mánadagur 3. juli 2006síða 34
‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
[ Nr. 125 - 3. juli 2006 ]
Beckham gevst sum liðformaður
Sunnumorgunin kunngjørdi David Beckham við gráturødd, at hann gevst sum liðformaður á enska
landsliðnum. Avgerðin hjá Beckham kemur í kjalarvørrinum á tapinum fyri Portugal í fjórðingsfinaluni
leygardagin, sum sendi Ongland úr HM kappingini.
- Hetta hevur verið ein dreymur. Eg havi verið ómetaliga errin av at hava verið liðformaður fyri enska
landsliðið og tað fari eg altíð at vera takksamur fyri, segði Beckham
Hann hevur annars verið liðformaður í seks ár og hevur staðið á odda fyri liðnum í 58 landsdystir.
Sjálvur hevur Beckham spælt 95 landsdystir fyri Ongland, og hann ætlar sær framvegis at vera til taks
hjá liðnum.
Øll bíðaðu eftir, at
gylti fóturin hjá
Wayne Rooney
skuldi koma fyri seg
til HM-endaspælið
og skjóta Ongland í
HM-finaluna. Men
leygardagin var hesin
nógv umtalaði fótur
viðvirkandi til, at
Ongland reyk út úr
HM-kappingini
HM
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Ensku
HM-dreymarnir
liggja enn einferð í knúsi.
Leygardagin
spældi
Ongland
fjórðingsfinalu
ímóti Portugal, og enn
einaferð noyddist Ongland
úr einum endaspæli eftir
brotssparkskapping.
Ensku stjørnurnar vóru
púra eiðasørar at skjóta
brotssparkini,
og
teir
skoraðu bert einaferð við
fýra spørkum. Stjørnur
sum Steven Gerrard og
Frank Lampard kláraðu
ikki at fáa bóltin í málið,
og tað tykist næstan, sum
at Ongland er gandað í
brotssparkskappingum.
-
Um
tað
so
var
brotssparkskapping ímóti
manningini á Sundaberg, so
hevði Onglandi ikki klárað
at vunnið, tók onkur til eftir
dystin.
Spælararnir hjá Portugal
misnýttu tvey brotsspørk,
men teir fingu hini trý í
málið, og tað var nóg mikið
til at vinna dystin og koma
í hálvfinaluna.
Týski miðvallarspælarin
Tim
Borowski
segði
eftir
enska
tapið,
at
landsliðsspælararnir
hjá
Onglandi klára ikki skjóta
brotsspørk.
-
Teir
hava
heilt
einfalt ikki nervarnar til
brotssparkskappingar. Vit
eru munandi meira kaldir
frá
11
metrum,
sigur
Borowski og gníggjar salt í
enska sárið.
Rooney reyk út
Ein tann mest umtalaða
hendingin
í
dystinum
var, tá ið stjørnan á enska
landsliðnum,
Wayne
Rooney,
fekk
reyða
kortið frá dómaranum.
Eftir ein nærdyst tíðliga í
seinna hálvleiki traðkaði
Rooney millum beinini
á einum av portugisisku
verjuspælarunum, og so
fekk hann reyða kortið.
Tá hevði Ongland havt
gott tak á dystinum, men
eftir útvísingina løgdu teir
dent á at verja.
Undan HM-kappingini
varð
nógv
tosað
um
fótin hjá Wayne Rooney.
Í einum dysti seint í
kappingarárinum
breyt
Rooney fótin, og tað var
ivasamt, um hann kundi
spæla við í HM. Gylti
fóturin var á nógvum
forsíðum, og hann gjørdist
frískur til kappingina.
Leygardagin varð fóturin
tó brúktur til annað enn
tað, ið hann var ætlaður til.
Rooney traðkaði seg til eitt
reytt kort, og so gjørdust
fortreytirnar
hjá
enska
liðnum sera trupular.
