mánadagur 3. juli 2006síða 35
‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
[ Nr. 125 - 3. juli 2006 ]
AB, B71 og LÍF
halda fram við tætta
stríðnum í toppinum
í 1. deild. Um
vikuskiftið snávaði
B71, sum var fremst,
og so vóru AB og LÌF
beinanvegin til reiðar
at sláa til
1. deild menn
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Dystirnir í 1. deild um
vikuskiftið høvdu við sær,
at munurin millum trý tey
fremstu
liðini
minkaði
aftur, og nú er AB fremst.
B71, sum lá á odda, fekk
bert eitt stig við sær úr
Sørvági, og tá ið AB og LÍF
vunnu sínar dystir, tóku tey
seg inn á B71 aftur. AB
fór eitt stig fram um B71,
meðan LÍF togaði seg upp
á javnt.
Støðan hjá Suðuroyar
liðunum í botninum í 1.
deild gerst alsamt meira
vónleys. VB/Sumba tapti
ímóti KÍ, sum lá triðniðast,
og
VB/Sumba
hevur
framvegis 11 stig upp til
næsta liðið, sum nú er HB.
Royn liggur enn verri
fyri, tí liðið úr Hvalba
hevur bert fingið eitt stig í
dystunum higartil.
AB-HB
Tað var tómligt kring vøllin
á Argjum
leygardagin.
Meðan fitt av AB-fjepparum
vóru til steypafinaluna hjá
kvinnum á Tórsvølli fyrr
á degnum, vóru tað lutvíst
fá fólk, ið leitaðu sær til
1. deildardystin ímóti HB.
Ein orsøk var, at veðrið var
vánaligt, og ein onnur –
kanska líka týðandi orsøk –
var, at Ongland og Portugal
spældu fjórðingsfinalu í
HM.
Teir fáu áskoðararnir sóu
tó, at AB vann dystin og
legði seg á odda í 1. deild
aftur. Tað var tó ikki heilt
uttan trupulleikar, at AB
vann dystin.
Eftir at Tony Rasmussen
hevði lagt AB á odda
beinanvegin, fekk HB tvey
mál fyri hálvleikssteðgin.
Í seinna hálvleiki legði
AB meira fyri frameftir
vøllinum, tríggir spælarar
vóru sendir í álopið, og
ein av teimum, Allan
Mørkøre, skoraði tvey mál.
Spælandi venjarin hjá AB,
Rúni Nolsøe, setti síðani
punktum við málinum til
4-2.
SÍ-B71
Sandoyingar
snávaðu
í
dystinum
í
Sørvági
leygardagin. Eingin ivi var
um, at B71 var favorittur
til at vinna dystin, men
oddaliðið fekk trupulleikar,
ið tað ikki megnaði at loysa.
Sørvingar stríddust væl, og
teir fingu eisini ein javnleik
burtur úr dystinum.
Tað var B71, sum legði
seg á odda, tá ið Clayton
Soares sendi eitt fríspark
beinleiðis í málið, men
beint fyri hálvleik javnaði
Jón Nielsen fyri SÍ.
Eingi mál komu í seinna
hálvleiki, og tí noyddist
oddaliðið úr Sandoynni av
vøllinum við bert einum
stigi.
- Dysturin var staðfesting
av, at allar uppgávur mugu
takast í stórsta álvara.
Samanlagdi vinnari, tá ið
oktober mánaði er runnin,
er hann, sum hevur megnað
at samla seg fult og heilt um
allar uppgávurnar, skrivar
B71 á heimasíðu sínari eftir
dystin.
FSV04-TB
FS Vágar 2004 tykist verða
fullkomiliga steðgað upp, og
liðið er í løtuni als ikki við
í stríðnum um uppflyting til
bestu deildina, soleiðis sum
tað annars var roknað við,
at liðið skuldi verða.
FSV04 skifti venjara
herfyri, men heldur eingin
venjaraeffekt hevur verið,
og leygardagin tapti liðið
aftur á heimavølli. Hesaferð
var TB á vitjan, og hóast
sigursmálið hjá TB kom
í evstu løtu, so noyddist
heimaliðið at ásanna, at teir
ikki kláraðu at fáa nakað
burtur úr dystinum.
FSV04 kom annars á
odda við máli, sum Sonni
Johansen gjørdi, men Kaj
Roest javnaði fyri TB í
fyrra hálvleiki.
Likt var til, at dysturin
skuldi enda við javnleiki
– líka til landsliðsspælarin
Óli Johannesen tók sakina
í egnar hendur. Hann sendi
eitt fríspark í málið hjá
FSV04 stutt fyri leiklok,
og so kundu tvørámenn
fara avstað við øllum
trimum stigunum. Meðan
TB er farið at nærkast
oddaliðunum í deildini
nakað, hevur FSV04 mist
alt samband, og í løtuni
liggja teir í miðjuni á
stigatalvuni.
