Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-03, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. juli 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 125 - 3. juli 2006 útland SAMBAND Árni Joensen fartekst@mail.dk tlf 341800 – Zionistiski fíggindin fær freist til klokkan fimm í morginári at lata fangarnar leysar. Palestinsku burturflytararnir Ísrael fingið freist frá burturflytarunum Stutt sagt Sleppa teir pale­ stinsku fangarnir ikki leysir innan klokkan fimm í morginári, er lívið hjá Gilad Shalit í vanda. Miðeystur Árni Joensen: fartekst@mail.dk Teir tríggir palestinsku bólk­­arnir, sum siga seg hava burturflutt ísraelska hermannin Gilad Shalit, hava nú givið ísraelsku myndugleikunum eini greið boð: – Vit geva zionistiska fígginda okkara eina freist. Allar palestinskar kvinnur og palestinskir ungdómar, sum sita í ísraelskum fongslum, skulu last leys innan klokkan fimm í morgin­ári. Verður tað ikki gjørt, kunnu burtur­flyt­ar­ arnir ikki átaka sær ábyrgdina av lívinum hjá hermanninum stóð í einari kunngerð frá bólkunum í morgun. Ísraelska stjórnin svaraði alt fyri eitt, at hon fer ikki at slaka fyri krøvum frá yvirgangsmonnum. – Eg haldi, at støðan hjá stjórnini er ógvuliga greið, segði ráðharrin Isaac Her­ zog, sum situr í tí ser­liga trygdarráðnum hjá stjórn­ ini. Nakrar tímar fram­man­ undan hevði ísraelski her­ urin sent fleiri stríðsvognar inn í tann norðara partin av Gaza-geiranu, samstundis sum tyrlur skutu rakettir eftir fleiri málum, sum sambært útvarpinum hjá herinum vóru tilhaldsstøð hjá víðgongdum palestinsk­ um bólkum. Egyptiskar keldur vildu í nátt vera við, at tann Gilad Shalit er á lívi. Sambært keldunum hava egyptiskir embætismenn hitt burtur­ flytararnar og fingið vissu fyri, at hermaðurin er á lívi enn. Embætismenninir skulu hava sagt, at hann er særdur, men ikki í lívs­ vanda. Tað er hann harafturímóti klokkan fimm í morginári, slaka ísraelsmenn ikki. Gilad Shalit 90 ár síðani Somme-álopið Tann 1. juli í 1916 settu teir sameindu eitt stórálop í verk ímóti týskarunum við Somme. Tað kom at kosta eina millión mannalív. Kríggj Árni Joensen: fartekst@mail.dk Klokkan hálvgum átta um morgunin tann 1. juli í 1916 herjaðu bretskir og franskir hermenn á tær týsku støð­ irnar í Thiepval-skóginum nærhendis franska býnum Somme.Í hálvtannað ár høvdu partarnir ligið í skotgravunum og bíðað eftir hvør øðrum. Nú høvdu teir sameindu sett sær fyri at reka týrkararnar aftur eftir hæli, men álopið gjørd­ ist eitt nyttuleyst blóðbað. Undan sjálvum álopinum høvdu bretskar og franskar kanónir bumbað tær týsku støðirnar frá morgni til myrkurs, men uttan stór­ vegis avleiðingar. Týskar­ar­ nir vistu, at teir sameindu fyrireikaðu seg til stórálop, og tá teir 200.000 bretsku og fronsku hermenninir lupu á um morgunin tann 1. juli, vóru týskararnir til reiðar at taka ímóti teimum. Nógvir hermenn fullu fyri teimum týsku maskin­byrs­ unum, og tá kvøldið kom, høvdu 19.000 bretskir her­ menn latið lív, og 40.000 aðrir vóru særdir. Bardagin við Somme vardi í góðar fýra mánaðir, til teir sameindu gjørdu av at steðga á. Tá høvdu teir tikið seg 12 kilometrar fram, men prísurin var óhugnaligur. Meiri enn 400.000 bretskir, 200.000 franskir og 500.000 týskir hermenn høvdu latið lív í bardaganum. Muhammed kann ikki flyta pengar Eftir áheitan frá ame­ri­ konsku myndugleikun­­um hava bankar sum eitt nú Western Union steðgað pengaflytingum, um send­ arin ella mótttakarin eitur Muhammed, Ahmed ella okkurt annað arabiskt navn, skrivar AP. Sum dømi nevnir tíð­ indastovan, at í einum føri steðgaði Western Union einari flyting frá einum indiskum bilførara. Hann skuldi flyta einum vinmanni 750 krónur, men bankin steðgaði flyt­ ingini, tí vinmaðurin hevði eitt arabiskt navn. – Eg fekk at vita frá bankanum, at um eg ætli mær at flyta Sahir Mu­ hammed pengar, so verð­ ur flytingin ikki avgreidd orsakað av navni hansara, sigur indiski bilførarin við AP. Amerikonsku myndug­ leikarnir hava givið pen­ inga­stovnunum boð um at steðga øllum penga­ flytingum, um illgruni er um, at pengarnir skulu brúkast til yvirgangs­virk­ semi. Tað rakar serstak­ liga tey, sum eita okkurt arabiskt navn. Herry Lewites, sum still­ aði upp til forsetavalið í Nikaragua, doyði brádliga í gjár av hjartaslag. Hann var 67 ára gamal. Eygleiðarar siga, at deyði hansara kann hava við sær, at fyrrverandi forsetin Daniel Ortega vinnur forsetavalið. Tað var Ortega, sum í átta­ tiárunum stóð á odda fyri bardaganum ímóti teim­ um sokallaðu contra- deildunum, sum fingu stuð­ul úr USA. Herty Lewites og Dan­ iel Ortega hava verið floksfelagar í tí vin­stra­ sinnaða sandinista­flokki­ num, men Lewites fór burturúr og stillaði upp ímóti Ortega. Sambært teimum seinastu veljara­ kanningunum fer Ortega at vinna valið í harðari kapping við eitt konserva­ tivt valevni. Næstur teimum báðum var Herty Lewites, og spurningurin er nú, hvør fær hansara atkvøður. Valevni doyði Nakrir lívfrøðingar hjá amerikanska náttúruvern darfelagsskapinum Wild­ life Consersation Society siga, at teir hava funnið eitt sjáldsamt slag av delfinum, sum halda til í einari stórari á í Burma. Vísindafólkini siga, at tey hava sæð 60 delfinir í ánni. Hetta er tó ikki fyrstu ferð, at fólk hava sæð hesar delfinirnar, og fyri tveimum árum síðani vísti ein kanning, at tá vóru 72 delfinir í ánni. At tær eru færri nú kemst av, at burmesiskir fiskimenn veiða tær við gørnum ella við at geva teimum elek­ triskan stoyt, sjálvt um delfirninar eru friðaðar. Hetta slagið av delfinum verður rópt Irrawassy- delfinir, og tær hava navn eftir ánni, sum tær halda til í. Sjáldsamar delfinir Fyri triðju ferð síðani í mars er ein katólskur prestur álopin í Turkalandi. Tað hendi í býnum Samsun sunnudagin. Løgreglan sigur, at ein maður leyp á prestin við knívi, men at tað eydnað­ ist prestinum at sleppa undan álopsmanninum, sum tó fekk stundir til at stinga prest í annað lærið. Turkiska løgreglan dugir ikki rættiliga at siga, hví teir katólsku prestarnir verða álopnir. Prestur álopin