mánadagur 3. juli 2006síða 30
‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
[ Nr. 125 - 3. juli 2006 ]
Nesta er ivamsamur
Verjuálitið hjá italska landsliðnum, Alessandro Nesta, er
ivasamur til hálvfinaluna ímóti Týsklandi týskvøldið. Nesta
hevur ikki spælt við í seinastu tveimum dystunum hjá Italia í
HM, og tað er ikki sannlíkt, at hann verður aftur á vøllinum
ímóti Týsklandi í morgin. Tað er ein gamal skaði í lúskuni,
sum nú órógvar Nesta.
- Møguleikarnir hjá honum fyri at spæla ímóti Týsklandi
eru sera smáir, sigur ein talsmaður fyri italska landsliðið.
Nesta hevur spælt í trimum HM-endaspølum, og í øllum
kappingunum hevur hann sitið uttanfyri onkrar dystir við
skaða.
Suðuroyingar vunnu
enn einaferð 2-1
sigur í Fuglafirði.
Við trimum nýggjum
monnum á liðnum
hildu teir fast um
leiðsluna, sum teir
vunnu sær tíðliga í
dystinum
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hýrurin á heimaliðnum var
einki serligur, tá dysturin í
Fuglafirði var blásturin av
leygardagin. Gaman í var
varmakelda á skránni, men
trupult var at síggja nakran
veitsluróm kring vøllin.
Eins og teir gjørdu tað
fyrr í ár, so hevði ÍF júst
tapt heima- og botndyst
móti VB/Sumba, og fyribils
er avleiðingin, at ÍF er mest
sum avbyrgt í botninum ádi
stigatalvuni.
Mistak og perla
Nakað soleiðis ljóðaði mill
umyvirskriftin, tá vit fyrr
í ár lýstu teir bæði málini,
sum VB/Sumba ta ferðina
skoraði í Fuglafirði, og
sama yvirskrift tolir væl
eina endurtøku hesaferð.
Fuglfirðingar vóru ann
ars teir, sum byrjaðu dystin
betur. Fyrsta góða korterið
var talan um nógv trýst,
og møguleikar fingu teir
eisini. Nærri enn einum
skoti á stólpan og eini røð
av hornaspørkum komu teir
tó ikki, og brádliga hevði
VB/Sumba tvær ferðir revs
að teir.
Fyrra málið hjá gestunum
var úrslit av alt annað enn
sannførandi verjuspælið frá
vertunum. Verjan fekk als
ikki beint bóltin burtur, og
so var púra blanki Birgir
Jørgensen skjótur at taka
av.
Stutt seinni økti VB/
Sumba til 2-0, og tá var talan
um eina perlu. Uppspælið
gekk skjótt upp í síðuni,
og tá bólturin varð sendir
innfyri, kundi Evrard Ble
sera vakurt kundi stýra í
málhornið við høvdinum.
Trýst uttan úrslit
Leiðslan gav gestunum
møguleikan at spæla júst
tað spælið, sum teir høvdu í
kvittanunum. Teir løgdu seg
djúpt á vøllinum, og dúvaðu
upp á kontra, meðan tað
so var til fuglfirðingar at
skapa sær neyðuga trýstið.
Fyri
ein
part
kom
hetta eisini, men tað var
tó sjáldan, at tað gjørdist
heilt vandamikið. Tíðliga
í seinna hálvleiki fekk
seinni málskjúttin hjá VB/
Sumba sítt næsta gula kort
í dystinum, og so máttu
gestirnir spæla við tíggju
monnum, tað sum eftir var
av dystinum.
Fuglfirðingarnir kundu
nú trýsta enn meira, men
tað var ikki fyrr enn í tíðini,
sum dómarin hevði lagt
afturat, at munurin minkaði.
Bartal Eliasen varð trýstur
í ryggin í brotsteiginum,
og so var brotsspark. Tað
setti Bartal sjálvur trygt í
kassan, men bólturin var
ikki meira enn givin upp,
tá dómarin blásti seinasta
bríkslið í dystinum, og so
var einsamalli botnsessurin
kaldur veruleiki í Fugla
firði.