VB/Sumba-KÍ
Dysturin í Vági leygardagin
var millum tvey av aftastu
liðunum í 1. deild, men
støðan hjá KÍ og VB/Sumba
var rættiliga ymisk. Meðan
VB/Sumba
bert
hevur
fingið seks stig í teimum
fyrstu
14
umførunum,
hevði KÍ fingið 17 stig, og
tí var stórur munur millum
tey bæði liðini.
Og
munurin
gjørdist
enn størri eftir dystin
leygardagin.
KÍ
vann
nevniliga 5-2, og harvið
økti KÍ munin upp í 14
stig. Tað klárar VB/Sumba
neyvan at vinna aftur restina
av kappingini. Hinvegin
datt HB niður á triðniðasta
plássið, men havnaliðið
hevur 17 stig og er langt
frammanfyri VB/Sumba.
Tað var annars VB/
Sumba, ið legði seg á odda
í dystinum ímóti KÍ. John
Poulsen
skoraði
fyrsta
málið í dystinum. Men so
var tað KÍ, sum tók yvir,
og gestirnir skoraðu fimm
mál. Trý av teimum gjørdi
Jósup Heinesen.
At John Poulsen fekk
seinasta orðið í dystinum
við einum máli munaði
lítið, tí KÍ vann 5-2.
Royn-LÍF
Toppliðið
LÍF
fór
sunnudagin
suður
til
Hvalbiar at spæla. Dysturin
var fluttur frá leygardegnum
til sunnudagin, og tað var
kanska líka frætt. Veðrið var
munandi betur sunnudagin
enn leygardagin.
Á pappírinum skuldi
eingin
ivi
verið
um,
at
LÌF
skuldi
vinna
dystin.
Leirvíkingar
eru við í kappingini um
uppflytingina, meðan Royn
er niðast á stigatalvuni við
einum stigi – og 16 stig
aftanfyri triðniðasta liðið.
LÍF loysti sína uppgávu,
men tað var ikki meira
enn tað. Eitt mál kom í
dystinum, og tað gjørdi
trímálsskjúttin frá seinasta
dystinum, Bárður á Lakjuni,
tíðliga í dystinum. Hetta var
nóg mikið hjá LÍF at vinna
útidystin í Hvalba.
Dysturin
annars
var
rímiligar javnur, men teir
stóru kjansirnir vóru fáir
í talið. Fyri leirvíkingar
hevði støddin á sigrinum
lítið at siga. Fyri teir var
mest umráðandi at fáa øll
stigini við sær aftur.
Frings í klønum trái
Miðvallarspælarin Torsten Frings fær møguliga leikbann
til hálvfinaluna ímóti Italia í morgin. Orsøkin er, at
Frings skal hava roynt at sligið ein argentiskan spælara
eftir fjórðingsfinaluna í farnu viku. Dysturin millum
Týskland og Argentina endaði við roki, og í hesum roki
skulu sjónvarpsupptøkur vísa, at Frings roynir at sláa Julio
Cruz. Frings hevur havt týðandi leiklut sum verjukendur
miðvallari hjá Týsklandi, og um hann fær leikbann frá
FIFA eftir fund í dag, verður tað helst Sebastian Kehl, ið
skal spæla ístaðin.
Dopinggølan breiðir seg
Altjóða súkkluítrótturin er í hesum døgum raktur av eini
størri dopinggølu, har 58 súkklmenn eru undir illgruna
fyri at hava dopað seg. Tað er spanska løgreglan, ið
kannar málið, og sambært einum fronskum blað fer
gølan at breiða seg. Dopinglæknin Eufemiano Fuentes
er maðurin í miðdeplinum, og sambært blaðnum Journal
du Diamanche eru eisini fimm navnframir spælarar
frá Real Madrid á kundalistanum hjá Fuentes. Eisini
tennisstjørnan Rafael Nadal skal sambært blaðnum verða
knýttur at spanska dopinglæknanum.
Trý lið fara
stavn um stavn
Rúni Nolsøe, sum fyri fyrstu ferð roynir seg sum venjari, hevur havt góðan byrð seinastu tíðina.
Leygardagin taldist hann millum málskjúttarnar, tá AB sendi HB yvir um ánna við 4-2 tapi
savnsmynd
1. deild menn
SÍ-B71 1-1 (1-1)
0-1: Clayton Soares
1-1: Jón Nielsen
AB-HB 4-2 (1-2)
1-0: Tony Rasmussen
1-1: Krzystof Popczynski
1-2: Hendrik Rubeksen
2-2: Allan Mørkøre
3-2: Allan Mørkøre
4-2: Rúni Nolsøe
VB/Sumba-KÍ 2-5 (1-3)
1-0: John Poulsen
1-1: Jósup Henriksen
1-2: Jósup Henriksen
1-3: Julian Samuelsen
1-4: Álvur Christiansen
1-5: Jósup Henriksen
2-5: John Poulsen
FSV04-TB 1-2 (1-1)
1-0: Sonni Johansen
1-1: Kaj Roest
1-2: Óli Johannesen
Royn-LÍF 0-1 (0-1)
0-1: Bárður á Lakjuni