týsdagur 4. juli 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 126 - 4. juli 2006
7
Kanningin hjá
løgmanni er eitt stórt
mistak, tí hon verður
aldrin fullfíggjað,
sigur Kári P.
Højgaard, formaður
í landsstýris-
málanevndini
Bjarni Djurholm og
Framtaksgrunnurin
Kanning
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Hetta er eitt stórt mistak
hjá løgmanni.
Kári P. Højgaard, løg-
tingsmaður og formaður í
landsstýrismálanevndini,
gevur
ikki
nógv
fyri
kanninginina,
sum
løgmaður hevur sett í
verk av embætisførsluni
hjá
Bjarna
Djurholm,
landsstýrismanni, mótvegis
Framtaksgrunninum.
- Hetta er bara ein hálv
kanning, tí soleiðis, sum
løgmaður hevur stungið út
í kortið, verður kanningin
aldrin fullfíggjað, sigur
Kári P. Højgaard.
Nakað
síðani
setti
Løgmaður eina løgfrøðiliga
kanning í verk, eftir at
Dagmar S. Joensen, sum var
formaður í Framtaksgrun-
ninum, og aðrir limir
í
Framtaksgrunninum,
al-ment
hava
skuldsett
Bjarna Djurholm, lands-
stýrismann, fyri at leggja
seg út í arbeiðið hjá
Framtaksgrunninum og fyri
at leggja trýst á nevndina.
Men
kanningin
ke-
mur bara at fevna um
tíðarskeiðið, sum Jóanes
Eidesgaard hevur verið
løgmaður. Sostatt kemur
kanningin bara at fevna um
tíðarskeiðið eftir 3. februar
2004, tá ið hetta landsstýrið
tók við.
- Tíðarskeiðið fyri hen-
da dag fellur uttan fyri
heimildirnar hjá sitandi
løgmanni, segði Jóannes
Eidesgaard í fráboðanini
um kanningina.
Eitt stórt mistak
hjá løgmanni
Men hetta er eitt stórt
mistak, heldur formaðurin í
Landsstýrismálanevndini.
- Tað er heilt burturvið
at kanna eitt slíkt mál frá
einum ávísum degi. Antin
verður málið kannað, ella
verður tað ikki kannað.
Og skal tað kannast, má
løgmaður kanna alt málið
sum tað er til botns og ikki
bara frá einum ávísum,
tilvildarligum skeringsdegi.
Kári P. Højgaard leggur
dent á, at hvørki skyldan
hjá løgmanni, ella skyldan
hjá Bjarna Djurholm at
umsita embætið á lógligan
hátt, kunnu avmarkast til
løgmanstíðina hjá Jóannesi
Eidesgaard.
- Einasta avmarking,
sum kann koma upp á tal,
er fyrningarfreistin, sum
er fimm ár og tí er tað
heilt burturvið at seta aðrar
avmarkingar, í hesum føri
embætistíðina hjá Jóanesi
Eidesgaard.
Hann
sigur,
at
landsstýrismenn
kunnu
revsast
fyri
brot
á
embætisskyldurnar fimm
ár aftur í tíðina.
- Tí má kanningin av
embætisførsluni hjá Bjarna
Djurholm at ganga fimm
ár aftur í tíðina. Tað kann
ikki vera løgmansembætið,
sum er avgerðandi og tí
má málið kannast til fulnar,
sjálvt um løgmaður skiftur.
Kári P. Højgaard dregur
aftur samanberingar til
málið um Johan Dahl.
- Johan Dahl varð koyrdur
frá sum landsstýrismaður
í fiskivinnumálum fyri
viðurskifti, sum vóru farin
fram langt áðrenn Jóannes
Eidesgaard bleiv løgmaður.
Kunnu revsast
fimm ár aftur
Tì heldur formaðurin í
landsstýrismálanevndini, at
tí virkar tað fullkomiliga
burturvið
at
avmarka
kanningina til ein ávísan
dag.
- Skal málið kannast
yvirhøvur, má tað kannast
til botns, heilt aftur til
fyrningarfreistina,
tvs
fimm ár aftur í tíðina, ella
verður kanningin bara hálv
og undir ongum umstøðum
verður ein slík kanning
fullfíggjað.
-
Landsstýrismenn
kunnu revsast eftir ábyrgd
landsstýrismanna, til eitt
mál er fyrnað. Tí mugu
mál kannast heilt aftur til
fyrningarfreistina,
hóast
ein nýggjur løgmaður er
komin til ímeðan. Tað er
bara fyrningarfreistin, sum
avmarkar slík mál, ikki
navnið á løgmanni.
Tí dugir Kári P. Højgaard
ikki at síggja nakran sum
helst logikk í kanningini,
sum løgmaður hevur sett
í verk.
- Skuldsetingarnar ímóti
Bjarna Djurholm eru so
álvarsligar, at sjálvandi má
málið kannast, men tað
má kannast til botns eftir
galdandi lógum og her er tað
bara fyrningarfreistin upp á
fimm ár, sum er avgerandi
og ikki embætistíðin hjá
einum løgmanni.