Framgongdin steðgaði
Á sín hátt tóktist hetta
eisini markera ein enda á
framgongdini, sum ÍF hevur
havt seinnu umførini. Liðið
hevur annars savnað sær
nógv stig hesar seinastu
dystirnar og tóktist vera
ávegis úr botninum. Greiða
tapið fyri B36 seinast var
kanska ein ímynd av, at
framgongdin nú var steðga,
og við tapinum sunnudagin
tykist aftur standa púrasta
fast.
Skulu fuglfirðingar reisa
seg, so er eisini alneyðugt,
at hetta verður gjørt sum
skjótast. Longu komandi
sunnudag stendur nýggj
botnuppgerð á skránni, tá
vitjað verður á Toftum, og
kravið til ta uppgerðina er
so púrasta greitt.
VB/Sumba hevur tá heima
dyst móti HB, sum uttan iva
hevur ætlanir um at reisa
seg eftir dygga ósigurin í
grannauppgerðini. Lítið er
tó at ivast í, at vónrinar í
Suðuroynni ikki eru heilt
ongar til dystin. Tríggir
nýggir mans vóru á liðnum
leygardagin, og sum skilst,
so stóðu hesir seg sera væl.
Ikki minst nýggi verju
spælarin og Tummas Pauli
Olsen, sum er komin úr
B71.
Rógvi vann á Albert
Eitt mál kom í dystinum ímillum KR og
Njarðvík um vikuskiftið, og málið fekk KR.
Rógvi Jacobsen spældi allan dystin á liðnum
hjá KR, og í málinum hjá Njarðvík var ein
annar kenningur í Føroyum. Albert Sævarsson,
sum hevur vart málið hjá B68, er málmaður
hjá Njarðvík, og hann spældi ein sera góðan
dyst ímóti KR, ið var stórfavorittur til at vinna.
Einasta málið í dystinum skoraði KR beint fyri
hálvleik, tá ið Rógvi Jacobsen sendi inn fyri til
liðfelagan Bjarólfur Lárusson, ið skoraði.
Fyri aðru ferð í ár fór VB/Sumba úr Fuglafirði við øllum stigunum. Eitt úrslit, sum aftur sendi ÍF niður í botnin á stigatalvuni
savnsmynd
Harmiligt tap
– Vit eru sjálvandi ikki nøgdir eftir eitt slíkt tap. Talan er um ein dyst, sum vit eiga
– og í øllum førum skulu – vinna.
Petur Simonsen, venjari hjá ÍF, var púrasta greiður um, at talan ikki var um nóg
gott úrslit, sum liðið hevði fingið leygardagin, tá teir taptu móti VB/Sumba.
Partvíst, so mundi hetta úrslit eisini tileinkisgera góðu úrslitini, sum ÍF hevur
havt seinasta góða mánaðin, og eisini hetta hevði kanska sínar orsøkir, helt
Petur.
– Tað vísir í øllum førum, at vit eru sera viðbreknir, tá lyklaspælarar eru
burturfrá. Hesa ferð var Alexander úti við skaða, og tað merkti liðið alt fyri eitt.
– Sjávlandi setir úrslitið okkum í eina trupla støðu, men vit mugu so bara vit,
um vit klára at arbeiða okkum úr hesum, heldur Petur Simonsen, sum nú setir
fokus á næstu uppgávuna, sum verður á Toftum komandi sunnudag.
ÍF-VB 1-2 (0-2):
Varmastevnu
hýrurin
fór í botn
1 Jákup Ósá
38
1 Magnus Simonsen
38
3 Róaldur Jacobsen
38
4 Debes Danielsen
37
5 Regin Sivertsen
36
6 Regnar Háskor
34
6 Áki Andreasen
34
6 Jóan Pauli Jespersen
34
9 Rúni Mortensen
33
10 Regin Davidsen
32
10 Áki Johansen
32
10 John Michael Petersen 32
Tríggir javnir í oddinum
Tað gongur sera javnt fyri seg í HM-tippingarkappingini hjá Sosialinum og Formula.fo.
Nú bert fýra dystir eru eftir at spæla, eru tríggir tipparar enn púrasta javnir í oddin
um, og beint í hølunum á teimum eru fleiri, sum eisini gera um seg. Millum annað
Regin Sivertsen, sum í fjórðingsfinalunum skoraði ikki færri enn 17 av 24 møguligum
stigum.
Støðan eftir fjórðingsfinalurnar í HM er hendan:
VB
ÍF