Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-03, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. juli 2006síða 22

‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 125 - 3. juli 2006 tíðindi Ongin ivi um, at Bonnie Tyler var høvuðsnavnið. Tað var ikki fyrr enn Bonnie skuldi á pall, at fólkið av álvara kom á Mjús. Nógva regni hevði við sær, at talið á áskoðarum ikki var so høgt til tær flestu konsertirnar, men tá Bonnie fram­ førdi vóru okkurt um 2000 fólk tilstaðar Mjús Rókur Jákupsson Jakobsen rokur@sosialurin.fo Í hesi grein fari eg at siga mína hugsan um nakrar av konsertunum á Mjús. Tíanverri er ikki pláss at viðgera allar framførslurnar, men tey sum ikki verða nevnd her, kunnu leita inni á www.planet.fo. Innara sólin skein Tað var ikki lítið forkunn­ ugt at hoyra framúr góð­ an reggae tónleik á Mjús. Paddy Rasta eru úr Skot­ landi, og tað var ein sera innilig og hugnalig løta meðan teir framførdu. Hóast regni oysti nið­ur meðan teir spældu, sann­ førdu teir áhoyrarar um, at sólin bakaði meðan teir framførdu. Við røttum summ­arreggae settu teir ein summarligan dám, á ein annars gráan dag. Teir svinga heilt ófatiliga væl. Tað er eyðsæð, at teir elska tað teir gera, og hetta smittaði av á okkum sum lýddu á. Paddy Rasta spæla eitt serligt slag av reggae, sum kanska eisini hevur íblástur frá tí keltiska tónleikinum. Violin, har­ monika, bass, trummur sang og banjo gevur eina feita, fríska samanseting, sum vit ikki eru von við í Føroyum. Haldi at fyrireikararnir rakti plett, tá ið tey bíløgdu Paddy Rasta. Har vóru fólk sum dans­ aðu og sveiggjaðu aftur við tónunum hjá Paddy Rasta, og hetta lyfti teirra framførslu enn meir. Við tekstum sum siga “Don´t trust politicians, trust your heart”, var hetta ein vøkur, eitt sindur hippy-slig løta. Tað óhugnaliga og tað hugnaliga Føroya svakasti bólkur spældi eina sannførandi kon­sert á Mjús. SIC gjørdu tað sum teir duga best – teir rokkaðu. Teir vístu rættan rock n´ roll anda við sínum harða tónleiki. Øl og ókvæmisorð eru ein natúrligur partur av hesum slagið av tónleiki, og SIC er onki undantak. Mikkjal, sangari í SIC, vísti fleir ferðir á, at tað er løgið at spæla konsert um dagin. Men hóast regn og dagsljósi, smæddust teir als ikki. Vit sum lýddu á fingu eina bersøgna og kontanta konsert. Tónleikurin er myrk­ur og tungur, og hevur ikki sørt av óhugna yvir sær. Ein SIC-konsert er eitt stórt upplivilsi, tí at tú fært tónleikin beint í gronina. Fyri SIC var tað kanska ikki so hóskandi at spæla á alljósum degi, men tað gráa veðrið tykist sum skapt til endamálið. SIC spældi væl, og vísti enn einaferð, at teir eru at telja millum okkara fremstu rokkbólkar. Aftaná eina óhugnaliga SIC-konsert, varð borðreitt við eini hugnaligari konsert. Annika Hoydal og hennara spælimenn framførdu á lítla pallinum, og hetta var eisini ein vøkur løta. Tað var stuttligt at síggja Anniku framføra í tjúkkum dýnujakka og handskum, men hóast hon var køld, megnaði hon at hita okkum sum lýddu á. Vit sluppu at tralla við til hennara klassikarar, og fólkið tyrptust á økinum við lítla pallin. Annika og hennara spælimenn fram­ førdu kvæðir og vísur, og eisini vóru onkrir av hennara eyðkendu barnasongum á skránni. Annika eigur stóran lut í føroyska sangskattinum, og hennara tónleikur hevur eitthvørt ævigt yvir sær. Vit verða ongantíð troytt av hennara tónleiki. Kultframførsla frá The Reverends og Fríðbjørg Jensen The Reverends er ein eina­ standandi kontribólkur. Teir spæla kontri við einum skeivum eygnabrá, og eru teir altíð stuttligir og hugaligir á at lýta. Teir vóru ílatnir í røtt­um kov­ boyklæðum, og framførslan var púra gjøgnumførd. Niklas Thorsteinsson er ein sannur oddamaður. Hann syngur heilt væl, og hevur ein imponerandi bass. Men í dag høvdu teir leita sær eyka styrk. Fríð­ bjørg Jensen