mánadagur 3. juli 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 125 - 3. juli 2006
24
– Aldur eigur ikki at
verða ein forðan fyri,
at tú heldur fram við
at framføra á palli. Og
tað ber so avgjørt til at
arbeiða við útsjóndini.
Eg sigi bara: Takk
Guð fyri botox, sigur
Bonnie Tyler
GIRL TALK
Lív Højsted Horsdal &
Heri á Rógvi
horsdal@sosialurin.fo
heri@sosialurin.fo
Tríati ár í tónleikaheiminum
krevja sítt. Og Bonnie Tyler
fjalir ikki útyvir, hvørji
amboð krevjast til at halda
útsjóndina við líka – og
unga:
– Hóast eg eri 55 ár, er
tað eingin trupulleiki at
halda útsjóndina við líka.
Eg sigi bara: Takk Guð fyri
Botox, sigur Bonnie við
einum glasi við Diet Coke
í hondini. Sjokulátakøkan í
flogmatinum er koyrd burt
ur. Tí ætlanin er at lætna
nøkur kilo:
– Eg havi fingið Botox
innsprænt í pannuna, kjálk
arnar og høkuna, greiður
hon frá uttan himpr og
kveistrar alt prát um vandan
við evninum burtur.
Tað er ein ógvuliga friðsæl
kvinna, sum tosar frítt frá
livrini umborð á Atlantic
Airways leygarkvøldið –
sama dag, sum hon skuldi
á pallin á MjúS. Bonnie
er prátingarsom, fegin og
professjonell beint áðrenn
mjørkin, vindurin og luft
holini
órógvaðu
hugn
an. Í hesi løtu var hon
lukkuliga óvitandi um, at
viðførið hjá henni stóð eftir
í Keypmannahavn, og at
omanlop var á Oyrargjógv.
Sjokulátakøkan
burturbeind
Flestu kvinnur miðskeiðis
í 50’unum øvundað óivað
útsjóndina hjá valisisku
songkvinnuni.
Og sum kvinnur flest
kundi Bonnie eisini hugsað
sær at lætna nøkur kilo:
– Mær dámar ikki bara
mat. Eg elski at eta. Men
tað er vorðið ov nógv. Eg
skal í øllum førum lætna
fimm kilo, sigur Bonnie
Tyler. Og hon er heldur ikki
bangin fyri at vísa, hvar á
kroppinum ummálið skal
minka nakrar sentimetrar.
Tey flestu minnast óivað
myndirnar av Bonnie Tyler
frá 80’unum. Við stórum
hári og tjúkkum svørtum
eyelinara kring eygað – og
nakað væl afturat. Hóast
retrobylgjan hevur gjørt sína
innrás, ætlar Bonnie sær
ikki at finna klædnaskápið
frá 80’unum framaftur:
– Eg ristist, tá eg síggi
Bonnie Tyler:
Thank God for Boto
“There is no such
thing as bad weather,
but only the wrong
clothes!”
Soleiðis orðaði
Chris seg, ein av
limunum í bólkinum
Paddyrasta.
Bólkurin lýsir
seg sum ein fleir-
mentaðan keltiskan
reggae-bólk. Ein av
limunum í bólkinum
er egypti.
johan@sosialurin.fo
Aly Salam kendi einki
til Føroyar áðrenn hann
kom higar, men hann
er ógvuliga bilsin av tí
gestablídni hann hevur
møtt her. Teir í bólkinum
hava verið her síðan
hósdagin.
Aly er uppvaksin í
Egyptalandi
í
Kairo,
men sum 24 ára gamal
flutti hann til Skotlands
saman við familju síni.
Her hevur hann búð síðan.
Nú er hann 43 ár arbeiðir
sum
fíggjarráðgevi
í
Skotlandi. Frá tí hann var
9 ára gamal hevur hann
spælt á ymiskar trummur,
serliga tabla-trummuna.
Síðan hann er komin til
Skotlands hevur hann lært
seg at kenna siðbundna
skotska tónleikin og hevur
hann lagt eitt sindur av
miðeysturlendskum í tón
leikin, sum hann er komin
í samband við. Hann sigur
seg vera egypta. Hetta
sigur hann við eini rættiliga
týðuligari skotskari dia
lekt. Vit práta um stutt
um vónleysu støðuna í
Miðeystri, um Ísrael og
Palestina. Men slíkt prát
hevur líkasum ikki pláss
á einum festivali, so vit
práta meiri um tónleik og
um hansara uppliving her
í Norðuratlantshavinum.
Hann sigur seg kenna
seg heima her í Føroyum.
- Ein skuldi vænta
at fólk vóru eitt sindur
meiri afturhildin, men
opbinleiki og gestablídni
er tað eg havi møtt. Hetta
minnir meg nógv um,
hvussu fólk, har eg komi
frá, taka ímóti gestum.
Hetta er fyrstu ferð Aly
spælir við bólkinum. Hann
avloysir vanliga áslágaran,
ið er nigeriani. - Bólkurin
umboðar Sameindu Tjóðir,
greiðir tann eini við borðið
skemtandi frá. Tveir eru
írar, ein nigeriani, ein
onglendingur og so ein
egypti. Vit blanda ymiskar
tónleikatraditiónir saman
og leita eftir sambondum,
reggae-rytmur
hóska
væl til hetta projektið
hjá okkum. Írin Brian
Gilligan, sum hevur búð
her í landinum, hevur
stovnað bólkin.
tíðindi
Prát við Paddyrasta:
Egypti í
skotskum
reggae-bólki
Hóast Bonnie Tyler er 55
ár, heldur hon ikki tað er
trupult at útsjóndina við
líka: – Eg havi fingið Botox
innsprænt í pannuna,
kjálkarnar og høkuna,
greiður hon frá uttan
himpr