mánadagur 3. juli 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 125 - 3. juli 2006
21
Mjús fer í søguna
sum hin vátasti festi
valurin í Føroyum
nakrantíð. Men hóast
ta váta veðrið, so
riggaði Mjús bara
heilt væl. Tiltakið var
breitt og var ætlað
øllum aldursbólkum.
Eini 2000 fólk høvdu
leitað sær á Mjús,
men hesi 2000 komu
ikki fyrr enn ímóti
endanum
Mjús
Rókur Jákupsson Jakobsen
rokur@sosialurin.fo
Allur dagurin var merktur
av tí nógva regninum, sum
hevði við sær, at fólk settust
aftur. Hetta var spell, men
veðrinum ráða vit ikki yvir.
Tó skal sigast, at tiltakið
var væl fyriskipað. Har
var rættur festival hýrur á
sandinum, og øki er eitt hitt
vakrasta í landinum. Men
tá ið tað regnar av grimd,
er tað torført at fáa fólk frá
húsum. Tað nógva fólkið
bíðaði inntil høvuðsnavnið,
Bonnie Tyler, skuldi á
pallin. Tískil var rættiliga
tómligt áðrenn hon kom á
pallin, og hetta hevði við
sær at hin rætti, hugnaligi
festivalhýrurin ikki ordiliga
til sjóndar fyrr enn seint á
kvøldi.
Tónleikurin var fram
førdur á tveimum ymiskum
pallum. Ein stórur pallur
og ein lítil pallur. Flestu
framførslurnar á stóra pall
inum komu ikki til sín
rætt, tí at øki var so stórt,
og áhoyrararnir so fáir.
Men konsertirnar á lítla
pallinum riggaðu betri, tí at
har tóktist ikki so tómligt.
Har kendi tú eitt sindur av
tí rætta festival hýrinum.
Tónleikurin á Mjús, var
annars á eini góðari leið.
Mjús er ætlað einari breiðari
fjøld. Har skal vera okkurt
til børn, okkurt til tey ungu
og okkurt til tey tilkomnu.
Út frá teimum kriterium
haldi eg, at tey tónlistarligu
tiltøkini vóru væl vald.
Spell at Poppkorn máttu
geva avboð. Genturnar
í Poppkorn eru sera væl
umtóktar millum børn og
ung, so hetta var ein strika í
rokningini.
Av tónleiki til tey yngru
var tað kanska serliga
norska Marit Larsen, sum
skuldi vera flaggskipið.
Hennara partur lá heldur
ikki eftir, men tó var tað
spell, at tað ikki vóru fleiri
áhoyrarar at hoyra hesa
dugnaliga songkvinnu og
hennara frálíka bólk.
Onkur viðurskifti vóru
tó eitt sindur óheppin. Eg
helt tað vera sera keðiligt
at wc var so langt frá festi
valøkinum. Tú mátti ganga
út av økinum, fyri at finna
skúrin, og var hetta setti
eitt lítið minus við heildar
upplivingina.
Sjálvandi
skulu vit eisini vísa á, at
seinkingar vóru í skránni,
men hartil skal so eisini
sigast, at fyrireikararnir
høvdu alt óheld í heiminum
ímóti sær, viðv. Bonnie
Tyler. Hon var út fyri eini
rúgvu av óhepnum hend
ingum á hennara ferð til
Sands, og hetta er bara slíkt,
sum kann koma fyri.
Tað er gleðiligt, at festi
valarnir hava fingið loyvi at
skeinkja. Ongastaðni lógu
ølfløskur og sløddust, og
øki var sum heild rættiliga
vinarligt at ferðast á. Tey
mongu ruskíløtini gjørdu
eisini sítt til, at øki var so
ruddiligt, og eisini skulu
fyriskipararnir hava rós fyri
at hava syrgt fyri hesum.
Fyriskipararnir skulu eis
ini hava rós fyri, at festi
valurin var so fjølbroyttur.
Sjálvt um tónleikurin fylti
nógv í myndini, so vóru
fleiri góð og áhugaverd til
boð, til teirra sum vildu
hava eitt sindur meir fyri
pengarnar. Serliga hugsi eg
um tey mongu mattilboðini
og barnatiltøkini. Eisini var
tað sera gott, at Teistin sigldi
so týtt yvir um fjørðin.
Sum vitjandi hevði tú fleiri
møguleikar í samband við
ferðing, og hetta er júst tað
sum krevst í dag.
tíðindi
Mjús 2006 – vátt men gott!