Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-04, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. juli 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 126 - 4. juli 2006 5 tíðindi Vilja umhugsa dómin Jógvan Páll Lassen er sakførari hjá Sp/f Nakkur, sum átti Jógvan S., tá ólógliga avgerðin um at taka veiðiloyvið frá skipinum varð tikin. Og hann var ikki nøgdir við úrskurðin, sum varð feldur í rættinum. - Kravið var í tveimum bitum. Í fyrsta lagi var talan um beinleiðis inntøkumiss, sum stóðst av avgerðini. Tann partin hevur reiðaríðið so fingið, og tí fáa allir kreditorar sítt, nú málið er endað. - Hin parturin snýr seg um væntaðar inntøkur. Vit meta, at umstøðurnar, sum skipið varð selt undir, vóru mest sum átøkur eini tvingsilssølu, og at reiðaríðið tí skuldi kompenserast fyri tey tíggju árini, sum veiðiloyvið í minsta lagi var galdandi. Tí partinum hava vit so ikki fingið viðhald í, og tað merkir – sum støðan er – at eigararnir hava mist sítt innskot, sigur Jógvan Páll. Hann sigur, at avgerð enn ikki er tikin um, hvørt reiðaríðið fer at kæra dómin. Fyrst og fremst skal hesin lesast ígjøgnum, og so hevur saksøkjari fýra vikur til at umhugsa hetta. -mørk Verjin var nøgdur Eyðfinnur Jacobsen var verji í málinum um Jógvan S. Í løtuni er sakførarin burturstaddur, men tá hann fekk boðini um úrskurðin, staðfesti hann, at talan var um nøktandi avgerð fyri Fiskimálaríðið. - Vit hava longu ásannað, at reiðaríðið hevur havt eitt tap á 2,6 mió kr., orsakað av ólógligu avgerðini um fiskiloyvið. Hinvegin hava vit ikki hildið, at saksøkjari hevur sandsynliggjørt ein framtíðar inntøkumiss. Tann møguleikan – meta vit – frásøgdu teir sær við at selja skipið, sigur Eyðfinnur Jacobsen í stuttari viðmerking. Tá Sp/f Nakkur mátti selja Jógvan S., varð virði av framtíðar inntøkumøguleikum samstundis realiserað. Tað metti Føroya Rættur, sum ikki gav reiðarínum viðhald í, at endurgjald skuldi veitast fyri mistar framtíðar inntøkur Jógvan S. Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Dómur fall í dag um málið um veiðirættindini hjá Jógv­ an S. Kjarnin í málinum er veið­ i­loyvið, sum av órøttum varð tikið frá skipinum, tí hetta upprunalgia hevði ein klausul um, at skipið ikki skuldi aftur í føroyska flotan, tá tað varð selt til Noregs á sinni. Endurgjald fyri at liggja Rætturin hevur síðan gjørt av, at tað var ein ólóglig av­gerð, tá fiskiloyvið varð tikið frá skipinum, og tað er hetta, sum hevur ført til end­urgjaldskravið. Í fyrsta lagið vildi Sp/f Nakkur hava end­urgjald fyri staðfestar út­reiðslur, sum stóðust av, at skipið varð lagt. Tann part­ urin av endurgjaldinum var 2,6 mió kr. Hin parturin av end­ur­ gjalds­kravinum var krav um endurgjald fyri mist­ar framtíðar inntøkur. Reið­ar­ íið førdi í rættinum fram, at avgerðin um at frátaka fiskiloyvið tók somikið fast fíggjarliga, at teir ikki megn­ aðu at reiða bátin útaftur. Teir noyddust tí at selja bátin und­ir umstøðum, sum vóru á­lík­ar eini tvingsilssølu. Sakførarin hjá fisk­i­mála­ ráð­num, Eyðfinnur Jac­ob­ sen, segði, at fiskimálaráðið við­ur­kennir sær tapið, sum er staðfest og er sinnað at veita endurgjald