Nú
er
væntandi,
at
Rooney fer at standa fyri
skotum, tá ið hann kemur
heimaftur til Onglands at
spæla. Hetta mátti David
Beckham sannað, tá ið hann
varð vistur út í avgerandi
dysti ímóti Argentina í
1998.
Liðformaðurin
hjá
Liverpool – vanliga argasta
kappingarneyta hjá Rooney
og
Manchester
United
– heitir á fólk um at lata
Rooney fáa frið.
- Wayne hevur verið
fantastiskur fyri okkum.
Vit kunnu ikki geva honum
skyldina fyri tapið. Hann
hevur gjørt so nógv gott
fyri liðið, og hann fer at
hava nógv at siga fyri
okkum í framtíðini, sigur
Steven Gerrard.
Eftir eitt hálvvánaligt
kappingarár var
Zinedine Zidane aftur
í gamla lagnum, tá
ið hann leygardagin
legði Brasil fyri
sínar føtur og stjól
myndina frá øllum
teimum brasilsku
stjørnunum
HM
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Frakland vann seg leygar
kvøldið í hálvfinaluna í
HM-endaspælinum. Frak
lendingar vunnu dystin
ímóti
brasilsku
heims
meistarunum, og sigurin
var fult uppiborið.
Franska liðið var væl
skipað, tamdi fullkomiliga
brasilsku stjørnurnar sum
Ronaldinho, Ronaldo og
Kaka, og í álopspartinum
var Frakland hvassari enn
Brasil.
Zinedine
Zidane
– einaferð mettur sum
heimsins
besti
spælari
– var aftur í gamla lagnum.
Zidane spældi ein framúr
dyst, og hann legði upp
til málið, ið Thierry Henry
skoraði.
Zidane
hevur
boðað frá, at hann gevst
at spæla fótbólt í summar,
og eftir eitt hálvvánaligt
kappingarár
fyri
Real
Madrid vóru tað mong,
sum hildi, at tað var rætta
avgerðin.
Undir HM er rættiligt
lív komið í Zidane aftur,
og seinastu tveir dystirnar
hevur hann veruliga glógvað
á franska miðvøllinum.
Ímóti Spania legði hann
upp og skoraði, og ímóti
Brasil legði hann upp og
brilleraði í spælinum á
miðvøllinum.
Brasilsku
stjørnurnar
fingu ongantíð rættiligt
flog á spælið hjá sær í
hesi
HM-kappingini,
og ímóti Fraklandi vildi
liðið heilt einfalt ov lítið.
Tað hevði við sær, at væl
skipaða og sterka franska
landsliðið vann og kom í
hálvfinaluna.
Brasiliumenn stóðu eftir
við stórum vónbroti, og
tað man vera stór sorg í
tí fótbóltsglaða landinum
í Suðuramerika í hesum
døgum.
Zidane legði Brasil niður
Gylti fóturin gjørdi enda á Onglandi
Zidane gjørdist stóri maðurin í dystinum hjá Fraklandi
ímóti HM-favorittunum úr Brasil
Mynd: Scanpix
Wayne Rooney loypir fram
av og traðkar á ein liggjandi
spælara hjá Portugal. Hetta
fekk hann reyða kortið fyri.
Mynd: Scanpix
Einki rok av bretum
Fyrireikararnir av HM-kappingini í fótbólti í Týsklandi stúrdu fyri
degnum, tá ið Ongland fór úr kappingini. Roknað varð við, at hetta
fór at hava ófrið við sær. Men soleiðis var als ikki. Leygardagin reyk
Ongland úr kappingini eftir brotssparkskapping ímóti Portugal, men
bretsku áskoðararnir gjørdu einki um seg .
- Vit hava handtikið nakað av fólki, men tað er einki afturímóti tí,
sum vit kundu havt roknað við, sigur Gerd Graus, talsmaður fyri
fyrireikararnar
Eini 700 bretskir áskoðarar eru tiknir fyri vánaligan atburð undir HM,
men í øllum førum var talan um minni brot, og ongantíð kom tað til
veruligar samanbrestir millum áskoðarar.