mánadagur 3. juli 2006síða 33
‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
[ Nr. 125 - 3. juli 2006 ]
Millum áskoðararnar
í Gundadali
sunnudagin var
Andy Mitten. Hann
er breti og starvast
hjá størsta enska
fótbóltsblaðnum, 4-4-
2, sum í næstu útgávu
síni fer at hava drúgva
frásøgn um føroyskan
fótbólt
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hjá teimum, sum hava
fylgt meira enn vanliga væl
við enskum fótbólti, vekir
navnið á blaðmanninum
kanska ans. Abbi hansara,
Charlie Mitten, var fyrsti
enski fótbóltsspælarin, sum
fór uttanlands at spæla, og í
fleiri ár gjørdi hann um seg
um Miðamerika.
Fótbólt við
móðurmjólkini
Tí er kanska ikki løgið, um
fótbólturin at kalla er komin
inn við móðurmjólkini
– eisini hóast talan er um
faðirættina. Sjálvur hevur
Andy eisini støðugt havt
ein brennandi áhuga fyri
fótbóltinum. Ein áhuga,
sum hann eisini hevur
flættað saman við alskinum
til blaðmannayrkið.
Longu
sum
18
ára
gamal tók hann prógv
innan journalistikk, og
síðani hevur skriving og
fótbóltur fylt tað mesta av
lívi hansara. Longu sum
15 ára gamal stovnaði hann
fjeppara-blaðið, United We
Stand, sum í dag er størsta
fjeppara blaðið hjá enska
stórfelagnum, Manchester
United. Fimm bøkur um
stórfelagið er talan eisini
blivin um higartil, og
sambært Andy sjálvum eru
tvær av slagnum í løtuni
ávegis.
Og at tilknýtið til felagið
framvegis er sterkt, sæst
eisini aftur í yrkisleiðini,
sum yngri beiggi hansara
hevur havt. Hesin var
nevnliga yrkisspælari í
Macclesfield
í
fimtu-
bestu ensku deildini. Men
tá
Manchester
United-
fjepparar í fjør stovnaðu
egið felag sum mótmæli
móti
yvirtøkuni
hjá
Malcolm Glazier, flutti
bróðurin fimm deildir niður
at spæla. Og hann varð
soleiðis fyrsti spælarin, sum
gjørdist sáttmálabundin at
nýggja felagnum.
Flutti við damuni
Men hvussu ber tað so til,
at ein Manchester United
fjeppari av slíkum slag eitt
vikuskifti brádliga var at
finna millum áskoðararnar
til eina grannauppgerð
millum tey bæði stóru
havnarfeløgini.
- Søgan er tann, at eg í
dag ikki skrivi so nógv fyri
og um Manchester United,
sum eg havi gjørt. Eg eigi
framvegis United We Stand,
men eg skrivi mest sum
einki í hesum. Eitt skifti
stóð mær eisini í boði at
starvast á marknaðardeildini
hjá Manchester United,
men eg vildi heldur virka
sum óheftur blaðmaður, og
ein slík starvssetan hevði
jú bundið meg á hendur og
føtur í so máta.
- Í 2001 hendi so tað, at
daman hjá mær skuldi flyta
til Barcelona. Eg gjørdi
av at fara við, og fyrstu
tíðina var eg framvegis
redaktørur á Manchester-
blaðnum. Brádliga stóð
mær tó í boði at skriva um
spanskan fótbólt fyri 4-4-2,
sum er best umtókta enska
fótbólts-blaðið, og tað helt
eg verða fínasta slag. Síðani
havi eg eisini skrivað um
spanskan fótbólt fyri the
Independent, men tað er
fyrst og fremst 4-4-2, sum í
dag er mín arbeiðsgevari.
Alheims
grannauppgerðir
Fyri tveimum árum síðani
hendi enn eitt skifti í
yrkisleiðini
hjá
Andy.
Blaðstjórin á 4-4-2 helt
tað vera fínt hugskot, um
blaðið nú fór at leggja seg
eftir
grannauppgerðum
av alskyns slag innan
fótbóltsheimin.
Síðani hevur Andy ferðast
at kalla kring allan heimin.
Frá Tel Aviv til Dortmund,
Madrid
og
Barcelona,
Dortmund og München og
nú eisini her í Tórshavn.
Til stuttleikar nevnast, at
næsta ferðin hjá honum
gongur til Suðurafrika,
har grannauppgerð millum
Orlando Pirates og Kaizer
Chiefs er á skránni í
Johannesburgh.
