týsdagur 4. juli 2006síða 4
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 126 - 4. juli 2006
tíðindi
- Er tað bara ónøgd
við javnaðarflokkin,
sum ger, at fólk nú
arbeiða fyri at stovna
ein nýggjan flokk,
eri eg bangin fyri,
at hann livir ikki
longi, sigur Kristian
Magnussen, formaður
í javnaðarflokkinum
á tingi
Politikkur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Eg eri bangin fyri, at ver-
ður ein politiskur flokkur
stovnaður nú, kann hann
fáa ein líka bráðan enda,
sum Verkamannafylkingin
fekk fyri einum 10 árum
síðani.
Tað sigur Kristian Mag-
nussen, formaður í jav-
naðarflokkinum á tingi.
Hann sipar til tíðindini
í Dimmu í dag, har tað
stendur, at kreftur í Føroyum
arbeiða fyri at stovna ein
nýggjan politiskan flokk.
Tað er ónøgd við javn-
aðarflokkin, sum fær fólk
at taka hetta stigi. Tey siga,
at javnaðarflokkurin førir
so borgarligan politikk í
samgonguni, at verkafólk
eiga ongan góðan og tí
verður arbeitt fyri at stovna
ein nýggjan flokk.
Onki verður tó sagt um,
hvør tað er, sum stendur
aftanfyri nýggjan flokkin,
men hvørki Ingeborg Vin-
ther ella Óli Jacobsen, sum
annars vóru oddafólk í
Verkamannafylkingini, eru
við.
- Er tað bara ónøgd við
javnaðarflokkin, sum fær
fólk at stovna nýggjan
flokk, er tað eitt alt ov veikt
grundarlag at byggja á,
sigur Kristian Magnussen.
Politisk ábyrgd
hevur sín prís
Hann sigur, at tað er, tá
ið ein flokkur skal taka
ábyrgd í samgongu, at hann
fær trupulleikar, tí tá skulu
semjur gerast. Tá skal tak-
ast og latast og ongin fær
alt.
- Ein politiskur flokkur
skal taka tað súra við tí
søta, men tað vóru mong í
Verkamannafylkingini, sum
ikki vóru til reiðar til tað og
tað tók lívið av henni.
- Tað er eisini stórur vandi
fyri, at ein nýggjur flokkur
fær somu trupulleikar, skul-
di tað hent, at hann kom í
samgongu.
- Og tað júst høvuðs-
trupulleikin: Vit tú hava
nakað á skafti í politikki,
mást tú í samgongu og so
mást tú geva og taka. Í
andstøðu kanst tú siga og
gera, sum tú vilt, men tú
fært ikki nakað á skaftið.
Formaður javnaðarflok-
sins á tingi minnist eis-
ini, at Verkamannafylkin-
gin fekk eisini okkurt á
skaftið.
- Men tað vóru ikki øll til
reiðar at betala prísin fyri
at vera í samgongu, tí tað
hevur sín prís, sum tað ikki
slepst ikki undan at betala.
Hann vísir eisini á, at
fyri ein stóran part var tað
ónøgd við førda politikin
hjá javnaðarflokkinum og
tjóðveldisflokkinum
um
førdi til, at verkamanna-
fylkingin varð sett á stovn.
Somuleiðis heldur Kris-
tian Magnussen, at ein
nýggjur flokkur fær eisini
hugsjónarligar trupulleikar
í sambandi við ríkisrættar-
ligu støðuna.
- Tað fekk Verkamanna-
fylkingin eisini og tað var
eisini við til at beina fyri
henni og eg trúgvi lítið
uppá, at tað er hugsjónarligt
grundarlag fyri einum nýg-
gjum flokki.
Kristian Magnussen mæ-
lir heldur fólki til at fylkjast
um teir flokkar, sum eru
fyri at geva teimum størri
slagkraft.
- At spjaða kreftirnar er
ikki til gagns fyri nakran,
sigur Kristian Magnussen.
Hann vísir eisini á, at
tað er fólkaræði í teimum
ymsu flokkunum, so halda
fólk, at tað er rætt, ber altíð
til at skifta floksleiðslur og
vælevni út.
Liggur á láni
Ein ítøkilig atfinning frá
teimum, sum eru ónøgd við
javnaðarflokkin, er, at hann
ikki hevur megnað at hækka
fyritíðarpensjónirnar.
- Tað er rætt, at tað er eitt
mál, sum liggur á láni. Men
tað er ikki gloymt og vit
arbeiða við tí.
Men vit hava bara eina
ávísa nøgd av pengum
til taks og tað skal rað-
festast og finna semjur.
Samstundis
skerst
ikki
burtur, at fíggjarlógin he-
vur givið stórt hall, 200
milliónir krónur, við vanda
fyri at tað fór at hækka upp
í 300 milliónir. Samstundis
eru rakstrarútreiðslurnar
til almannaøkið munandi
hækkaðar
við
teimum
røktarheimum o.s.fr. sum
eru bygd seinastu árini.
Men eitt politiskt mál fyri
framman er avgjørt at hæk-
ka fyritíðarpensjónirnar,
sigur Kristian Magnussen.
Ein nýggjur flokkur fær stórar trupulleikar
- Ein nýggjur flokkur kemur at fáa stórar trupulleikar og tí er
betri at styrkja teir flokkar sum eru, fyri at geva teimum størri
slagkraft, sigur Kristian Magnussen, formaður javnaðarfloksins