mánadagur 3. juli 2006síða 29
‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
[ Nr. 125 - 3. juli 2006 ]
Málini í Gundadali
1-0: Bergur Midjord, 17.
Sylla fær bæði tíð og pláss í høgru síðu, og tá hann sendir ein góðan bólt innfyri, stútar
Bergur hart í meskarnar uttan møguleika hjá HB-málverjanum.
2-0: Amed Sylla Davy, 71.
Kári Nielsen fer púrasta skeivur av bóltinumn uppi á miðjum vølli. Tað gevur Sylla
møguleikan at strúka avstað. Og tá hvørki Kári sjálvur ella Rasmus Nolsøe megna at renna
ivorianaran av, sendir hann flatt fram við Tróndi Vatnhamar í B36-málinum.
3-0: Johan Ellingsgaard, 78.
HB verður fangað høgt uppi á vøllinum, og so gongur skjótt. Sylla sendir Johan avstað við
góðari sending, og tó at Tróndur fær hondina á, so megnar hann ikki at forða fyri málinum.
4-0: Bergur Midjord, 84.
Alex Dos Santos og Símun Hansen spæla skjótt smáspæl, og so verður Bergur sendir avstað
í vinstru. Eingin tykist hava hug at fara ímóti honum, og so er Bergur kaldur og følir bóltin
út um Trónd og inn um handara stólpa.
5-0: Bergur Midjord, 86.
Uppspælið er í høgru, men við frálíkum skifti sendir Hanus Thorleifsson bóltin yvir til
ein púra leysan Berg, sum við einum hørðum vinstrabeinsskoti sendir bóltin fram við
málverjanum.
6-0: Hanus Thorleifsson, 90.
Nú tykist bara alt rigga hjá B36. Hóast Símun mest sum hevur mist bóltin, so fær hann
kortini roynt seg við drønskoti, sum smellur í tvørtræið. Hanus er skjótari enn HB at fylgja
upp, og so er eyðmýkingin fullkomin.
Venjing í AaB byrjað aftur
Hósdagin í farnu viku fóru spælararnir hjá AaB
undir venjingina aftur. Danska superligan byrjar 19.
juli, og eftir eina stutta summarferiu, eru spælararnir
hjá AaB nú farnir undir fyrireikingarnar til nýggja
kappingarárið. Heimasíðan hjá AaB skrivar, at
spælararnir vóru í góðum lag, tá teir møttu til fyrstu
venjingina. Súni Olsen er smáskaddur, men hann vandi
við. Jón Rói Jacobsen hevur knæskaða, og hann var
bara við, tá ið spælararnir høvdu styrkisvenjing eftir
vanligu venjingina.
Fekk sekkin fyri at stuðla Týsklandi
Stadionspeakarin Andreas Wenzel, ið starvast á Olympia Stadion í Berlin
hevur mist atgongdina til mikrofonina fyri restina av HM. Orsøkin er,
at hann undir dystinum millum Týskland og Argentina skundaði undir
áskoðararnar fyri at fáa teir at stuðla týska liðnum. Tað er ikki fallið í góða
jørð hjá FIFA.
– Tað er ímóti røttum ítróttaranda og kann ikki góðtakast. Speakarin
verður skiftur beinanvegin, sigur ein talsmaður fyri FIFA.
Wenzel hevur verið speakari á Olympia Stadion í 13 ár, men hann sleppur
nú ikki at verða frásøgumaður til HM-finaluna, ið hann annars hevði glett
seg sera nógv til.
Var lagið ringt í HB-leguni,
so var tað ikki óvæntað
púrasta øvugt í syðra end
anum av Gundadali.
Dagsins maður var sjálv
andi Bergur Midjord, sum
stóð fyri trimum av B36-
málunum, og hann duldi
ikki fyri, at hetta var ein
ótrúlig uppliving.
– Eg satsaði sjálvur upp
á at fáa eitt mál. Tað fekk
eg so í fyrra hálvleiki, og
at talan so bleiv um tvey
afturat eftir steðgin var bara
heilt fantastiskt.
Tað tóktist, sum blivu tit
bara betri og betri seinastu
løtuna, meðan alt gekk galið
hjá HB. Hvussu kendist tað
hjá tykkum á vøllinum?
– Eg haldi, at vit fingu
gott pláss. Teir satsa alt
frameftir, og so gjørdist tað
púrasta opið. Og tað klára
vit tíbetur at revsa.
Seinastu árini hava tit
havt sera trupult við at
skora mál. Nú hava tit fing
ið tíggju í tveimum dystum
– hvat er hent hjá tykkum.
– Tað virkar, sum er tað
veruliga gloppið hjá okkum.
Nú byrja tingini knappliga
at rigga, og tað er ein deilig
kensla. So er bara at vóna,
at kósin nú er sett móti
gullinum, staðfesti Bergur
Midjord.
-mørk
Ræðu-
ligt
Tróndur Vatnhamar spældi
til og við 2004 við B36. Í
fjør gjørdi hann av at skifta
til grannarnar í HB, og tá
Bárður Johannesen reyk
út við skaða, hevur hann
fingið møguleikan at verja
reyð/svarta málið.
Sunnudagin mundi hann
tó hava hug at ynskja seg
alla aðrastaðni, og sjálvur
viðgekk hann eisini, at
hetta ikki var nøkur serliga
stuttlig uppliving.