Vita, hvat kemur
burturúr
Kortini vil Kári P.Højgaard
ikki siga, um stig skulu
takast, ella, hvørji stig skulu
takast. Hann vil heldur ikki
siga um hetta gevur orsøk
hjá landsstýrismálanevndini
at taka málið upp.
Sostatt
eru
nógvir
spurningar
settir
við
kanningina hjá løgmanni. Í
fyrstu syftu varð spurningur
reistur við trúvirðið á
kanningini,
eftir
sum
at tað eru løgfrøðingur í
fyrisitingini sjálvari, sum
skal gera kanningina og
ikki ein óheft, uttanhýsis
kanning.
Og
nú
setir
so
sjálvur
formaðurin
í
landsstýrismálanevndini
spurning
við
virðið
í
kanningini sum heild, tí
hon er avmarkað til bara at
fevna um embætisførsluna
hjá hesum løgmanninum.
Kortini vil hann ikki siga,
um stig skulu takast, ella,
hvørji stig skulu takast.
Hann vil heldur ikki siga
um hetta gevur orsøk hjá
landsstýrismálanevndini at
taka málið upp.
- Nú mugu vit vita,
hvat
hendir
og,
hvat
kemur burturúr, áðrenn
onnur stig verða tikin, er
tað einasta, formaðurin í
landsstýrismálanevndini vil
siga um tann spurningin.
heldur kortini, at alt
Bjarni Djurholm skuldi verðið
kannaður fimm ár aftur í tíðina
Løgfrøðiliga kanningin kemur at fevna um tíðarskeiðið
eftir 3. februar 2004, tá ið hetta landsstýrið tók við.
Tíðarskeiðið fyri henda dag fellur uttan fyri heimildirnar
hjá sitandi løgmanni.
Løgmaður í almennu fráboðanini um
at seta løgfrøðiliga kanning í verk
FAKTA
Kanning
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Kári P. Højgaard blandar
tvey viðurskifti saman, sum
onki hava við hvørt annað
at gera.
Tað
sigur
Jóannes
Eidesgaard.
Løgmaður
er
ikki
samdur við formannin í
Landsstýrismálanevndini,
um, at hendan kanningin,
sum nú er sett í verk av
Bjarna Djurholm og Fram-
taksgrunninum, eigur at
ganga heili fimm ár aftur
í tíðina.
Sum tað sæst í greinini
omanfyri,
heldur
Kári
P. Højgaard, at tað er
skeivt, at kanningin er
avmarkað til embætistíðina
hjá
løgmanni.
Einasta
tíðarfreist, sum eigur at vera,
er fyrningarfreistin upp á
fimm ár, tí landsstýrismaður
kann revsast fyri ólógliga
embætisførslu fimm ár
aftur í tíðina.
Men løgmaður sigur, at í
hesum føri blandar Kári P.
Højgaard tvey viðurskifti
saman.
- Sum løgmaður kann eg
bara seta eina kanning í verk,
sum umfatar mítt embætis-
mannaskeið.
Eg
havi
eftirlit við embætisførsluni
hjá ”mínum” landsstýris-
monnum
og
eg
kann
ikki
hava
eftirlit
við
embætisførsluni hjá lands-
stýrismonnunum
undir
einum øðrum løgmanni,
sigur Jóannes Eidesgaard, í
eini stuttari viðmerking.
Hann sigur, at skal
ein kanning gerast, sum
fevnir um eitt fimm ára
tíðarskeið,
heilt
aftur
til
fyrningargreistina,
má
tað
verða
lands-
stýrismálanevndin
sjálv,
sum setir tað kanningina
í verk.
- So í hesum førum
má
Kári
P.
Højgaard
taka í egnan barm, sigur
løgmaður.
Tað kann løgmaður ikki
gera, tí eg kann bara kanna
tað, sum eg havi eftirlit við
og tað er embætisførslan
í míni embætistíð, leggur
hann afturat. Skal nakað
annað kannast, tilkemur tað
ikki mær. Men tað kann
landsstýrismálanevndin
gera, sigur løgmaður
Formaðurin í landsstýrismálanevndini blandar
viðurskiftini saman, sigur Løgmaður
Bjarni Djurholm og Framtaksgrunnurin
- Kári P. Højgaard kann
sjálvur seta tað kanningina í
verk, sum hann vil hava, men
tað kann løgmaður ikki. Tì
má hann taka í egnan barm,
sigur Jóannes Eidesgaard,
løgmaður
- Kanningin, sum løgmaður hevur sett í verk av
embætisførsluni hjá Bjarna Djurholm í sambandi við
Framtaksgrunnin, er eitt stórt mistak, tí kanningin er ikki
meiri enn hálv. Eg skilji ikki løgmann, sigur Kári P. Højgaard,
løgtingsmaður og formaður í landsstýrismálanevndini
Kári P. Højgaard má taka í egnan barm
tíðindi