Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-03, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. juli 2006síða 32

‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 [ Nr. 125 - 3. juli 2006 ] FSF hevur havt samskifti við FIFA um drúgva HB-málið, og haðani eru boðini greið. Aktar HB ikki boðini, skal felagið revsast við teimum midlum, sum eru til taks Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Fríggjadagin fekk HB nýggj kravboð úr FSF. Í hvøssum skrivi til felagið álegði FSF felagnum at trekkja fútabannið mótvegis ætlaða dystinum millum EB/Streym og VB/ Sumba aftur uttan nakrar sum helst treytir, og skuldi hetta gerast innan klokkan 12 leygardagin. Greið boð úr hægsta stað Grundarlagið undir krav- boðunum var, at FSF síðani fútabannið varð sett í gildi, hevur havt samskifti við FIFA, sum hevur sína greiður støðu í málinum. - Fyrst og fremst, so mugu vit siga, at hetta er eitt mál, sum eigur at verða avgreitt av føroyska fótbóltssambandinum og ikki av FIFA. Málið tykist hava røtur aftur í mars mánaði, og hjá FIFA kunnu vit ikki góðtaka, at vit verða kunnað og spurd til ráðs um hetta fáar tímar, áðrenn dysturin ætlandi skal spælast, skrivar FIFA um brævið frá FSF, sum er sent í tímunum eftir, at fútabannið varð ásett. FIFA ger tó vart við, at ásetingarnar í altjóða fót- bóltslógunum eru greiðar. Nevnliga at øll limalond skulu hava eina reglu um, at feløg og lilmir annars ikki hava loyvi at fara í rættin við fótbóltsviðurskiftum. - Havandi hetta í huga, biða vit tykkum alt fyri eitt um at taka neyðugu disciplineru stigini mótvegis felagnum HB. Og um at fremja neyðugu átøkini, um fútabannið í sivilrættinum ikki verður tikið treytaleyst aftur alt fyri eitt, verður staðfest í skrivinum frá FIFA. Trýst báðar vegir FIFA endar brævið við at siga, at um eitt fótbóltssamand ikki aktar FIFA-reglurnar – serstakliga viðvíkjandi reglunum um bann fyri sivilrættinum – kunnu tiltøk verða sett í verk mótvegis fótbóltssambandinum. Biðið verður at enda um, at FIFA verður støðugt kunnað um málið, og at tey í seinasta lagi tann 11. juli hava fingið boð um, hvat víðari er hent í hesum. Eingin ivi er um, at brævið frá FIFA leggur stórt trýst á HB. Men samstundis hevur hetta lagt eitt veldugt trýst á FSF sjálvt. Fótbóltssambandið sjálvt – og harvið føroyskur fótbóltur - kann nú eisini koma at merkja sviðan, um málið ikki er avgreitt innan 11. juli, og tí er helst eingin ivi um, at allir partar í málinum nú eru áhugaðir í at finna eina loysn á málinum, sum í dag er akkurát 100 dagar gamalt. So kom FIFA upp í leikin Í 100 dagar hava HB og FSF togast um Páll M. Joensen málið. Eitt mál, sum nú eisini er endað á ovastu rók í altjóða fótbóltsheiminum Mynd: Álvur Haraldsen Drúgva trætan um Páll M. Joensen hevur við sær, at føroyingar ikki sleppa at síggja nakra ólavsøkufinalu um Løgmanssteypiði í ár Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Vísandi til óvissuna, sum hevur valdað um steypakappingina, boðar FSF nú frá, at kappingin fyribils verður útsett. Vísandi til ta óvissu, sum í løtuni er um kappingina um Løgmanssteypið, og at fjórðingsfinalu‒ dysturin millum EB/ST- VB/SUMBA 28.06.06 ikki varð leiktur, hevur kappingarnevndin gjørt av, at hálvfinalurnar og finalan um Løgmanssteypið eru fyribils útsettar, stendur á heimasíðuni hjá FSF. Orsøkin til hesa støðu er first og fremst, at tað nú tykist mest sum ógjørligt at avgreiða seinastu fjórðingsfinaluna og síðani hálvfinalur í nóg góðari tíð, soleiðis at finalan sjálv kann spælast á ólavsøku. Ólavsøkufinalan hevur annars verið fastur táttur seinastu seks árini. Størsti vandin fyri at hendan ikki kundi avgreiðast hevur annars verið, um altjóða uppgávur hjá øðrum av finaluluttakarunum komu tvørt fyri steypafinaluna, men tað vóru so ikki kollisjónir av slíkum slag, sum vóru atvoldin, nú finalan varð útsett. Hóast kravboðini frá FSF, so eru enn eingi tekin um, at HB ætlar sær at fylgja hesum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hóast evstamark fyri eini treytaleysari afturtøku av fútabanninum hjá HB var leygardagin, so tykist havnarfelagið als ikki at hava nakran sum helst skund í so máta. - Fríggjadagin boðaðu vit FSF frá, at vit ikki ætlaðu at fylgja boðunum um at taka bannið treytaleyst burtur innan leygar-dagin. Og vit kenna tað eitt sindur órímiligt, at eitt mál, sum hevur koyrt í somikið drúgva tíð, brádliga skal avgreiðast eftir eftir degi, sigur Steinfinnur Mittelstein, sum er stjóri í P/F Havnar Fótbóltur. Hann sigur, at HB síðani hevur sett seg í samband við ÍSF fyri at vita, hvussu teir skulu fyrihalda seg í málinum, í kvøld fer nevndin í felagnum so aftur at fundast fyri at vita, hvørji stig nú skulu takast. Við Útvarpið leygardagin varð sagt, at HB sum so hevði uppnátt part av tí, sum ætlanin var við fútabanninum. Nevnliga at FSF fekk at vita, at Ítróttardómstólurin skal sleppa at tala. Men hóast hetta, so hevur FSF ikki sent Dómstólinum tey skjølini, sum eru neyðug, um Dómstólurin skal viðgera málið, og fyrr enn tað er gjørt, kann málið ikki avgreiðast á hesum stað. Enn hevur HB ikki aktað Nokta Dómstólinum Eingin ólavsøkufinala Hóast Fútarætturin hevði sína greiðu støðu, tá HB bað um fútabann, so hevur FSF enn ikki aktað boðunum um, at Ítróttardómstólurin skal hyggja at málinum. Fríggjadagin sendi FSF bræv til Ítróttardómstólin, har teir enn einaferð gjørdu vart við, hvussu teir síggja málið. Við støði í nýggju reglunum, sum vórðu samtyktar á eykaaðalfundi fyrr í ár, vísir FSF á, at eingin ivi er um, at Ítróttardómstólurin hjá ÍSF ikki hevur málsræði at taka støðu til ósemjur innan føroyskan fótbólt. - Formliga koma nýggju viðtøkurnar í gildi 1. januar 2007, men hetta broytir ikki okkara støðu, tí nýggju viðtøkurnar hjá FSF eru bert ein kodifisering av tí, sum alla tíð hevur verið galdandi síðani FSF gjørdist sjálvstøðugur limur í FIFA, verður staðfest í brævinum. FSF endar brævið við at siga, at tey meta tað sum lítið sannlíkt, at Ítróttardómstólurin hjá ÍSF kann kom til aðra niðurstøðu enn hana, sum FSF er komið fram til. Serstakliga tí tróttardómstólurin undir øllum umstøðum skal viðgera málið samsvarandi teimum reglum, sum eru galdandi innan FSF.