var á palli við teimum, og hetta var onki minnið enn ein kult- framførsla. Tað er ikki ofta, at vit sleppa at upplivað Fríð­ bjørg “live”. Men hon var sera væl móttikin av teim­ um áhoyrarum sum hætt­ aðu sær út í regninum. Hon sang trý løg einsamøll, og tíðan sang hon nakrar duettir saman við Niklas, sangara hjá The Reverends. Fríbjørg og Niclas sungu millum annað eina væl svingandi føroyska útgávu av “I Beg Your Pardon – I never promised you a rosegarden”. Hetta lagið var helst hæddarpunktið á konsertini. Marit Larsen: Ein frálík framførsla Marit Larsen vann nógv hjørtu á Mjús. Føroyingar livdu væl við hennara fram­ førslu, og hennara tónleikur vann frama hjá teimum uml. 600 (mín meting) áskoðarunum. Tað var ein fragd at hoyra ein 100% professionellan poppbólk. Bólkurin vísti síni kynstur á ein sera dámligan hátt. Hóast Marit Larsen ikki er so kend í Føroyum, so hevði hon so mikið sterk og góð løg, at hennara framførsla bergtók fólkið. Marit hevði føðingardag leygardagin; hon bleiv 23 ár. Áhoyrarar sungu “tillukku til tín” og hetta tók hon væl ímóti. Tó skilti hon ikki ta nógva regni, tí sum hon segði: “jag har været so snell i år” (orsaka mína vánaligu norsku mállæru). Marit Larsen er eitt sera stórt talent á norska tónleikapallinum. Henn­ ara tónleikur er ein sam­ an­renning millum singer/ songwriter og popp tónleik spælt. Kanska er eisini eitt sindur av kontri í tón­ leikinum. Fyri mítt viðkomandi, var hennara framførsla tann besta á Mjús. Tað er alt ov sjáldan at vit hoyra so góðan og væl framførdan popptónleik í Føroyum. Marit Larsen framførdi eina einastandandi konsert, og fyriskipararnir skulu hava rós fyri, at hava fingið hana henda vegin. Seinkað Bonnie Tyler Bonnie Tyler hevði ein ring­an dag leygardagin. Hennara ferð til Føroyar var merkt av seinkingum, og hon var ikki smæðin fyri at greiða áhoyrarum frá hesum. Fyrst hevði flog­ farið til Føroyar hoppa so nógv, at hon stúrdi fyri at flogfarið fór at detta niður. Tíbetur datt tað ikki niður. Omaná tað, kom hennara viðføri ikki til Føroyar. Bonnie skuldi sigla suður til Sandoy við Silju Star. Silja Star lá á Oyrargjógv og bíðaði eftir Bonnie, men vegurin var sperraður av skriðulopið. Hetta seinkaði hana enn meir. Úrslitið varð, at Bonnie var seinkað í ein góðan tíma. Áskoðararnir stóðu leingi og ótolnaðist, men tá ið hon kom á pallin, var gleðin heilt stór. Bonnie & Co. løgdu út við eini harðari útseting av “Have You Ever Seen The Rain” hjá góðu gomlu Creedens Clairwater Revi­ val. Men so var aftur galið. Bonnie var ikki nøgd við ljóðið á pallinum, og hon tóktist heilt ørkymlað hesa fyrstu løtuna. Hon segði enntá “This is just terrible” í mikrofonina. Sjálvur haldi eg, at Bonnie tóktist rættiliga óprofessionell, tá ið hon kærdi sína neyð fyri øllum teimum áhoyrarum, sum høvdu goldið nógvan pening fyri at síggja og hoyra hana. Aftaná eini trý løg, fór alt at koyra betur hjá Bonnie. Nú kom ró yvir framførsluna, og nú kundi vit njóta hennara hásu rødd og teir væl svingandi tón­ arnar. Hon spældi eitt bland av egnum tónleiki, og so eisini løg hjá øðrum. M.a. spældi hon “Straight From The Heart” hjá Bryan Adams og “Sweet Child O´ Mine” hjá Guns N’ Roses. Sjálvandi spældi hon eisini allar henn­ ara klassikarar, og tað vóru hesir klassikarar sum fólkið dámdi best. Sum heild kann ein siga, at Bonnie Tyler gjørdi tað, sum hon skuldi. Hon vísti, at hon enn orkar at skrála við hennara eyðkendu rødd, og hon dugdi væl at fáa áhoyrararnar við. Absolutta hæddarpunktið á Bonnie Tyler konsertini var eykalagið “Hero”. Tá kókaði alt av álvara. Vit á Sosialinum máttu fara til Havnar aftaná Bonn­ ie Tyler konsertina. Sostatt fingu vit ikki tey seinastu tiltøkini við, men vit eru sum heild, heilt væl nøgd við okkara dag á Mjús. Har var vátt, kalt og feitt. Nógvur tónleikur, nógv regn