mánadagur 3. juli 2006síða 27
‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
[ Nr. 125 - 3. juli 2006 ]
Mangla bara
málini
Alexandur Johansen,
sum hesa ferð var sen
tralur á framrættaða
miðvøllinum hjá Skála,
iðraði seg um, at tað ikki
eydnaðist teimum at
avgera dystin móti GÍ.
– Spælið hjá okkum
byrjar at síggja heilt
gott
út
nú.
Móti
GÍ bæði trýstu og
skaptu vit nógv, men
vit megna tó ikki at
skora. Helt orsaða av
eini blanding av góð
um málmansspæli og
vánaligum avslutning
um. Tað tykist, sum eru
vit ikki nóg kaldir í
avgerandi løtunum, og
tað er kanska júst tað,
sum er munurin, um
hugt verður at topp- og
botnliðum.
-mørk
Meitilberg
til Eiðis
Í
vikuskiftisútgávu
okkara skrivaðu vit, at
Jørgin Meitilberg skuldi
hvessa B68-álopið hetta
kappingarárið.
Hesi tíðindi høvdu
vit fingið váttað av Toft
um, men tað vísti seg
kortini ikki at vera hald
í hesum.
Fríggjadagin
stóð
nevnliga greitt, at spæl
arin ístaðin hevði tikið
av einum tilboði frá
EB/Streymi.
Nakað
sum kom ikki sørt
óvart á toftamenn, sum
annars ætlaðu sær at
hava nýggja mannin við
í hópinum til komandi
dystin. Tann dysturin
verður spældur í kvøld,
og er tað júst EB/
Streymur – við Jørgin
Meitilberg í hópinum
– sum tá tekur ímóti.
-mørk
Skála sýndi sunnu
dagin nakað av spælin
um, sum tey bæði
seinnu árini lyfti liðið
móti oddinum. Men
teir máttu ásanna,
at ert tú partur av
botnstríðnum, so eru
marginalarnir sjáldan
í tínum parti
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Gøtumenn tóktist merktir av
strævna dystinum móti KÍ
hóskvøldið, tá teir runnu á
vøllin á Skála sunnudagin.
GÍ hevur annars støðugt
verið eitt av liðunum, sum
hevur amast heilt uppi at
oddasessinum, men síðani
teir rukku hesum, tykist
bara hava gingið afturá.
Sunnudagurin skuldi helst
brúkast til eina vend í so
máta, men skulu gøtumenn
síggja nakað positivt í dyst
inum, so er tað helst, at
teimum eydnaðist at fáa
stig við sær.
Skála hevði
møguleikarnar
Skála sat nevnliga á tí allar
mesta frá dystarbyrjan. Nú
liðið aftur er um at vera
fullmannað, tykjast teir
spakuliga vera við at finna
gomlu taktirnar framaftu.
Við Paula G. Hansen sum
kontrollerandi stýrimanni á
miðvøllinum varð í løtum
lagt stórt trýst á GÍ-málið,
og fleri ferðir spurdust
møguleikar eisini burturúr.
Fyrstu løtuna vóru gest
irnir annars væl við, men
spakuliga tóku vertirnir seg
alt longur fram á vøllin.
Teir áttu eisini størsta møgu
leikan, tá Bogi Gregersen
varð spældur púrasta blank
ur, men skotið fór beint í
krovið á Turi Geza.
Geza mundi eisini vera
tann spælarin hjá GÍ, sum
stóð sterkastur í myndini, tí
so hvørt, sum minnuttirnir
gingu, gjørdist yvirvágin
hjá heimaliðnum alt størri.
Einar tvær-tríggjar ferðir
afturat gjørdist talan eisini
um møguleikar, sum mugu
roknast upp í 100% flokkin,
men nærri enn einum skoti
á stongina komu teir tó
ikki. Og í so máta var talan
um
eitt
symptomatiskt
avrik hjá einum liði, sum
í ár stríðast fyri at sleppa
úr botninum, heldur enn at
hugsa um heiðursmerki.
Gunnar mundi avgjørt
Og vildi heilt illa til, so
kundi verið galin endi
hjá Skála. Tí tá teir ikki
megnaðu at skora, byrjaði
GÍ at svara aftur. Fyri tað
mesta varð hetta gjørt við
longum bóltum niðan til
Gunnar Nielsen, sum so
mátti royna síni kynstur,
og í yvirtíðini mundi hetta
givið úrslit. Men vakra
saksasparkið endaði á ovara
partinum av tvørtrænum,
og so var tann møguleikin
farin.
At satsa álopsspælið ein
víst upp á evnini hjá Gunnari
tykist annars vera ein ikki
heilt optimal loysn hjá GÍ.
Áður hevur annars ligið væl
fyri at toga miðvøllin fram
við í álopsroyndunum, men
tann parturin var at kalla
eiðasørur sunnudagin.
Lagnudystir í væntu
Enn hongur liðið tó toluliga
væl í oddinum, men skal
hetta halda, verður skjótt
neyðugt við sigrum. Ikki
minst, tá EB/Streymur kem
ur í Sarpugerði komandi
sunnudag í einum dysti, sum
væl kann gerast eitt slag av
skiljirist í oddastríðnum.
Skála hevur í sín part
framvegis tungt við at
sleppa úr botnstríðnum.
Seinastu vikurnar hava takt
irnar í spælinum annars ver
ið á heilt góðari leið, men
málini hava tó trotið. Hjá
teimum verður talan um
útidyst móti KÍ komandi
vikuskiftið, og skal nakað
munagott spyrjast úr hes
um, verður neyðugt við
í minsta lagi eins góðum
avriki sum hesaferð, og
– helst – málum afturat.
Djorkaeff mátti lúgva
Franski fótbóltsspælarin Youri Djorkaeff var millum áskoðararnar,
tá ið Frakland leygarkvøldið vann fjórðingsfinaluna ímóti Brasil.
Men sambært felagi hansara í USA, New York Red Bull, fór ikki alt
rætt fram, tá ið Djorkaeff rýmdi úr New York. Djorkaeff hevði sagt
felagi sínum frá, at hann hevði álvarsamar trupulleikar í familjuni,
og tí mátti hann fara heim. Hetta var honum játtað, men tá ið
amerikanska felagið sá hann aftur, sæt franski spælarin smílandi
á áskoðaraplássunum til dystin millum Frakland og Brasil. Í New
York Red Bull halda tey, at Djorkaeff hevur logið fyri teimum, og
hann kann væntað sær eina heita móttøku, tá ið hann kemur aftur
til New York.
Ronaldinho fær av at vita
Atfinningarnar ímóti stóru stjørnuni á brasilska
landsliðnum, Ronaldinho, eru sera harðar, nú Brasil
reyk úr HM-kappingin nógv fyrri enn væntað. Undan
endaspælinum var roknað við, at Ronaldinho skuldi
fara at vísa seg sum besta spælaran í kappingini, men
soleiðis var ikki. Og leygardagin spældi Ronaldinho
ein taman dyst ímóti Fraklandi
– Hann spældi illa, hann driblaði ikki, skjeyt ikki,
rakti ikki viðspælarar, og hann tók ongantíð ábyrgd,
skrivar blaðið Estado de Sao Paulo.
Skála-GÍ 0-0:
Marginalarnir fylgja toppinum
GÍ
Skála
Skála hevði í longum løtum
takið á GÍ, men effektiviteturin
í álopspartinum restaði, og so
endaði alt eins málleyst, sum tað
byrjaði
savnsmynd