mánadagur 3. juli 2006síða 25
‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 125 - 3. juli 2006
25
xxxxxxxx
ox
myndir av mær sjálvari frá
teirri tíðini. Tað er ræðuligt.
Hvat hugsaði eg fyri mær,
sigur Bonnie Tyler við
skeivum eygnabrái. Vit
royna sum frægast at finna
ensk lýsingarorð fram, sum
kunnu ugga stjørnuna, men
80’ini vóru nú nakað fyri
seg. Vit sluppu tó ikki at
taka nakra mynd av song
kvinnuni í flogfarinum,
tí hárið var ikki vaskað
síðani dagin fyri, og hon
ivaðist í, um hon fór at
náa at vaska hárið, áðrenn
konsertin byrjaði á Sandi.
Maðurin góður
stuðul
Við sær umborð á RC
457 hendan dagin hevur
Bonnie mannin, Robert
Sullivan. Og hann er við
hvørja ferð, hon spælir.
Tað hevur hann verið líka
síðani tey giftust fyri 30
árum síðani:
– Tað er ótrúliga gott
at hava hann við. Hann
er ein dyggur stuðul.
Neyvan hevði tað borið til
uttan hann. Og vit gerast
als ikki troytt av hvørjum
øðrum.
Tónleikapallurin skal
støðugt hýsa fleiri nøvn
um. Eisini nógvar yngri
songkvinnur gera seg gald
andi. Men tær halda bert í
mesta lagi tvey ár, heldur
Bonnie Tyler í øllum
førum:
– Hetta lívið er sera krevj
andi. Men eg havi verið
heppin, funnið mína rók og
kenni mín leiklut í stressaða
tónleikaheiminum.
Ein
orsøk til góðu gongdina
er helst, at eg altíð havi
givið mær stundir at práta
við áhoyrarar og fjølmiðlar,
sigur Bonnie, meðan mað
urin er farin at ótolnast eftir
sessinum undir liðini á henni
og teskar til ein ferðandi:
– Lorta journalistar. Teir
órógva altíð og skriva allíka
væl bara lygnir.
Og vit byrja at gera okkum
eina mynd av, hvønn leiklut
maðurin hevur á ferðunum
kring heimin, har forvitnir
fjepparar og fjølmiðlar
standa í bíðirøð.
Bonnie og maðurin búgva
í Wales umleið helvtina av
árinum. Hina helvtina av
árinum búgva tey bæði í
Algarve í Portugal. Bonnie
er á ferð ein stóran part
av árinum. Hon er heldur
ikki bangin fyri at siga, at
ferðingina vildi hon fegin
verið fyriuttan:
– Fríggjakvøldið spældi
eg á Hard Rock Café í Lond
on, leygardagin í Føroy
um, týsdagin slappi eg
av í Portugal og hósdagin
spæli eg eina stóra konsert
í Fraklandi.
»Come on«
At hon og maðurin eingi
børn eiga er óivað ein av
orsøkunum til, at tað hevur
borið so væl til hjá Bonnie
at ferðast víða um seinastu
nógvu árini. Og hon vil
ikki hoyra talan um, at
kvinnur skulu gevast tíðliga
við teirra yrkisleið innan
tónleik.
– Eg havi latið mær for
talt, at føroyskar kvinn
ur halda seg aftur á tón
leikapallinum, tá árini eru
vorðin meira enn 25. Men
tað skilji eg ikki. Hyggið
at mær; eg eri eitt livandi
dømi uppá, at tað ber til,
sigur Bonnie.
Og hon hevur hesi ógvu
liga greiðu boðini at bera
føroysku songkvinnunum:
– Her er einki at ræðast.
Takið
tykkum
saman
og syngið, sigur Bonnie
Tyler, áðrenn hon spennir
trygdarbeltið.
Elski at syngja
Bonnie hevur sungið í sam
full 30 ár, og hetta hevur
eisini kastað eitt sindur av
peningi av sær. Maðurin
er margmillióningur og
hevur eisini sítt egna virki
við síðuna av tónleika
virkseminum hjá konuni, so
tey líða avgjørt onga neyð.
Men tað er tó kærleikin
til tónleikin, sum drívur
verkið hjá Bonnie.
– Eg elski at syngja og
at framføra. Eg kenni meg
sera væl á festivalum kring
heimin, og eg ætli mær at
halda fram, so leingi røddin
heldur, sigur Bonnie Tyler,
og vit skulu ikki vænta, at
tað verður fyrsta dagin.
Bonnie er upptikin við
konsertum restina av hesum
árinum, og tað er strævið
lív, heldur hon. Í januar
ætlar hon tískil at halda ein
steðg:
– Nógva ferðingina hevur
eisini sett síni spor, vísir
Bonnie á.
Hesi orðini sita rimmar
føst í tonkunum, tá flog
farið byrjar at flúgva inn
móti flogvøllinum í Vág
um, og tað leikar óført
millum ferðafólkini, tá
ringa veðrið setir sín dám
á. Vit hoyra nakrar heilt
aðrar tónar frá Bonnie, sum
gjørdist rættiliga bangin á
sínum fyrsta túri til Føroya,
tá flogfarið fór niður gjøg
num tjúkka mjørkan. Tá
vistu hon heldur einki
um, hvat bíðaði henni við
viðførismóttøkuna og á
Oyrargjógv.
Bonnie Tyler varð borin í heim í Skewen í Wales 8.
juni 1951. Hon varð doypt Gaynor Hopkins, men tá
tónleikalívið tók dik á seg, valdi hon at rópa seg Bonnie
Tyler.
Bonnie tók síni fyrstu fet á tónleikapallinum sum seytjan
ára gomul í einari sangkapping. Tónleikurin gjørdist til
eina yrkisleið, og sum 25 ára gomul byrjaði Bonnie av
álvara at gera vart við seg. ‘It’s a Heartache’ kom út í 1977,
og hetta varð hennara fyrsta hitt.
Bonnie gjørdi mest vart við seg frá 1977 og til miðskeiðis
í 80’unum við sangum sum ‘Total Eclipse of the Heart’
og ‘Holding out for a Hero’. Síðan tá hevur hon framført
javnan kring heimin – bæði á størri og smærri pallum.
Somuleiðis hevur Bonnie givið fleiri fløgur út. Feskasta
útspælið hjá henni er ein DVD fløga frá einari konsert.
Hetta er fyrstu ferð, Bonnie Tyler hevur verið í Føroyum.
FAKTA
Botox er vunnið
úr bakteriunum
Clostridium botulinum
og er í óviðgjørdum
formi eitt sera eitrandi
evni. Hóast hetta
verður botox nýtt í
sera smáum nøgdum
til vøddaviðgerð og til
andlitsviðgerð fyri at
halda rukkunum burtur.
BOTOX
Eg havi latið mær fortalt, at
føroyskar kvinnur halda seg aftur
á tónleikapallinum, men tað skilji
eg ikki. Her er einki at ræðast.
Takið tykkum saman og syngið.
– Bonnie Tyler
”