mánadagur 3. juli 2006síða 31
‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
[ Nr. 125 - 3. juli 2006 ]
NSÍ og KÍ skoraðu
mál eftir bókini,
men misnýttu síðani
aðrar góðar kjansir.
Dysturin millum
liðini var javnur, og
hvørki av liðunum
kláraði í seinna
hálvleiki at gera
sigursmálið, sum
bæði vildu hava
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Bæði liðini høvdu møgu
leikar til at avgera dystin,
og bæði liðini kundu enda
sum taparar. Tað var tó
á góðari leið, at NSÍ og
KÍ samdust um javnleik
eftir 90 minuttir í Runavík
sunnudagin.
Fyrri hálvleikur av dyst
inum var sera lívligur. Lið
ini komu á vøllin fyri at
leypa á, og tað sást serliga
í fyrra hálvleiki, tá bæði
liðini fóru fram á vøllin við
nógvum spælarum.
NSÍ hevði tríggjar spæl
arar í álopinum, og aðrir
spælarar
søktu
eisini
fram við. KÍ stillaði við
tveimum álopsspælarum,
men bæði kantspælarar og
miðvallarspælarar
høvu
góðan hug at leypa á.
Framsøkna spælið hjá
báðum liðum hevði við
sær, at verjuparturin var
tunnur til tíðir. Serliga sár
bar vóru liðini, tá ið tey
mistu bóltin á á veg fram
ella frammi á vøllin. Gjørdi
hitt liðið skjótt av, kundi
tað spæla seg til kjansir í
kontraspælinum.
Spælararnir vóru skjótir
at umstilla seg frá verju
til álop, men teir vóru ikki
eins kvikir, tá tað ráddi um
at leita aftur í verjustøðu.
Hetta var galdandi fyri
bæði liðini í fyrra hálvleiki,
og tað hevði við sær fleiri
góðar málkjansir.
Framúr mál
Málini, ið NSÍ og KÍ skutu,
vóru framúr væl spæld.
Við hvørt verður tikið til,
at málið var sum tikið úr
bókini, og tað kann saktans
sigast um málini í Runavík
sunnudagin.
Bæði NSÍ og KÍ skoraðu,
tá ið tey gjørdu skjótt av
fram eftir vøllinum og
brúktu lærubókina við skift
um og yvirlappum.
NSÍ legði seg á odda
við máli, sum Óli Hansen
skoraði. NSÍ sendi bóltin
fram í vinstru síðu, har
Christian Høgni Jacobsen
byrjaði dystin, hann skifti
tvørtur um vøllin til Andy
Olsen, sum fór fram við
einum KÍ-verjuspælara og
legði bóltin inn fyri málið.
Har tveitti Óli Hansen seg
í bóltin fremru stong og
stýrdu honum í meskarnar.
Tá KÍ svaraði aftur, var
tað við eins væl spældum
máli. KÍ leyp á í høgru,
Harley Bertholdsen gjørdi
eitt yvirlapp, fekk bóltin
frá Hjalgrím Elttør, og tá
Harley sendi bóltin inn
fyri, var tað einfalt hjá Paul
Clapson at seta høvdið á og
stýra bóltin í kassan.
Fleiri kjansir
báðar vegir
NSÍ og KÍ skoraðu eitt
mál í part, men tey kundu
saktans havt fingið okkurt
málið afturat. Serliga í
fyrra hálvleiki vóru roynd
irnar
naskar.
Christian
Lundberg mundi lagt KÍ á
odda beinanvegin, tá hann
gjørdist leysur í vinstu, men
NSÍ-verjuspælari bjargaði
á strikuni. KÍ hevði eisini
onnur góð tilboð, ið kundu
havt givið mál.
NSÍ spældi seg eisini
fram til fleiri kjansir. Sonni
L. Petersen og Andy Olsen
vóru báðir nær við, og Óli
Hansen var allatíðina ein
hóttan í luftspælinum nær
málið.
Í seinna hálvleiki royndu
liðini framvegis at leypa á,
men nú var verjuspælið hjá
báðum liðum betur skipað,
og tí vóru kjansirnir ikki
eins nógvir. Vandamiklar
støður vóru í báðum brots
teigum, og royndirnar á
málið vóru fleiri.
Í yvirtíðini kom NSÍ
so nær, sum tað kundi.
Eitt hornaspark endaði
við, at Viggo Johannesen
fekk skot á, bólturin rakti
onkran spælara á veg ímóti
málinum og brast í stólpan.
Samanumtikið var talan
um ein javnan dyst millum
tvey lið, ið vildu vinna. At
tey so fingu eitt stig í part,
var paradoksalt eitt rættvíst
úrslit.
Owen kemur skjótari fyri seg
Álopsspælarin Michael Owen fekk ein álvarsaman knæskaða
undir HM-endaspælinum í Týsklandi, men líkt er til, at
skaðin er eitt sindur minni álvarsamur enn fyrst roknað
við. Nýggjar kanningar av knænum vísa, at bert tað fremra
krossbandið í knænum er slitnað, og tað hevur við sær, at
Owen kann koma skjótari fyri seg aftur. Roknað var við, at
Owen fór at spæla millum lítið og einki í næsta kappingarári,
men nú er møguleiki fyri, at hann kann vera aftur á vøllinum
um ársskiftið.
Todi er væl fyri
Um vikuskiftið byrjaði norska landskappingin í fótbólti aftur, og
í kvøld skal Start spæla á heimavølli ímóti Tromsø, sum liggur
aftast í Tippuliguni. Sambært blaðnum Fedrelandsvennen verður
Todi Jónsson í álopinum til dystin í kvøld, og blaðið skrivar, at Todi
hevur víst góðan form seinastu tíðina.
– Todi er væl fyri, men eg sigi einki, um hann spælir í kvøld,
sigur venjarin Tom Nordlie við Fedrelandsvennen.
Likt er ikki til, at Todi sleppur at manna álop saman við
fyrrverandi liðfelaganum úr FCK, David Nielsen, ið júst er komin
til felagið. David Nielsen hevur ein minni skaða at dragast við, og
hann er ivasamur til dystin í kvøld.
NSÍ-KÍ 1-1 (1-1):
Lærubókin var frammi í Runavík
Talan var um frálíka góð mál, sum vóru á skránni, tá NSÍ og
KÍ í undirhaldandi uppgerð spældu 1-1 javnleik
savnsmynd
KÍ
NSÍ