Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-04, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. juli 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 126 - 4. juli 2006 tíðindi Línuskipareiðarin í Klaksvík, Torleif Sigurðson, er ikki sørt stúrin um, hvat spyrjast kann burtur úr, at tveir føroyskir djúpvatnstrolarar upp á lutfalsliga stutta tíð eru avdúkaðir í íslendskum sjógvi, har hesi skip einki hava at gera Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Nógv hevur verið gjørt burtur úr, at Eiler Jacobsen seldi Krúnborg og kvotu- rættindini, sum skipið hevur, fyri nógvar miljónir krónur, harav fiskiræt- tindini eftir øllum at døma kostaðu meira enn skipið. Spurt hevur verið, um peningurin fyri ”fólksins ogn”, sum fiskatilfeingið í hesum sambandi verður rópt, ikki átti at farið í landskassan heldur enn í lummarnar hjá Eileri og hansara feløgum. Aðrir missa Men tað eru eisini teir, sum hava keypt sær d‡rar fiskidagar, men sum nú standa til at missa nakrar av hesum, tí fiskidagarnir sambært tilmælum skulu skerjast. Mangt bendir nevniliga á, at fiskidagarnir á Føroyabanka verða munandi skerdir í n‡ggja fiskiárinum. Bæði Fiskirannsóknar- stovan og Fiskidaganevndin mæla til stórar skerjingar á Bankanum. Ein av teimum, sum hevur keypt d‡rar fiskidagar á Føroyabanka til síni línuskip, er Torleif Sigurð- son, reiðari í Klaksvík, sum rekur línuskipini, Pison, Kvikk og Froyu. - Minnist eg rætt, havi eg keypt einar 35 fiskidagar á Føroyabanka fyri 30.000 krónur fyri hvønn. Hetta svarar til eina miljón krónur í keyptum døgum, sigur hann. Torleif sigur, at myndug- leikarnir vísa seg altíð at vera klárir at gera ”inngreb” í skipanina, men tú sært ongantíð, at skipanin verður tilllagað hinvegin aftur – til fyrimuns fyri skip og manningar. Íslandskvotan Reiðarin í Klaksvík er hel- dur ikki sørt stúrin um, hvat spyrjast kann burtur úr, at føroyskir djúpvatnstrolarar nú á øðrum sinni og upp á lutfalsliga stutta tíð eru avdúkaðir í íslendskum sjógvi, har hesi skip einki hava at gera. Hann stúrir fyri, at hetta kann geva íslendingum, sum í mong ár hava verið góðviljaðir mótvegis før- oyingum, møguleikan at skerja kvotuna, sum húkurin hevur undir Íslandi. - Vit fáa eini 214 tons í part undir Íslandi, men so hava fleiri bátar keypt kvotur frá øðrum størri bátum, sum eru givnir har yviri. Torleif sigur, at feløgini, hann varðar av, eisini hava keypt kvotur undir Íslandi fyri nakrar hundrað túsund krónur. Hann heldur, at nú mælt verður so harðliga til at skerja dagatalið á Føroyabanka, er hugsandi, at teir fara at missa fleiri av fiskidøgunum, sum teir hava keypt sær á Bankanum. - Missa vit soleiðis fiskidagar á Føroyabanka og kanska verða skornir fyri kvotu undir Íslandi, hava vit keypt og goldið fyri rættindi, sum vit ikki sleppa at brúka, sigur Sigurðson. Gott skil í Hann sigur, at ógvuliga gott skil er í fiski- veiðimyndugleikunum í Íslandi, sum hava eftirlit við føroysku línuskipunum undir Íslandi. - Tað er næstan ikki túrur, at myndugleikarnir ikki koma umborð og kanna bæði last, fiskasløg og fiskastøddir. Teir kanna eisini veiðidagbókina fyri at vita, um samsvar er millum hana og tað, teir síggja. Eisini verður hugt at positiónunum, har skipið hevur roynt, og uppl‡singarnir verða síðan sendir íslendska fiskiveiðieftirlitinum Torleif vísir á, at føroysku skipini skulu boða frá, áðrenn tey koma í íslendskan sjógv, og tey skulu eisini boða frá eitt samdøgur, áðrenn tey fara haðani aftur, soleiðis at myndugleikarnir hava møguleika at kanna viðurskiftini. - Tað, eg havi skilt, er talan um hampafólk úr Íslandi, sum soleiðis gera hesar kanningar umborð á føroysku skipunum. Ein slík skipan er við til at tryggja, at alt gongur rætt fyri seg. Her er eingin slingur í valsinum, sum reiðarin tekur til. Hann vísir á, at íslend- ingar eisini hava rætt til at hava eftirlitsfólk á bryggjuni í Føroyum, tá ið føroysku skipini koma heimaftur at landa, men hann heldur ikki, at teir vanliga gera brúk av hesum møguleika. - Tað er toskurin, sum teir serliga vilja ansa eftir, sigur hann. 25% toskur Torleif sigur, at tað hevur verið eitt sindur lættari hjá føroysku línuskipunum at fiska undir Íslandi, síðan skipanin varð broytt, soleiðis at skipini í mesta lagi kundu hava 25% av toski hvønn túrin. - Henda broyting saman við, at skiparar kenna leiðir og botnin so væl, ger, at tað gongur væl hjá føroyingum at ganga undir íslendsku treytirnar. Sum vit hava skilt, eru íslendsku fiskiveiðimyndugleikarnir væl nøgdir við føroyska pappírsarbeiði, sigur Torleif Sigurðson, reiðari. Missa vit fiskidagar á Føroyabanka og kvotu undir Íslandi verður illa vorðið Fiskirannsóknarstovan mælir til, at dagatalið á Føroyabanka verður minka við eini helvt. Íslendingar hugsa nógv um toskin og gerða nógv við eftirlitið. Pison eigur nógvar dagar á Føroyabanka, men óvist er, hvussu verður komandi fiskiárið.