Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-03, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. juli 2006síða 26

‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 [ Nr. 125 - 3. juli 2006 ] SAMBAND jákup mørk jakup@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 ítróttur »Tað var størsta hendingin í míni karrieru, tá Peter Taylor gjørdi meg til liðskipara. Men nú føli eg, at løtan er tann rætta at geva armbindið víðari« David Beckham, tá hann boðaði frá, at hann gevst sum liðskipari á enska fótbóltslandsliðnum Fram til summar­ steðgin verða bara tríggir dómarar tøkir til hvørt umfar í Formula-deildini. Og tað er ov lítið til fimm dystir Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Fríggjadagin stóð greitt, at FSF noyddist at útseta dystin millum EB/Stryem og B68 í Formula-deildini. Orsøkin var einfalt tann, at eingin dómari var tøkur til uppgávuna. Í kvøld verður dysturin spældur, og dómari verður Eiler Rasmussen, sum tó eisini dømdi í gjár. Tað er í sjálvum sær ein ótolandi støða, at dómarar skulu hava somikið lítla hvíld ímillum dystir, men líkt er til, at hetta verður støðan fram til summarsteðgin í Formula-deildini. Bara fýra eftir Støðan í ár hevur annars verið, at sjey dómarar havt skiftst um at døma dystirnar í Formula-deildini. Í løtuni eru tó bert tríggir av hesum tøkir. Sum skilst, so er Georg N. Rasmussen er far­ in av landinum eina tíð. Og tað var greitt undan dystinum í Fuglafirði, at hesin varð tann seinasti hjá Lassanum Isasksen, áðrenn hann skudli í summarfrí. Ein summarfrítíð, sum longu er byrjað hjá Jens Peturi Brattalíð. Hetta hevði við sær, at broytingar vórðu gjørdar í seinasta dómarayvirlitinum, men tá Dagfinn Olsen brádliga fekk forfall, vóru bara fýra dómarar eftir til teir fimm dystirnar, sum skuldu spælast. Og tí gjørd­ ist talan um ein heilt akuttan trupulleika, sum hevði við sær, at dysturin á Eiði varð fluttur. Nakað sum tey í EB/Streymi als ikki vóru serliga fegin um. Sjálvandi dugdu tey at skilja, at uttan dómarar verður eingin bólt­ur spældur, men hetta er triða ferðin – tvær ferð­ir vegna drúgva HB- málið – at dystur á Mølini verður fluttur, uttan at EB/ Streymur sjálvt á nakran hátt er atvold til hetta. FSF-fundur um málið Karl Vidtfeldt er formaður í Dómaranevndini hjá FSF, og hann ásannar, at hetta er eitt akutt mál, sum nakað skal gerast við. – Vit eru tó somikið hepn­ ir, at talan fram til summ­ arsteðgin er um hampiliga nógvar dystarflytingar. Hetta tí stevnur og euro­pe­ iskar uppgávur krevja hetta. Men bara at hava tríggjar dómarar tøkar er sjálvandi langt ífrá nøktandi, og tað er eitt mál, sum vit taka upp longu í kvøld, sigur Karl Vidtfeldt. Spurdur, hvørji stig er at taka, sigur hann, at tað fyrst og fremst snýr seg um at fáa fleiri dómarar góðkendar at døma í Formula-deildini. – Tað er nakað, sum vit settu okkum fyri at gjøg­ numføra til komandi ár, men tann ætlanin má so framskundast. Onkur helt fyri, at vit kundu upp­gra­ der­að onkran longu fríggja­ dagin, tí talan var ikki um tann truplasta dystin at døma. Men tí eri eg als ikki samdur í. Eg trúgvi ikki, at tað finst nakar lættur dystur at døma í Formula-deildini, og tí er umráðandi, at trupul­leikin verður loystur á rættan hátt. Sum sagt, so klára vit okkum hetta til summarfrítíðina, men tá má so okkurt henda, staðfestir Karl Vidtfeldt. Páll Augustinussen er ein av bara trimum dómarum, sum er tøkur komandi tvær vikurnar, sum verða ógvuliga strævnar hjá føroysku fótbóltsdómarunum Mynd: Álvur Haraldsen Kvinnurnar hjá KÍ vunnu leygardagin steypafinaluna ímóti AB. Bæði liðini høvdu nógvar kjansir at gera mál, men tað var sigursvanda liðið úr Klaksvík, ið endaði sum vinnari Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Finalan í steypakappingini hjá kvinnum varð spæld á Tórsvølli leygardagin, og talan var um ein sera hendingaríkan dyst. KÍ var favorittur til dyst­ in, men AB royndi sítt ítarsta fyri at koppa liðnum úr Klaksvík. KÍ legði betur fyri enn AB, og longu áðrenn 20 minuttir vóru farnir, hevði KÍ hevði lagt seg fram um 2-0. Bæði málini komu eftir hornaspark úr vinstru síðu. Fyrst var tað Vivian Bjartalíð, sum skallaði bólt­ in í málið, og síðani var tað Malena Josephsen, ið setti høvdið á og skoraði til 2-0. Álopini skolaðu eftir hetta báðar vegir. AB spældi seg til fleiri góðar kjansir, og tað sama gjørdi KÍ. Ab hevði bóltin í málinum einaferð, men málið var kolldømt, tí dómarin helt, at fríspark var gjørt ímóti KÍ- málverjanum í sambandi hornasparksstøðuna. Meira verður at frætta um finaluna hjá kvinnum í blaðnum í morgin. KÍ vann steypafinaluna hjá kvinnum 2-0 á AB Mynd: Norðlýsið Akutt dómaratrot KÍ er steypavinnari