mánadagur 3. juli 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 125 - 3. juli 2006
23
Aftur hetta viku
skiftið var tónleikurin
í miðdeplinum og
savnaði fólkið. Og
aftur var formurin
festivalurin. Hesaferð
megnaði tónleikurin
tó í betri mun at
savna fólk saman, enn
Jóansøkufestivalinum
megnaði tað. Og
somuleiðis var talan
um meiri festival-
dám á sandinum enn
tað var á Eiðinum í
Vági. Hetta, hóast
veðrið ikki var til
vildar.
mjús
Johan Jacobsen
johan@sosialurin.fo
Fyri ein stóran part av deg
num regnaði tað av grimd.
Kortini royndu fólk sum best
at hugna sær, og fleiri vóru
væl útgjørd við termodrakt
ella
regnklæðum.
Ein
paraply hjálpti lítið hendan
leygardagin.
Fleiri fólk eg prátaði við
vóru mest komin fyri at
lurta eftir Bonnie Tyler. Tey
flestu av hesum vóru komin
upp um tey tredivu árini.
Helst hevur regnið hildið
teimum norðanfyri frá at
vitja Sandoynna, tí tey
vóru einki serliga sjónlig
í mongdini á sandinum,
sum mundi ota seg uppum
tey 1.500. Men tað var
stuttligt at síggja fólk klára
hugna sær í regninum.
Tónleikurin, serliga Annika
Hoydal við vinmonnum og
The Reverends & Fríðbjørg
Jensen undirhildu fólkunum
væl.
Reyðir kovboyhattar
Tóra og Tórhild høvdu tikið
av og keypt sær ein reyðan
kovboyhatt í part – tað er
jú bara einaferð um árið at
Mjús er.
– Vit hava gingið í
húgvu í allan dag, tað bleiv
simpulthen for keðiligt og
so vóru húgvurnar eisini
dýggjvátar! Nú sleit í og
so keypti vit hesar fínu
hattarnar, siga tær báðar
við stórum smílum á.
Eg hitti tær eftir at Marius
hevði spælt á lítla pallinum,
nakað áðrenn Bonnie Tyler
fór á pallin. Tá hevði slitið
í og veðrið bleiv bara heilt
gott hesa løtuna. Festival-
hýrurin hevði tað lættari við
at koma fram. Tær báðar
hava í fleiri ár verið grannar
í Skálavík. Nú býr Tórhild í
Ålborg og er komin heim í
summarfrítíðini.
Hví eru tit komnar, er tað
Bonnie Tyler sum dregur,
ella?
– Jú, mest Bonnie Tyler.
Nei, eisini Pleaser. Teir
vóru óluksaliga góðir! Tað
var eisini virkuliga gott at
hoyra Fríðbjørg Jensen, tað
ljóðaði gott.
Fríðbjørg Jensen ella
Bonnie Tyler?
– Oy, hatta er ein torførur
spurningur. Í kvøld er tað
Bonnie, restina av árinum
er tað Beian!
Hvørjum ætla tit annars
at lurta eftir í kvøld ?
– Vit ætla eisini oman
til bálið at lurta eftir Jóan
Jakku og Sámal Ravnsfjall.
Fríðbjørg var sera
væl móttikin av
áhoyrarunum, ið
stóðu trúgvir úti í tí
oysandi regninum og
sungu við. Sangurin
“Umskylda (men eg
havi bert eitt hjarta)”
rungaði millum
áhoyrararnar langt
aftaná framførsluna
og heilar tríggjar
ferðir vórðu tey rópt
framaftur á pallin
MJÚS
johan@sosialurin.fo
Fríðbjørg Jensen var á palli
saman við The Reverends,
country-bólkinum. Bólk
urin er vanliga mannaður
við útisetum, men hesaferð
vóru Ólavur Øster, gittar,
og Rógvi á Rógvu, á
trummum, við. Hon og
sangarin í The Reverends,
Niclas
Thorsteinsson,
tóku nakrar duettir saman,
harímillum eina føroyskaða
útgávu “Bye Bye Love” og
“Sea of Heartbreak” hjá
Cash. Tað var sera stuttligt
at síggja, hvussu upptikin
fólk vóru av tónleikinum,
hóast tað regnaði av grimd.
Prát við Fríðbjørg
Jensen
Eg fekk eitt stutt prát við
Fríðbjørg, meðan vit, sum
best bar til, krokaðu við
lítla pallin.
Fríðbjørg hevur ikki fram
ført alment á henda hátt í
nøkur ár eftir hondini. Síðsta
útgávan var “Afturhvarv”
frá 1998.
