Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-03, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. juli 2006síða 28

‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 [ Nr. 125 - 3. juli 2006 ] Størsta tapið í 39 ár Tað er so avgjørt ikki gerandiskostur hjá HB at fáa slíkan avsmurning, sum liðið fekk sunnu­dag­in. Leitað vit í hag­tøl­unum, so ljóðar stað­festingin, at vit skulu 39 ár aftur í tíðina, um finnast skal fram til eitt líknandi úrslit. Ta ferðina tapti HB 6-0 í Klaksvík. Verður tosað um dystir í Gundadali, so skal leitast nakað væl longur aftur. Sambært bókunum, sum eru útgivnar um HB, so taptu teir í 1945 10-0 móti grannunum úr B36. Gerðabókin hjá B36 veit at siga, at Herluf Mikkelsen ta ferðina skoraði átta av málunum. Í nýggjari tíð er nakað nógv longur millum stóru tapini hjá liðnum. Soleiðis er 4-0 tapi móti VB í 1989 størsta tapið á heimvølli seinastu fjórð­ ings øldina. Í alt­jóða fót­bólti hevur talan tó verið um okkurt skrædl­ ið – ikki minst, tá teir í Intertoto-kappingini taptu 10-0 móti Tromsø í 1995 – forrestin við nú­verandi B36-venj­ar­an­um, Sigfríði Clement­sen, sum einum av spæl­arunum. Fróði aftur á vøllinum Fagnaðurin var øgiligur, tá B36 um miðjan seinna hálvleik framdi síni fyrstu útskifting. Hendan markeraði nevnliga, at Fróði Benjaminsen nú aftur var at síggja á fót­bóltsvølli. Fróði breyt annars bein­ ið, tá A-landsliðið spældi dyst móti Pólandi í mai mánaði, og síðani hevur ikki verið hugsingur hjá honum um at spæla. Sum skilst, so var ógvu­ liga ivasamt, hvørt hann var tøkur til dystin sunnudagin, men sama morgun, sum dysturin varð spældur, meldaði hann seg tøkan. -mørk Adu á veg til Europa Tað er sannlíkt, at 17 ára gamli Freddy Adu, sum skal eitast at verða eitt tað størsta fótbóltstalentið í USA, kemur til Europa at spæla. Adu hevur sjálvur róð fram undir, at hann fer til Europa at spæla, tá ið amerikanska kappingarárið er av. Bæði Manchester United og Chelsea sigast verða áhugað í spælarunum, sum longu hevur spælt í fleiri ár í fremstu deildini í USA. Mikael Essien úr Ghana, ið spælir fyri Chelsea, sigur seg vóna, at Adu fer at koma til Chelsea at spæla, og at hann eisini velir Ghana sum sítt landslið. Adu er ghanesiskur amerikanari, men tað sigst, at hann segði nei takk til at umboða Ghana undir HM í Týsklandi. HB fekk bank av slíkum slag, sum teir ongan tíð hava smakkað í nýggjari tíð, tá korthúsið skramblaði fullkomuliga saman seinastu 20 minuttirnar Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Síðani fyrst í august mánaði í 1991 hava tey í B36 í nógvar mátar liðið undir grannunum, tá tosað verður um grannauppgerðir. Ta ferðina vann HB 8-2 á einum B36-liði, sum fram til tá líktist einum før­oyameistara. Ein dystur í sjálvum sær ger kanska ikki tað stóra í einum drúgvum FM-stríði, men tá B36 við kappingarenda var bara trý mál aftan fyri KÍ, mundu tankarnir leita aftur til grannauppgerðina. Og at HB, sum annars ikki hevði sítt besta ár, eisini spældi 1-1 móti B36 á sein­asta leikdegi, var held­ ur ikki lættur biti hjá árs­ talsfelagnum at svølgja. Hóast hetta hendi fyri skjótt 15 árum síðani, so er einki at ivast í, at B36 kendi tað sum eitt slag av hevnd, tá teir sunnudagin fingu reint tennis-egg móti HB. Eitt úrslit, sum uttan iva fer at verða bæði nýtt og misnýtt, tá fjeppararnir hjá liðunum báðum tosa um fótbólt komandi tíðina. 70 fínir minuttir Hóast úrslitið stafðestir ein knúsandi sigur til árs­tals­ felagið, so var tað einki sum helst, ið bendi á hetta fyrstu 70 minuttirnar. Í summarlýðkuni í Gunda­ dali var talan um ein fínan fótbóltsdyst, har tvey av bestu liðunum í landinum veruliga royndu at spæla seg fram eftir vøllinum. HB var kanska liðið, sum byrjaði betri, og tá B36 verjan als ikki var vakin, høvdu eldru grannarnir einar tvær vandamiklar royndir longu fyrstu minuttirnar. B36 fekk tó spakuliga skil á spælið. Ikki minst rúgvaði miðvøllurin sera væl upp, og við at royna at strekkja spælið út í borðini tóktust teir stressa HB- verjuna meira enn gott var. Tað var eisini júst eftir slíkt uppspæl, at B36 legið seg á odda, tá Bergur Midjord sera vakurt stútaði innlegg frá Sylla í kassan. Málið læt í ávísan mun upp fyri størri opinleika í spælinum. HB hevði langt ífrá mist mótið, og teir royndu støðugt at trýsta seg niðan á B36-hálvuna. B36 spældi hinvegin kompakt og vælskipað, og tí var avmarkað, hvat HB fekk av møguleikum. Tað gav eisini kontra-møguleikar til B36, sum ein sera góðan av slagnum, men Hanus Thorleifsson meira enn hálvkiksaði, tá Sylla og Obi fyrimyndarliga spældu HB- verjuna tunna við trimum sendingum. Og í hinum endanum brendi eisini á undan steðg­ inum. Rókur av Fløtum Jesp­ersen sendi tó langt uppum, tá hann fekk gylt­ an møguleika eftir sera hegnisligt forarbeiði av Páll M. Joensen. Cisse óynskur á Anfield 24 ára gamli Djibril Cissé hevur greitt bretska blaðnum News of the World frá, hvussu hann í roynd og veru var tveittur út úr Liverpool, har hann hevur spælt seinastu tvey árini. Cisse sigur, at venjarin hjá Liverpool, Rafael Benitze, ringdi til hansara og boðaði honum frá, at pláss var ikki fyri honum í Liverpool, og hann mátti finna sær nýtt felag. Hetta hendi beint eftir, at Cisse hevði brotið beini í einum venjingardysti undan HM. Cisse hevur hóast brotna beinið nú fingið leigusáttmála við franska felagið Marseilles fyri næsta kappingarár, og tað er ikki sannlíkt, at Cisse spælir aftur í Liverpool. B36-HB 6-0 (1-0): B36 í sætta himni Sagt um dystin »Andre Agassi gavst í gjár á hægsta stigið, men heimurin hevur fingið ein nýggjan tennis-spælara: B36! Vit servera egg til øll!!« www.b36.fo” www.b36.fo »Hinvegin eru vit í hepnu støðuni mótvegis so nógvum øðrum feløgum, at slíkir ósigrar koma ikki oftari enn 30. hvørt ár kanska, so tað er til at liva við - hóast óluksáliga keðiligt« www.hb.fo Í 70 minuttir var talan um ein spennandi og javnan fótbóltsdyst, har báðir partar vildu spæla fótbólt. Men tá Sylla skeyt B36 upp á 2-0, skramblaði korthúsið hjá HB fullkomuliga saman Mynd: Álvur Haraldsen HB B36