Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-03, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. juli 2006síða 44

‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

46 Nr. 125 - 3. juli 2006 Hvar er summarveðrið? Higartil hevur tað verið lítið vit føroyingar hava merkt til summarið her heima. Á flatlondum er veðrið av tí allar besta seinastu dagarnar fyri ikki at siga vikurnar, og er hitin lopin upp um tey 30 hitastigini onkran dagin. Í Føroyum hava vit havt onkran dag við góðum veðrið nú og tá, men fáir samanhangandi dagar við góðveðrið og sól hava verið. Í gjár, sunnudagin, var veðrið sera gott kring stórar partar av landinum, og eisini í dag skínur sólin, hóast hitin ikki er tann sami. Í morgin verður turt og kanska sólin sær fram, men so eru eisini turra kvotan uppbrúkt. Mikudagin, hósdagin, fríggjadagin og leygardagin fáa vit sirm ella regn, so tað sær ikki út til, at ein kann mála garð ella hús í vikuni. So er brennandi spurningurin nær góða veðrið av álvara fer at inntaka oyggjarnar. Fyribils mugu vit so taka til takkar við summarsligum hita, sum í morgin verður millum 15 og 18 stig, og í morgin fer hitin onkrastaðni at koma upp á 20 stig.