fyri tað. Men hann meinti ikki, at endurgjald kundi veitast fyri eitt framtíðar tap, sum ikki er prógvað. Serliga talaði tað ímóti endurgjaldið, at reiðararíið seldi Jógvan S fyri 5,7 milliónir og sostatt frátóku sær møguleikan at vinna pening. Framtíðin fór við søluni Og tað var júst hetta seinasta, sum dómarin legði størstan dentin á í sínum úrskurði. Har varð staðfest, at tá reiðaríðið seldi Jógvan S., innihelt søl­ an eisini teir framtíðar inn­ tøk­u­møguleikar, sum skipið hevði. Og at saksøkjari ikki hevði sannlíkisprógvað, at nak­ar inntøkumissur var um­framt sølupeningin. Hinvegin fekk reiðaríðið við­hald í teimum 2,6 mió, sum Fiskimalaráðið eisini hevði góðkent sum end­ urgjaldskrav. Hartil kem­ ur prosessrenta og sak­ar­ máls­kostnaður, soleiðis at samlaða rokningin til Fisk­i­málaráðið varð góðar tríggjar mió kr. Framtíðin varð seld við skipinum Klaksvíkar Kommuna hevur gjørt avtalu við Uppsalahaga um keyp av 14.000 fermetrum til ídnaðarøki við sjóv­ar­málan sunnan fyri bátahylin á Borðoyavík. 1. bygg­i­stig gevur 7-8 grundstykki, og góð­ ur møguleiki er fyri fleiri Klaksvík Steinbjørn O. Jacobsen borg­ar­stjóri upplýsir, at sa­mráð­ingar seinastu tíðina hava verið millum b­ý­ráðs­ um­sit­ingina og umboð fyri Uppsalahaga um hetta keyp­ ið, sum nú er komið upp á pláss. - Tað hevur skund hjá komm­ununi at útvega fleiri ídnaðargrundøki, og tí fegnist eg stórliga um, at henda avtala við Upp­ sala­haga nú er gjørd, sum ger tað møguligt hjá komm­ ununi at koma víðari og byrja at fyrireika sjálvt bygg­i­búningararbeiðið, sigur borgarstjórin. - Kommunan hevur sein­astu árini selt ella leig­ að eini 10 økir til vinn­u­ virki í Klingrugarði og á havnaøkinum. Men fleiri um­sóknir liggja, og virkir eru, sum hava bíðað í fleiri ár, millum annað tí, at kommunan ikki hevur havt økir til júst teirra tørv. Fyrispurningar koma eisini dagliga til umsitingina um ídnaðarøkir til ymisk end­a­mál. Tí er ætlanin, at hendan útstykkingin skal vera til blandaðan ídn­að, og virkini, sum eru skrá­sett á bíðilistanum hjá kommu­ nuni, fáa fyrst tilboð um eitt øki. Borgarstjórin er san­ n­førd­ur um, at hetta nýggja ídnaðarøkið, tætt við munnan á Norð­oy­ atunl­inum, liggur sera væl fyri, bæði í mun til býin og við sera góðum ferðslumøguleikum til rest­ ina av landinum. - Í sambandi við nýggju vegaføringina til Norð­o­y­ atunnilin er nýggj íbinding gjørd til bátahylin, og hend­ an verður eisini at­komu­ vegur til nýggja ídn­að­ar­ økið. - Hesin atkomuvegur er gjørdur við framtíðini í huga, og stórir treylarar sleppa ótarnaðir tvørtur um íbindingina. Ætlanin er at tilevna útstykkingarvegin so­leið­is, at arbeiðast kann víðari við vegi út á Taravík, har eitt annað bý­arskipanarliga áhugavert øki er. - Full semja er í bý­ráð­ num um, at nýggja ídnaðarøkið á Borðoyavík skal fremjast skjótast tilber, og ætlanin er, at fyrstu stykkini skulu latast seinni í ár, sigur Steinbjørn O. Jacobsen borgarstjóri í stutt­ ari viðmerking. Nýtt ídnaðarøki við Borðoyarvík Saksøkjarin, sum í rættinum var umboðaður av Jógvani Páll Lassen, fekk ikki viðhald í, at talan var um framtíðar inntøkumiss, tá Jógvan S. varð seldur