mánadagur 3. juli 2006síða 43
‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 125 - 3. juli 2006
45
Áhugin fyri summar
kappingini, sum
endar í dag, hevur
verið sera stórur,
og tað hevur eisini
sæst aftur á søluni
av bløðum, har fleiri
støð hava selt hvønn
einasta Sosial meðan
kappingin hevur
verið
Seinasti summarkappingar-
dagur er í dag. Enn bíða
vit tolin eftir summarinum
her heima, og mugu taka til
takkar við hendinga sóldøg-
um inn í millum. Men
fyri fimm vikum síðani
byrjaði summarkappingin,
har føroyingar fingu høvi
at lesa um ferðamál og
kappast um uttanlandsferðir
og góðveður. Og fólk hava
hvønn dag blaðið er komið
út, dúgliga klipt puntar út
og sett saman. Í dag er
seinasti puntur í blaðnum,
so har er eitt at gera: tak
saksin í hond, klipp út og
líma á kalendaran.
- Tey eru fleiri, sum hava
ringt inn og spurgt, um vit
ikki kunnu senda teimum
onkran punt, sum tey
mangla. Men tíverri ber
tað ikki til. Undirtøkan
hevur verið so mikið stór,
at blaðið hevur verið útselt
nógvastaðni, og okkara
blaðgoymsla er ikki so
stór, at vit fáa sent puntar
út til øll tey, sum mangla,
sigur Gudny Langaard,
marknaðarsamskipari
á
Sosialinum.
Og á Sosialinum hevur
summarkappingin merkt
blaðið nógv, og tað sæst
eisini aftur á søluni. -
Nógv sølustøð hava boðað
frá, at blaðið hevur verið
útselt meðan kappingin
hevur verið, so vit kunnu
bara staðfesta, at lesarin
hevur tikið sera væl ímóti
kappingini, veit Gudny
Langaard at siga.
Í dag er síðsti dagur
Summarkappingin skuldi
vara í fimm vikur, og tað
hevur hon gjørt, tá tit í dag
sita við blaðnum i hondini.
Orsøkin til, at kappingin
ikki endaði fríggjadagin er
hon, at annan hvítusunnudag
kom onki blað út, og harvið
manglaði
ein
puntur.
Tí var neyðugt at longja
kappingina til í dag.
Puntarnar
fólkini
hava
klipt út, skulu tey líma á
kalendaran og síðani senda
okkum hann. Freistin er
17. juni, og tá skulu allir
kalendarar, sum vilja vera
partur av lutakastinum um
vinningar fyri tilsamans
eina kvart millión, vera
inni.
Millum
vinningarnar
í kappingini eru fleiri
ferðir. Hepnu vinnararnir
av hesum nýtast tó ikki at
skunda sær á nakran hátt,
tí vinningarnir kunnu eisini
nýtast komandi ár.
Óli aftur á baksíðuna
Tey, sum ikki hava luttikið
í
summarkappingini,
hava kanska ilskast um,
at stuttligu og beinraknu
tekningarnar hjá Óla P,
eru fluttar inn í blaðið,
og harvið máttu víkja fyri
greinum um ferðamálum
og lýsingum annars. Men
nú er kappingin av, og
tekningarnar vera aftur at
síggja á baksíðuni, tá Óli fer
at taka blýantin aftur í hond
síðst í hesum mánaðinum.
Stórur áhugi fyri summarkappingini
Savnað puntarnar saman,
líma og send okkum kalen-
daran so at vit hava hann
í seinasta lagi mánadagin
17. juni
Send til:
Sosialurin
110 Tórshavn
Boks 76
viðm.: “Summarkapping”
Puntur nr. 25