– Hetta er nokk tað ring
asta, sum eg nakran tíð havi
upplivað. Talan var kanska
um ein kollektivan off-
day hjá okkum, men teir
vinna eisini nógv á taktiska
borðinum, tá vit satsa alt
seinastu løtuna. Vit taptu
móti einum betri liðið, sum
var betri skipað. Men eg
haldi, at skuldi B36 vinna
á HB, so skuldu vit sova,
og vit snorksova í dag, helt
Tróndur eftir dystin.
Hinvegin, so helt hann
ikki, at dyggi smeiturin fer
at forkoma øllum vónum
hjá HB um at gera seg gald
andi.
– Hetta er fyrsta ordiliga
nøsin, sum HB hevur fing
ið í ár, men á sín hátt var
hon
kanska
væntandi.
Útskiftingin í hópinum
hevur verið stór, og tí eru
tað í stóran mun óroyndir
spælarar, sum nú eru á lið
num. Og tað kann kosta, tá
mótgongd av slíkum slag
meldar seg.
– Nú er tað so upp til
okkum at prógva, at vit
eru betri enn hetta. Og tað
mugu og skulu vit gera
longu komandi umfar, helt
Tróndur.
-mørk
Fantastiskt
Mynd: Álvur
Mynd: Álvur
Alt rapaði
Eftir steðgin tóktist HB
hava sett sær púra greitt,
hvat skuldi gerast. Fyrsta
korterið var tað rár hending,
at bólturin var nær HB-
brotsteiginum, men opnu
møguleikarnir trutu kortini.
Tað nærmasta HB kom eini
útjavning var eitt fríspark á
brotsteigarmarkinum, men
hetta sendi Rasmus Nolsøe
tó langt omanfyri.
Tá B36 – eftir groft HB-
mistak – skoraði til 2-0,
vóru bara 19 minuttir eftir
at spæla. Tað í sjálvum sær
undirstrikar helst eisini,
hvussu stórt fallið hjá HB
var seinastu løtuna av dyst
inum.
Orsøkirnar til hetta kunnu
helst vera nógvar. Millum
annað at tað er avmarkað,
hvussu
nógvar
royndir
spælararnir á liðnum hava,
og at tað tá kann koma fyri,
at okkurt rættiligt skrædl
rakar.
Men tað skerst ikki burt
ur, at bonkurin hjá HB eis
ini má taka sær sín part av
ábyrgdini. Eftir 2-0 máStutt
var ímillum 2- og 3-0 málini
hjá B36, og tá hesi vóru
komin, vóru møguleikarnir
at vinna seg aftur onkra
staðni millum avarska lítlir
og púrt eingir.
Men kortini valdi venjarin
at satsa alt. Sum kundi tað
verið í lagi at fremja tvær
offensivar útskiftingar, men
rokadurnar, sum vórðu gjørd
ar í sambandi við hesar vóru
milt sagt hasarderaðar. Við
at taka Jovan – var kanska
smáskaddur – og Kára
Nielsen av miðvøllinum,
misti HB teir spælarar,
sum høvdu verið við til
at mynda dystin. Og við
at stilla seg í eina tunna
3-3-4 uppstilling góvu teir
B36 púra frítt at spæla
kontraspælið, sum liðið í
nógvar mátar meistrar so
sera væl.
Og á B36-beinkinum
var Sigfríður Clementsen
heldur ikki leingi um at taka
av. Sigfríður Clementsen
hevði longu koyrt kvika
Johan Ellingsgaard inn fyri
Obi, og løtu seinni varð
troytti Sylla skiftur um við
Símun Hansen. Saman við
spruttandi væl upplagda
Bergi Midjord hevði B36
soleiðis ein álopspart, sum
var bæði ómøddur og kvikur.
Og við eini trímannaverju,
sum tilsamans hevur spælt
bara 83 dystir á besta HB-
liðnum, var vandin fyri
skrædli ovurstórur.
Opið sár í sjálvsálitið
Eingin ivi er um, at úrslitið í
sjálvum sær sendi ein skelk
ígjøgnum sjálvsfatanina á
HB-liðnum. Í so máta er
næsti dysturin hjá liðnum
av ovurstórum týdningi. Og
at stórvask verður á skránni
á Eiðinum í Vági er lítil ivi
um í so máta.
Mest grundleggjandi er
uttan iva, at sjálvsálitið hjá
spælarunum aftur fæst í
rættlag. Í løtum hevur HB
í ár spælt sum eitt komandi
meistaralið, og tað ræður
fyrst og fremst um at leita ta
spæligleðini og trúnna upp
á egin evni framaftur. Og so
er at smíða skjótt viðbrekna
sjálvsálitið aftur, soleiðis at
ein slíkur off-dagur ikki full
komuliga koppar heilum
kappingarári.
Hjá B36 er støðan hin
vegin júst tann øvugta.
Liðið hevur nú í tveimum
dystum skotið 10 mál, og
uttan iva halda spælararnir
í løtuni, at teir kunnu
ganga á vatninum, um hetta
verður kravt. Tí er fremsti
setningurin hjá venjarunum
helst at fáa bæði beinini
væl og virðiliga niður aft
ur á jørðina. Komandi dyst
urin móti NSÍ stendur á
skránni longu í miðvikuni,
og tá er umráðandi, at
góða arbeiðið, sum er gjørt
seinastu vikurnar, ikki dett
ur aftur til jarðar.