini londini. - Hóast eg ikki síggi tað sum nakran stóran trup­ ul­leika, má eg ásanna, at vit sjálvsagt høvdu stað­ ið sterkari, um øll norð­ urlondini vóru limir í ES. Tað má taka tað tíð, sum tað tekur, sigur Ole Stavad, samstundis sum hann sig­ u­r seg vera sannførdan um at broytingar liggja fyri framman viðvíkjandi tilknýtinum hjá útnorðuri til ES. - Sjálvur eri eg sannførdur um, at sum frálíður verða øll norðurlondini limir í ev­ro­peiska samstarvinum og eg má eisini viðganga, at í summum førum haldi eg avgjørt, at vit mangla eina sterkari norðurlendska rødd rundan um borðið í ES, sigur ein vónríkur Ole Stavad, meðan hann fegnast um at vitja aftur í Føroyum. Ole Stavad, formaður Norðurlandaráðsins: Ungdómurin skal alast upp í norðurlendskum anda Ole Stavad sigur, at Norðurlendska samstarvið er einasta altjóða samstarvið, ið vit taka lut í, sum eisini hevur sál. Ole Stavad úr Danmark er formað­ur í Norðurlandaráðnum í 2006 Hann varð valdur í Reykjavík 27. oktober 2005. Ole Stavad er føddur í 1949. Hann hevur verið fólk­a­tings­limur fyri danska Javnaðarflokkin síðani 1980. Hann ver valdur í Norður Jútlandi, har hann býr í lítla býnum Brovst. Ole Stavad hevur verið skattamálaráðharri tvær reisir og seinast var hann vinnumálaráðharri upp til stjórnarskiftið í Danmark í 2001. Hann var næstformaður fyri danska Javnaðarflokkin 1995-2000 og hann hevur verið formaður fyri donsku deildina hjá Norðurlandaráðnum síðani 2001. FAKTA