– Eg spæli regluliga undir
til møtir her í bygdini, men
nei, ikki soleiðis alment, á
hendan mátan.
Væl riggað samstarv
Hon læt væl at samstarvinum
við hesar ungu menninirnar.
– Sera fittir ungir menn og
so líka til. Eg helt, at tað
riggaði heilt væl.
Eitt sindur óvæntað
samstarv
Millum teir í The Reve
rends eru tveir úr grunge-
bólkinum Mold úr Havn,
sum gjørdi um seg í fyrru
helt av 90unum. Fyrr
verandi
rocktónleikarar
og
ein
country-gospel
sangarinna, kanska heldur
óvæntað. Tó, so hava hesir
ex-grounge´ararnir kasta
seg yvir country-tónleikin
við The Reverends. Men
hvussu kom hetta sam
starvið í lag?
– Katrin (blm. Katrin
Petersen, ein fyrireikari)
spurdi meg um eg hevði hug
at syngja. Hon segði mær
frá hvør hesin bólkurin var,
hvønn tónleik teir spældu
og um tónleikurin hóskaði
til mín. Og so játtaði eg. Og
sum sagt, so haldi eg, at tað
riggaði bara væl.
Fólk vóru í sera góðum
hýri, sjálvt um tað regnaði.
Tey vóru eisini væl nøgd.
Hvussu við eini fløguút
gáva?
– Jú, tað er nakað eg havi
gingið og hugsa um. Og eg
havi tilfar liggjandi.
Hvussu hava tit vant upp
undir Mjús?
– Vit vandu einaferð í
Margarinfabrikini í Havn.
Og so jammaðu vit heima
í køkinum hjá mær fyrr
í dag, sigur ein smílandi
Fríðbjørg.
Hvussu dámdi tær at
syngja saman við Niclasi?
– Heilt væl, hann hevur
eina ótrúliga góða rødd. Og
hann dugir eisini sera væl
at syngja og fylgja einum í
sanginum.
Fer hetta samstarvið at
halda fram?
– Ja, um tað skuldi verið
eina aðru ferð, so eri eg
klár.
Astrid og Betrina, stóðu
væl hýrdar og prátaðu við
aðrar vinkonur, meðan ein
steðgur var í tónleikinum.
Útsendi blaðmaðurin órógv
aði tær eina løtu.
Hvat
dámar
tykkum
Mjús?
– Her er deiligt! Umstøð
urnar eru av tí besta, hóast
tað hevur regnað illa.
Sandurin her er tað besta
staðið at halda ein festival.
Men hvat við øllum regn
inum? Tað hevur jú regnað
líka síðan festivalurin byrj
aði í morgun, kl. 11.30?
– Nei, tað bilar einki.
Ein skal bara lata seg í
eftir veðrinum. Tað er
einki problem at ganga
í
regnklæðum,
tað
er
pragtfult, sigur ein smílandi
Astrid. Í teimum kann ein
seta seg niður hvar sum
helst. Men tað burdi verið
fleiri fólk. Allíkavæl eru
tey, sum eru her, í góðum
lag, slær ein væl nøgd
Astrid fast.
Hvat dámdi tykkum at
hoyra Fríðbjørg Jensen
aftur á palli og við einum
country-bólki?
Jú, hon var góð, tað var
pragtfult at hoyra. Øll sum
vóru har, hugnaðu sær óført
- øll sungu við, serliga til
sangin “Umskylda (men eg
havi bert eitt hjarta)”.
Gleða tit tykkum til at
hoyra Bonnie?
Jú, heilt sikkurt! Og tað
er mest Bonnie, sum vit eru
komnar at lurta eftir.
Til Fríðbjørg Jensen & the Reverends:
Stak góður hýrur í oysandi regninum
Festival-dámur í oysregni
Í termudrakt og regnklæðum
Ymisku sølubásarnir á Mjús-
festivalinum komu við fleiri
skemtiligum innsløgum. Her
er eitt av teimum.
Á tí eina av Mølheyggjunum høvdu fleiri
valt at seta seg, har sat ein væl og hevði
framúr gott útsýni yvir pallin og vøllin, har
allar áhoyrararnir stóðu. Her uppi sótu
m.a. Anna Maria, Andrias og Andrea.
Bjarti stóð heilt
har frammi og
lurtaði eftir
Bonnie Tyler.
– Hon syngur
ordiliga væl,
segði hann.
Chips á
bakkanum.
Hóast tað oysti niður, so
royndu fólk flest at hugna sær.
Her spæla børn sær við ánna.
tiðindi