- Sjálvur haldi eg, at eg
livi í einum dreymi. Eg
skrivi um júst tað, sum mær
altíð hevur dámt. Eg ferðir
kring allan knøttin við
hópatals upplivingunum.
Og onkrar av hesum hava
eisini verið heilt stuttligar.
- Eitt nú kann nevnast,
tá eg herfyri var í Tel-Aviv.
Eg skuldi her skrivað um
grannauppgerðina millum
Maccabi
Tel-Aviv
og
Maccabi Haifa. Eg hevði
fingið avtalur í lag, men
tá eg skuldi koyrast yvir,
fekk eg trupulleikar .Taxa-
førarin helt við Beitar
Jerusalem, og hann noktaði
blankt fyri at koyra meg
til Maccabi-legurnar. Tað
endaði tó við, at eg fekk
tosað hann til rættis, og
seinni um kvøldið vildi
hann hava meg at keypa
bæði konufólk og narko.
Eg tók ikki av, men hetta
tilboð kom eisini í greinina,
sum eg skrivaði, og tað
var ikki sørt, at ísraelskir
miðlar
gjørdu
nógv
burturúr, tá greinin so stóð
í bløðunum.
Fótbóltur er mentan
At hendingar av slíkum
slag eisini eru at finna í
greinunum hjá Andy, tekur
hann sum eina sjálvfylgju.
-
Mín
setningur
er
ikki bara at skriva um
fótbólt,
tá
eg
ferðist
á henda hátt. Eins nógv
er tað at lýsa samfelagið
sum heild, og ikki minst
viðhaldsskararnar hjá ymsu
feløgunum. Tað verður so
sanniliga eisini partur av
frásøgini hesaferð, og eg
má siga, at eg eri hugtikin
av føroysku áskoðarunum.
Hóast
kappingarneytar,
so liva bæði HB’arar og
B36’arar í sátt og semju.
Aðrastaðni er talan ikki
bara um rivalisering – men
um beinleiðis hatur, og
tað hava tit als ikki her.
Sjálvandi verða fólk argað
eftir ein dyst, sum tann í
dag, men so er tað heldur
ikki meira, heldur hann.
Í næstu útgávuni av 4-
4-2 verður tað so tann
føroyska mentanin, sum
kemur undir sjóneykuna.
Við útgangsstøði í granna
uppgerðini í Gundadali
verður føroyska samfelagið
og føroyska fótbóltssinnið
lýst.
Og soleiðis sleppa eitt
nú Okeke Obele Onyebuchi
og Jákup í Stórustovu upp
í røðina av nøvnum, sum
Andy Mitten hevur gjørt
samrøðu við. Ein røð,
sum eisini telur Kaká,
Ronaldinho, Eto’o, Rooney
og tvær ferðir Ronaldo.
Nýtt ættarlið av Galacticos
Nýggi forsetiní Real Madrid, Ramon Calderón, ætlar sær
at finna nýggjar stjørnur til liðið hjá sær. Calderón sigur
í eini samtalu við ítróttarblaðið AS, at bæði Kaka úr AC
Milan og Arjen Robben úr Chelsea eru sinnaðir at skifta
til Real Madrid at spæla. Tá ið tað snýr seg um nýggjan
venjara, skal italski Fabio Capello verða eitt heitt evni.
Roknað verður eisini við, at spælarar eru á veg úr Real
Madrid, og har verða nøvn sum Roberto Carlos, Ronaldo
og Raúl nevnd.
Fótbólturin setir
aftur Føroyar
á heimskortið
Føroyskur fótbóltur sleppur enn einaferð á alheims fótbóltskortið, tá næsta útgávan av stóra
enska fótbótlsblaðnum, 4-4-2, verður at síggja á handilshillum kring allan heim
Mynd: Alvin E. Andersen
Gerið ikki enda á Rooney
Svenski venjarin Sven-Gøran Eriksson endaði sína
tíð sum enskur landsliðsvenjari við at heita á bretar
um ikki at gera av við Wayne Rooney, sum fekk reytt
kort í fjórðingsfinaluni ímóti Portugal leygardagin.
- Tit hava brúk fyri Rooney. Hann er gylti spælarin
í enskum fótbólti, so gerið ikki enda á honum eftir
útvísingina. Tað er líkamikið, um hann gjørdi hatta
við vilja ella ikki, gloymið tað, sigur Eriksson.